Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juni 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 110 • 12. juni 2009 Vikuskifti 13 Listafrøðiliga og mentanarliga var stórsligið at uppliva Rom. Í Champions League finaluni var tað bert annað liðið, sum stóð fyri tí listarliga. Mótstøðu­ liðið meldaði seg úr dystinum aftaná átta minuttir »Allir vegir føra til Rom«, sigur ein meira enn 2.000 ára gomul máliska. Aftaná at hava vitjað Rom í 6 dagar, spældi eg mær við tankanum, um ikki Rom og Toftir burdu verið vinarbýir. Tað er ið hvussu er ríkiligt við toftum, sum liggja í Rom. Navnið »Rom« hevur altíð givið eitt bergmál í hugaheiminum. Stórbærir filmar frá seinast í fimtiárunum og fyrst í sekstiárunum, so sum »Ben Hur« og »Spartacus« ristu stórbæru fornu tíðina hjá rómverjum fast í unga barnasinni. Rómverjar fylla eisini rættiliga nógv í halgubók, og er italski høvuðsstaðurin saman við grikska høvuðsstaðnum, Athen søguríkasti høvuðsstaðurin í Europa. Tá so A-liðið hjá undirritaða, Manchester Uni ted og B-liðið, Barcelona vunnu sær sætið í Champions League finaluni á tí olympiska leikvøllinum í Rom, so var bara rudda alt av vegnum, og fara við flogfarinum hjá SAS, fyri at kunna liggja seks nætur í Rom. Fótbóltur bert ein partur Tey ið ilskast um fótbólt vilja framhevja, at tað er rapl- andi svakt at brúka nógvan pening, bara fyri at síggja ein Fótbóltsferð Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Myndir: Eli Christiansen Mentanarligur upptúrur – fótbóltsligur niðurtúrur ➘ Gullregn yvir Barcaspælarunum