fríggjadagur 12. juni 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 110 • 12. juni 2009
Vikuskifti 15
sangduelur – sangbardagi –
fram millum ein flokk av Barca-
fjepparum og ein flokk við United-
fjepparum. Við slagsangum
á enskum og katalonskum,
royndu fjepparaflokkarnir at
yvir doyva hvønn annan. Ein
United-fjeppari sum hevði dekan
ov nógv innanborða – hóast
Rom-forboðið? – var rættiliga
aggresivur, men annars var talan
um stuttligt argarí. Sangirnir
hjá Barca-áskoðarunum vóru
kortini meiri appelerandi. Teir
tóku støðu í tí sum Barcelona
og Barca kunna, meðan ensku
slagsangirnir alt ov ofta taka
støðið í, hvat ein heldur um onnur
lið, enn eins egna. Fjepparnir
royndu eisini at arga hvønn
annan, við at rópa »Real Madrid«
og »Manchester City« eftir hvørj-
um øðrum.
Trongligt
Mikudagur var so dystardagur.
Vit fóru fyrst oman í Colloseum
fyri at uppliva serliga stemningin
á matchfestival-økinum. Har
var m.a. talan um ein serligan
fótbóltsdyst við fleiri europe-
iskum legendum, so sum Ian
Rush, Michael Laudrup, Rui
Costa, Bryan Robson, Rudi Völler,
Frank Rijkaard o.ø. sum á einum
lítlum avmarkaðum vølli skuldu
royna seg ímóti einum italskum
veteranliði.
Tá ein fer til eina stóra finalu,
er umráðandi at koma til dystin
í góðari tíð, fyri at uppliva
hvussu stemningurin verður
bygdur upp. Vit høvdu eitt talgilt
atgongumerki, sum samstundis
kundi brúkast sum fríur ferðaseðil
til metroina, sporvagnarnir
og bussarnir í Rom. Talgilda
atgongumerkið kundi brúkast til
hetta endamálið dagin fyri dystin,
sjálvan dystardagin, og dagin
aftaná dystin. Metroin í Rom
er altíð ovurfylt, og líður ein av
klaustrofobia, so skal ein halda
seg langt burtur frá henni.
Vit koyrdu fyrsta teinin við
metroini, fyri síðani at taka
sporvagnin tann síðsta teinin.
Var trongt í metroini, so var
verri í sporvagninum. Túrurin við
sporvagninum fekk ein at hugsa
um djóraflutning, og triðjaklassa
tok í India. Eitt bar okkum kortini
uppi á tí tronga túrinum, og var
tað tann rungandi sangurin hjá
Barca og United-áskoðarunum.
Men umborð á sporvagninum
bleiv lungakapasiteturin í so
trongur.
Við olympiska
leikvøllin
Olympiski leikvøllurin í Rom
var upprunaliga bygdur í
1930-árunum, sum ein partur av
stóru Foro Italiano verkætlanini
hjá einaræðisharranum, Benito
Mussolini. Leikvøllurin var
umbygdur til olympisku leik-
irnar, sum vóru í Rom í 1960.
Mussolini var so óður um, at
liðini í Torino og Milano skift-
ust um at vinna tað italska
meistara heitið, at hann gav boð
um, at øll fótbóltsfeløg í Rom
skuldu leggjast saman í eitt
felag. Ítróttarmálaráðharrin hjá
Mussolini var kortini ein Lazio-
fjeppari, og tí slapp Lazio undan
at leggja saman við øllum hinum
liðunum í Rom.
Um aldarskiftið var olympiski
leikvøllurin aftur umbygdur.
Olymp iski leikvøllurin er snøggur,
men ikki líka snøgg ur sum Luzniki
leikvøllurin í Moskva. Moskovittar
dugdu eisini betur at skipa fyri
finaluni, enn rómverjar. Í Moskva
var frámerkingin nógv betri, enn
í Rom, og tá ein kom til ta røttu
seksjónina, var »linjuføringin« frá
kontrolstøðunum og til siti plássini
nógv betri.
Í Rom máttu vit snúgva nakrar
ferðir til vinstru og høgru, og so
til vinstru aftur, áðrenn vit koma
fram til rætta staðið. Komnir
næstan á mál máttu vit bíða pent,
tí onkur VIP-ari kom koyrandi
eftir einum reyðum leypara.
Slík forstýrandi element vóru
heldur ikki í Moskva, tí har vórðu
VIP-ararnir tiknir inn á einum
serstakum øki, sum ikki breyt
leiðina hjá fótbóltsfjepparunum.
WC-viðurskiftini vóru heldur ikki
líka nøktandi sum í Moskva, og
betri pláss var fyri knøunum, tá
ein sat á Luzniki leikvøllinum.
Ein hevði eina fatan av, at
mosko vittar vóru ovurstoltur um
at vera vertsbýur fyri Champions
League finaluna, meðan tað
tóktist meira at vera ein sjálv-
fylgja fyri rómverjar, at teir
vóru vertsbýur fyri ítróttarligu
stórhendingini.
Dysturin
Eitt var kortini betri á olympiska
leikvøllinum, og tað var gras-
teppið. Á Luzniki var eitt gras-
teppið frá Slovakia lagt oman á
fjórða ættarliðs graslíkisvøllin. Á
olympiska leikvøllinum var talan
um eitt fast inventar.
Áðrenn dystin var skipa fyri
stutt ligum kappingum, m.a.
spurnar kapp ingum fyri at halda
lagið gott á áskoðarunum. Barca
og United-fjepparnir kláraðu tó
í ríkiligt mát sjálvir at halda lív í
stemninginum.
Loksins var klárt at byrja,
sponsku meistarnir og steypa-
vinnarnir, FC Barcelona ímóti
ensku meistaranum, liga cup
vinnaranum og heims meist-
arunum fyri felagslið, Manchester
United. Hetta skuldi verða tað
stóra brakið! Men annað liðið
var satt at siga bara á vøllinum í
átta minuttir. United byrjaði sum
eitt ódnarveður, hevði nakrar
málmøguleikar sum kundu givið
mál, men so fær Barca sín fyrsta
málmøguleika. Samuel Eto´o
leggur Barca á odda 1-0 við
einum góðum avriki, og satt at
siga kom United ongantíð yvir
hetta.
Taktiska uppleggið hjá Alex
Ferguson – sum óivað var at
koma á odda, og so verja og
spæla kontra fyri rest – fór í knús.
Og tá minsti – og besti – maðurin
á vøllinum, argentinski Lionel
Messi stútaði Barca á odda 2-0
var klokkan sligin. United hevði
møguleikan beint aftaná at koma
uppá 1-2, men aftaná tað var
vatnið stongt. Barca vísti seg
frá sínu bestu síðu, og teirra
bóltførleiki var kappingarførur
við alt annað listarfrøðiligt vit
sóu í Rom. United vóru skelkandi
vánaligir og óenskir í sínum
spæli.
At enda sat ein og bara vónaði,
at teir fóru at spæla »kick and
rush« – bara fyri at gera okkurt,
men teir vóru slignir uppá
tekniskt »knock out«. Betra liðið
í 82 minuttir vann á liðnum, sum
bara var betri í átta minuttir. Og
enn siti eg og ivist, um Wayne
Rooney var við í dystinum. Men
eg havi hoyrt aftaná, at hann
byrjaði inni.
Finalan í Moskva var eitt nógv
størri fótbóltsupplivilsi, tí tá vóru
tvey góð lið á vøllinum, og tá
var stórur dramatikkur við bæði
umdysti og brotssparkskapping.
Dagin eftir finaluna vóru vit í
Vatikaninum. Alex Ferguson er
katolikkur, og eg royndi at kanna
um hann var har. Ferguson var
ikki har, men vónbrotnir írskir,
ungarskir og føroyskir United-
fjepparar, sum suffaðu um
mangl andi avrikið hjá Manchunia
í Roma.
Føroysku fjeppararnir høvdu
ein góðan túr í Rom, har teir
skoð aðu mangan søguligan,
mentanarligan og listarfrøðiligan
vakurleika, men finalan í
Champions League var »Barca,
Veni, Vedi, Vichy« – Barca kom,
sá og sigraði.
Saman við Hilmar Eliasen í Colloseum
Saman við Eli Christiansen og Hilmari Eliasen uttanfyri
olympiska leikvøllin
Champions League steypið