fríggjadagur 12. juni 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
12
Nr. 110 • 12. juni 2009
Hann er lívbjargari,
venur fólk í bæði thai-
boksing, wing chun og
brasilianskum ju jitsu.
Hann er fitness instruk-
tør og hevur av og á
uppgávur sum lívverji.
Millum føroyingar er
Hüseyin Esen best
kendur sum dámligi
duravørðurin á Skarv í
Keypmannahavn, har 49
ára gamli turkin heldur
skil á fleiri hundrað full-
u m føroyingum hvørt
vikuskiftið
Keypmannahavn: Tey, sum hava
ferðast í náttarlívinum í Keyp
mannahavn seinstu árini, og hava
lagt leiðina fram við føroyska
dansistaðnum Skarv, hava øll
ging ið fram við honum.
Hüseyin Esen hevur arbeitt sum
duravørður í 15 ár – seinastu fýra
árini á Skarv.
Tað eru tó tey fægstu, ið
høvdu kent mannin, um hann ikki
stóð júst í duraopinum á Skarv í
eyðkenda myrka dýnujakkanum.
Henda dagin, vit hittast til eitt
prát um hann, hansara starv og
um føroyingar, er hann ílatin
myrkar kovboybuksur við hangi
reyv, reyða poloblusu og smáar
ítróttarsólbrillur.
Føroyingar vísa virðing
Fýra ár á Skarv hava givið
Hüseyin Esen eina serliga mynd
av føroyingum, viðgongur hann
blankt.
– Tað eru nakrir heilt øðrvísi
gestir, sum koma á Skarv, um
vit samanbera við onnur dansi
støð í Keypmannahavn, greiðir
Hüseyin Esen frá. Hann byrjaði
sína yrkisleið sum duravørður í
Albertslund, har hann hevur búð
síðani hann kom úr Turkalandi til
Danmarkar fyri 38 árum síðani.
Seinni hevur hann arbeitt á dansi
støðum inni í Keyp manna havn –
stórum sum minni.
– Á Skarv koma føroyingar í
øllum aldursbólkum. Har verður
ikki soldað frá við dyrnar, sum
tað verður nógva aðrastaðni, so
einans ein ávísur bólkur sleppur
inn. Tað hevur við sær, at tað
eru nógv ymisk fólk, ið koma á
Skarv, fortelur Hüseyin Esen,
sum kortini heldur, at tað eru
nakrir felagsnevnarar fyri flestu
føroyingarnar, hann hevur hitt
higartil.
– Føroyingar eru eitt ógvuliga
fitt fólk. Teir hava virðing fyri
hvørjum øðrum, og fyri fólkunum
rundan um seg. Tað fyrikemur
mær eisini, at føroyingar taka
sær væl av hvørjum øðrum, sigur
Hüseyin Esen og nevnir sum
dømi, at tað er ógvuliga sjáldan,
at nakar situr einsamallur eftir,
avdottin í einum horni á Skarv, tá
tey steingja.
– Og so ber eisini til at tosa
við teir allarflestu føroyingarnar,
tá okkurt er áfatt, sigur Hüseyin
Esen.
Kennir seg væl
millum føroyingar
Tíðin á føroyska dansistaðnum
í danska høvuðsstaðnum, hevur
givið Hüseyin Esen nógvar
upp livingar. Millum full fólk, ið
ferðast inn og út á Skarv, eru
sjálvtsagt onkrir ótangar ímillum,
og Hüseyin Esen hevur eisini
meiri enn einaferð verið vitni til
harðskap og rok inni á og uttan
fyri Skarv.
– Men eg kenni meg ógvuliga
væl millum føroyingar, og fái í
heilum klemm frá gestunum, sum
síggja út til at hava tað gott á
Skarv. Tá kenni eg tað næstan
sum um, at eg eri í familju við
føroyingar, fortelur Hüseyin Esen.
Tosar heldur enn
berjist
Sum duravørður á Skarv heldur
Hüseyin Esen skil á fleiri hundrað
føroyingum. Við síni bakgrund
við bæði thaiboksing, wing chun
og brasilianskum ju jitsu er lætt
at ímynda sær, at tað eru vøddar
hansara, ið loysa trupulleikarnar
á Skarv, tá hesir koma.
– Tað nyttar lítið. Tí tosi eg
altíð við fólk, heldur enn at hála
tey í nakkan og tveita tey á
dyr. Sum duravørður er tað mín
uppgáva at syrgja fyri, at fólk
kenna seg væl, har eg standi í
dyrnum. Eg veit eisini væl, at
øll kunnu hava ein ringan dag,
eisini tey, sum eru komin í býin,
og tá eri eg lítil hjálp, um eg ikki
dugi at tosa við munninum, men
bara lati vøddarnar tala. Eg skal
í øllum førum ikki gera teirra dag
verri við at lata meg øsa, sigur
Hüseyin Esen.
Hevur úr at gera
Av røttum burdi tað annars verið
rímiliga lætt at fingið sinnið í
kók hjá Hüseyin Esen, so nógv
sum hann hevur um oyruni. Hann
starvast fulla tíð í eini svimjihøll í
Glostrup, har hann er lívbjargari,
umframt at hava ábyrgdina
av hinum lívbjargarunum.
Gerandiskvøldini brúkar hann í
einum venjingarhølum í Alberts
lund, har hann lærir frá sær
í thaiboksing, wing chun og
brasili anskum ju jitsu, umframt at
hann leggur fólki lag á, sum venja
fitness.
Sunnunæturnar verða brúktar
við dyrnar á Skarv á Pilestræde
inni í Keypmannahavn, og mong
leygarkvøld verða brúkt til at
fyriskipa sonevndum stevnum,
altso kappingum í kampsporti.
– Ja, so havi eg eisini av og
á uppgávur sum lívverji, reksar
Hüseyin Esen upp, tá eg at enda
biðji hann endurtaka, hvat hann
tókst við. Samstundis tekur hann
fleiri prógv og loyvi fram, ið vísa,
at Hüseyin Esen ikki bara tosar.
Turkin við føroysku dyrnar
Samrøða
Rólant Waag
Dam
rolant@sosialurin.fo
Seinastu fýra árini hevur
Hüseyin Esen brúkt óteljandi
vikuskifti við dyrnar á Skarv í
Pilestræde í Keypmannahavn.
Sosialurin hitti mannin ein
týsdag fyrst í juni
Mynd: Rólant Waag Dam