Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juni 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 110 - 12. juni 2009 13 viðmerkingar Nakað síðani hoyrdi eg í donskum fjølmiðli eina sending frá einum tíðindafundi, har ein av yvirgangsmonnunum, sum hevði verið við í fleiri ránum, har stórar peningaupphæddir, sum vóru sendar til palestinskar yvirgangsfelagsskapir. Eitt av ránunum var hitt kenda postránið í Keypmannahavn, har ein ungur løgreglumaður lat lív. Hesir yvirgangsmenn vóru nevndir fyri “Blekingebanden”. Mestsum av tilvild fann danska løgreglan fram til hesar menn, av tí at ein av teimum var við í einum ferðsluóhappi í Lyngby í 1989. Í bilinum vóru skjøl, sum avdúkaði hvørjir yvirgangsmenninir vóru. Teir komu fyri rættin og fingu langar fongsulsrevsingar. Í fjølmiðlasamrøðuni í Berlinske tidende 19. mars, greiðir Bo Weymann frá: »Tað, sum skundaði undir meg var, at eg arbeiddi beinleiðis ímóti mótstøðumanni mínum, Ísrael.« Hesin danski yvirgangsbólkurin arbeiddi saman við Baader- Meinhoff bólkinum í Týsklandi og Reyðu Brigadunum í Italia. Stóru upphæddirnar, ið fingust til vega við ymsu ránunum, fóru til palestinska yvirgangsfelagsskapin PFLP. Bo Weymann segði eisini frá, at hann granskaði bløð og tíðarrit fyri at finna nøvnini á fólki, sum stuðlaðu Ísrael, og sendi hesi nøvn til palestinska yvirgangsfelagsskapin PFLP. Nú steig so hesum Bo Weymann fram hendan marsdagin í 2009 og segði sannleikan um sítt lív og um yvirgangsfelagsskapin, sum hann var ein partur av. Hetta ber okkum boð um hvussu djúpt hatrið til Ísrael kann vera, at sjálvt ein av donsku løgreglumonnum varð dripin av egnum landsmonnum, fyri at fremja hesa hatsku sak, sum av limunum í yvirgangsfelagskapinum nú hevur avdúkað. Ein slík avdúking er sera kærkomin í hesi haturstíð móti Ísrael. Fyrrverandi yvirgangs maðurin Bo Weymann og Ísrael Svenning av Lofti Dirvi at standa við síni sjónarmið eru við til at skapa framburð. Í so máta kunnu vit spegla okkum í punk-rokk- bólkinum 200, sum torir at sanda við sítt. Óansæð um vit eru samd ella ósamd í teirra sjónarmiðum. Hetta var ein niðurstøða í røðu hjá Magna Laksáfoss, ið herfyri fekk ein øðrvísi Riddarakross frá 200 Fyrst av øllum vil eg takka fyri heiðurin, og fyri at tit valdu at geva mær henda øðrvísi riddarakrossin. Eg skilji, at mótstøða hevur verið ímóti hesum til tak- inum. Til mótstøðu fólkini er boðskapurin, at man kann taka lívið ov álvars- liga. Tora at vera egin Tað er gott, at tit í bólkin- um 200 hava dirvi at vera, sum tit eru, at tit standa við tykkara sjónarmið. Øll skulu ikki setast í bás. Tað er ein misskiljing, at eingin skal sleppa at vera ein óslípaður diamantur. Tí skal mín áheitan á tykkum í 200 vera, at tit halda áfram at vera, sum tit eru. Verið ein krittikari – ein sangfuglur, sum ikki verður kiptur – óansæð hvat onnur so munnu halda um tykkum. Politiskar ósemjur skulu til Nakað dulsmál er tað tó ikki, at eg sjálvur og bólk- urin 200 eru rættiliga ósamd ir politiskt. 200 heldur, at eg líði undir einum “Stokkholms- syndromi”, har eg eri farin at elska mín gíðslatakara, Danmark. Mín hugsan er, at 200 líður undir “Mis- skiltu Nationalis muni”, har fólk fegin ofra føroyska fólkið eins og finnur í einum talvi, har vælferðin í samfelagnum gjarna má falla munandi, alt fyri loysingini. Soleiðis eigur poli tikkur væl saktans at vera. Vit eru samd um at vera ósamd um summi øki, meðan man saktans kann samstarva á øðrum økjum. Júst kjakið um málini og samstarvið um loysnirnar bera landið fram á leið. Soleiðis var mín hugsan eisini, tá eg kom inn í politikk fyri umleið tveim- um árum síðani, og tað er framhaldandi mín hugsan um, hvussu politikkur eigur at vera. Tó eri eg fullgreiður yvir, at hetta er ein naivur hugsunnarháttur, tí poli- tikkurin í dagsins samfelag í Føroyum er als ikki soleiðis. Politiskur naivitetur Tá man fer upp í politikk, hevur man lyndi til at vera naivur og heldur, at her er man settur til at røkja eina uppgávu fyri føroyingar, fyri Føroya Land. Saman við øðrum skal man royna at finna leiðina sum ber Føroyar framá. Vit skulu loysa trupuleikar, sam- felagið er í, og seta tær loysnir í verk, sum tæna Føroyum best. Sjálvsagt er man greiður yvir, at kompromissir skulu til, tí fólk hava jú ymiskar áskoðanir um málini. Áskoðanin um loysing/samband ella høgra/vinstra kann jú gera, at tú ikki fært júst ta loysnina, tú kundi ynskt tær. Men øll eru væl samd um, at málið má vera at bera landið fram á leið, tó at vit ikki eru samd um, júst hvussu tað skal gerast. Soleiðis er politikkur í Føroyum í dag slettis ikki – tíverri! Gomlu politikararnir bremsa Veruleikin er, at har sita nakrir gamlir politikarar, ið hava sum fremstu uppgávu at steðga teimum sunnu broytingum. Orsøkin er helst ræðslan fyri, at um onkur fær nakrar broyting- ar ígjøgnum, sum muna nakað, so fara teir sjálvir at sita í ringum ljósi. Gomlu politikarar brúka øll politiskt kneb til at forða broytingum. Teir eru gamlir og vandir, so kenna teir flestu knebini og duga at brúka tey. Tí eyðnast sum oftast hjá teimum at steðga framburðinum. Miseydnast hjá gomlu politikarunum at steðga framburðinum, síggja vit ofta, at teir skunda sær at taka loysnina til sín og lata sum um, hon er sítt egna barn. Á tann hátt vilja teir verða verandi í góða ljósinum. Hesir politikarar eru ein deyðvekt í føroyskum politikki. Eg síggi fyri mær eitt skip, sum siglir við akkerinum úti. Tað er sum at koyra bil við hond- bremsuni uppi. Broytingar mugu til Skulu vit framá í Føroyum, mugu vit gera tingini øðrvísi enn í dag. Gera vit alt soleiðis, sum vit altíð hava gjørt, so fáa vit tað, sum vit altíð hava fingið. Fokus má vera á tað, ið er til gagns fyri land og fólk, og tað, sum ber landið fram á leið. Fokus skal frá persónligum og serligum ahugamálum hjá einstøkum politikkarum. Fyri góðan ordan skyld skal eg viðmerkja, at ikki allir gamlir politikkarar eru bremsur. Einstøk undantøk eru – men tey eru fá. Ein avbjóðing til 200 At enda, skulu tit í 200 enn eina ferð hava takk fyri henda øðrvísi riddara- krossin. 200 er eitt provokerandi tjóðveldisorkestur, sum spælir punk-rock tónleik, sum eg ikki rættiliga skilji, og eg dugi ikki ordiliga at syngja við uppá sangirnar. Stundum er ringt at finna rútmuna. Tí vil eg her geva 200 eina avbjóðing á sama hátt, sum teir góvu mær eina avbjóðing við at bjóða mær ein riddarakross við áskriftini “Stokkhólms- syndromið” á Grund lógar- degnum. Í byrjanini av juli verður stór familjulega inni á Selatrað, har skótarnir bjóða øllum í Føroyum at sova í telti og liva sum skótar í fýra dagar. Sjálvur eri eg skóti, og tí haldi eg avbjóðingina vera stuttliga. Tá legan er komin í helvt – tann 4. juli – verður hátíðarhald á Selatrað í sambandi við, at skótarnir yvirtaka legubálsøkið, sum er sett í stand og er nú nokk flottasta legubálsøki í Norðanlondum. Í sambandi við hátíðar- haldið – 4. juli – Fourth of July – tað er á sjálvum amerikanska loysingar- degnum – verða røður og annað. Har skal mín avbjóðing til 200 vera, at bólkurin kemur inn á Selatrað og spælir ein danskan sang hjá Bamses Venner: “På en bænk i Kongens have”. So fáa vit at síggja, um teir eisini duga at spæla tónleik, ið fólk flest skilja og kunnu syngja við uppá. Har fólk kunnu klappa við uppá rútmuna. Samstundis síggja vit, um tjóðveldis- tungurnar hjá teimum eru førar fyri at syngja á donskum. Takk fyri. Røktarheim ella útjavning – ikki bæði! Ætlar landsstýrið at gera álvara av sínum ætlanum um kommunala útjavning, verður tað mønustingurin fyri ætlanina at byggja nýtt røktarheim í Suðurstreymoy. Síðstu tíðina hevur Tórshavnar kommuna arbeitt ítøkiliga við at fáa til vega eitt røktarheim, ið kann taka broddin av akutta tørvinum í Suðurstreymoy. Í hesum sambandi hevur verið upp á tal, at kommunan skuldi hækka kommunala skattaprosentið, so peningur tann vegin kundi fáast til at fíggja kommunurnar part av komandi røktarheiminum. Ein skattahækking upp á hálvtannað prosent svarar til umleið 45 milliónir krónur, so tað hevði verið ein uppløgd loysn at tikið til, tí so slapst undan lántøku. Og tá tørvurin er so stórur innan eldrarøktina, hevði hetta helst eisini verið ein loysn, borgararnir høvdu skilt. Dýr útjavning Men samstundis sum landsstýrið hevur missrøkt sínar skyldur á eldraøkinum í Suðurstreymoy, arbeiðir lands- stýrið í duldum við einari kommunalari útjavningar- skipan, hvørs fremsta endamál er at borgarar í Suðurstreymoy skulu rinda skatt til aðrar kommunur. Enn er einki ítøkiligt komið á borðið, men um vit siga, at talan er um eina 70 prosents útjavning, verður talan um, at Tórshavnar kommuna skal av við einar 40 milliónir krónur í persónsskatti og aðrar seks milliónir krónur í partafelagsskatti. Hetta svarar júst til tað, kommunan ætlar at fáa til vega við omanfyri nevnda skattaprosenti, so vit langt um leingi kunnu koma á mál við einari dugandi loysn fyri eldrarøktina. Landið má velja Ger landsstýrið álvara av ætlanunum sínum um kommunalu útjavningarskipanina, sum her verður greitt frá, verður tað mønustingurin fyri ætlanina at byggja nýtt røktarheim í Suðurstreymoy. Tí henda áheitan á Jóannes Eidesgaard, landsstýris- mann við fíggjarmálum, og Rósu Samuelsen, lands- stýriskvinnu við almannamálum: Tað verður røktar- heim ella útjavning – ikki bæði! Valið er tykkara, góðu landsstýrisfólk, tí eins væl og eitt røktarheim í Suðurstreymoy fyrst og fremst er ein landsuppgáva, liggur eisini ábyrgdin fyri, hvussu væl ella illa kommunur verða stýrdar, í síðsta enda hjá landinum. Velja tit útjavningina, beina tit samstundis fyri møguleikanum at fáa eitt røktarheim bygt so skjótt, sum ætlanin annars er, tí tað kann aldrin koma upp á tal, at kommunuskatturin í Tórshavnar kommunu verður hækkaður trý prosent! Magni LakSáfoSS borgarstjóri í Tórshavnar kommunu Heðin MortenSen Kritisk sjónarmið skapa framburð Magni Laksáfoss fekk Riddarakross frá orkestrinum 200. Takkarlønin var ein serlig uppgáva til orkestrið.