fríggjadagur 12. juni 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 110 - 12. juni 2009
S
o, Cristiano Ronaldo er ikki
reyður longur. “Endiliga, hann
er farin” ljóðaðu boðini ígjøgnum
ljósvøkuna, sum fjepparir svaraðu
uppá Ronaldosa flyting til Francosa
Real Madrid.
T
að er lítil ivi um, at arvurin á
Old Trafford eftir Ronaldo var
væl og virðiliga dálkaður sum
úrslit av hansara litanisku og
virðingarleysu fríggjan við
sirkusliga kongafelagið hjá Franco,
fyrrverandi fasistiskur
einræðisharri í Spánia, hvørs
førleiki at borðreiða við hálvuaðru
milliard krónur fyri spælarar er
grundaður á eina kommunu og stát,
ið bæði so og so stuðlar felagnum í
høvd og reyv og hetta, sjálvandi,
uttan so mikið sum eitt froskasligt
gvagg frá anglo-hatandi Michel
Platini og Sepp Blatter!
Í mun til legendur sosum
Cantona og Keane var hjartað hjá
hesum forkelaða lortenda aldri á
Old Trafford, og tað í sjálvum sær
er ófyrigeviligt svik í eygunum hjá
fjepparunum. Gamaní, og teimum
líkt, er helst goragangur í Madrid í
dag, nú tá ið teirra stuðulsfongda
felag hevur ognað sær, sambært
Fifa, “heimsins besta spælara” at
spæla við síðuna av einum øðrum
av hasum slagnum, Kaka at navni.
Vissuliga, við Ronaldo hevur Real
Madrid fingið ein góðan
fótbóltsspælara, men ikki endiliga
svarið uppá teirra bønir.
Barcelona vísti, hvussu tú tekur
tær av einum, á degnum, kámum
og óafturkenniligum liði við
Ronaldo sum spjótsodda. Hvussu
frágera góður Ronaldo enn mátti
verið, valdi hann til alla ólukku at
halda, at hann einsamallur kundi
basa vælsmíðaða miðvøllin hjá Pep
Guardiola. Hann fór skeivur.
F
ótbóltur er eitt liðspæl.
Ronaldo spælir fyri seg sjálvan.
Tað hevur hann altíð gjørt, og tí er
tað tíverri meiningsleyst at messa
fyri Cristiano Ronaldo um hvat
trældómur ella trúfesti í grundini
merkir. Eisini er tað
meiningsleyst at minna hann á, at
Manchester United hevur lagt
ógvusligar pengar og orku í hann.
Hav í huga, tá ið Manchester
United í 2003 rindaði hansara
barndómsfelagi í Portugal góðar
120 milliónir krónur fyri hansara
spælirættindi, var Cristiano
framvegis bert ein kvikur og lítil
framsýningarpony.
Ein pirruttur tannáringur við
boyla, sum í sínari fyrstu viku
sum United-leikari varð
fotograferaður haldandi í
hondina á mammuni, Dolores.
Óivað óvanliga gávður, men
framvegis ein steppdansandi
skálkur, ið nóg illa hevði
uppiborið at skola tómu
vodkagløsini hjá George Best.
Á hasum regntunga
kvøldinum í Moskva fyri góðum
ári síðani, aftaná at hava verið við
til at vunnið Champions League
fyri Manchester United, var
Cristiano Ronaldo so fullur av sær
sjálvum, at tær lysti at vita, um
maðurin ikki hevði tørv á at fáa eitt
pístr ella tvey av súrevni.
Tá ið onkur var so forsin at
spyrja hetta Guds fremsta
skapanarverk um kiksaða
brotssparkið, sum nærum kostað
Manchester United evropeisku
krúnuna, físti hann: “Hví spyrt tú
meg um hatta? Hví tosa vit ikki
heldur um hatta fantastiska málið?”
Ella, hví ikki betra tað, Cristiano?
Hví ikki nerta við fruntin, falla til
kníggja og skýla okkara eygu fyri
tínum glampandi dugnaskapi?
A
lex Ferguson royndi at trútta í
portugisisku grátusurruna um
at miskunn er ein ófør dygd, men
at hon aldri eigur at koma í vegin
fyri grundliggjandi rættlætisstandi;
at hon á ongan hátt eigur at
burturtaka virðið á tí, at bera seg
sømiliga at, ella tíggja seg við
einum sindri av fakligari dissiplin
og ábyrgdarkenslu.
Men nei, lítið nyttaði við
Ronaldo. Og tí var tað, at hann fyri
ári síðani í russisku høvuðsborgini
ikki vildi geva nakað lyfti um
framtíðina? “Eg lovi ongum nakað,
sjálvt ikki mammu.” Tað skuldi
vísa seg at vera satt, og gav hetta
okkum eisini ábending um, hvagar
søgan um Francosa Real
Madrid, og ætlaða
eyðmýkingin av
United, var á veg.
Hon var á veg til
ein stað, har sátt-
málar onki hava at
týða, heldur ikki
góður atburður,
sjálvt ikki grund-
liggjandi mannasómi.
Ein staður á tremur
við leikarum,
sum í tíð
og ótíð
av hægsta myndugleika verða
eggjaðir til at halda, at tað er heilt
ókey at marsjera ígjøgnum verðina
við eittans umhugsni, hvussu-tú-
hevur-tað-um-hvussu-tað-er-í-dag-
fyri-teg.
Ein marsjur átøkur hvussu
sektarskúlin á Velbastað uppalir og
skúlar. Ein verð uttan atlit til fortíð
ella framtíð, uttan so mikið sum
eina káma fatan av, at tað besta av
tí, tú kanst gera, øll betran, øll
avrik, vil altíð vera eitt úrslit av at
arbeiða við og virða hasi, ið
higartil hava tænt tær so væl.
T
á ið Sepp Blatter, sjálvur
oddafiskurin í fótbólti og
kendur fyri at hava 50 hugskot um
dagin, harav 51 vánalig, í fjør varð
spurdur um Ronaldosa ynski at
bróta sáttmálan við Manchester
United fyri at kunna fara til
Madrid, svaraði hann: “Vit eiga at
verja leikaran. Um ein leikari hevur
hug at fara, tá lat hann fara. Eg
haldi, at í fótbólti er ov nógv
nýmótans trælkan”.
So, har hevur tú tað, Blatter
meinar, at Ronaldo—av tí at hann
ikki fær sín vilja—er ein trælur. Og
Ronaldo? Hann nikkaði so
hjartaliga.
Onkur burdi teskað teimum í
oyrað, at í 18. øld vórðu trælir, ið
ikki høvdu nokk til dagin og vegin,
og tí nápaðu mat, tægaðir sundur
við hjólinum. Ella bara hongdir.
Men latið okkum straks gloyma
hesa gamalsligu tulking av
trældómi; latið okkum ístaðin
hyggja at allýsingini av
nýmótans trældómi. Henda
er allýst sum tað, at geva seg
undir einum myndugleika
fyri samsýning. Uppaftur
tað eru sáttmálatrælir
vanliga fataðir sum fátækir,
oftani ólisnir og fólk, ið eru
vorðin lumpað at skriva
sáttmálar, tey ikki
skilja.
Cristiano
Ronaldo,
hinvegin, eigur ein silvurblankan
Bentley javnverdur við eini hampa
Norðseturhús. Árla á vári ognaði
trælurin sær eisini ein svartan
Porsche. Og nú vit eru við
bilunum, so keypti hann systrini
ein BMW... at brúka í Manchester.
Afturat hesum eigur portugisiski
trælurin eini hús í Alderley Edge,
Cheshire. Tey kostaðu gott og væl
40 milliónir krónur.
E
ygvaldi egotripparin úr
Madeira er langtsíðani vorðin
forelskaður í síni egnu
spegislmynd, og er av hesum
endaður sum eitt vónleyst og
ótakksamt tiltak. Alex Ferguson
veit hetta betur enn nakar annar.
Og hann veit eisini, nær tíðin er
komin at geva leikarum fótin í
reyvina. Manchester United hevur
tømt Ronaldosa skapilón fyri tað
sindrið av manslæti, sum hóast alt
búði í honum, og tá ið Ferguson nú
mishugaliga hevur viðgingið hetta,
visti hann, at hann mátti avskipa
Ronaldo.
Undanførslurnar fyri at vanvirða
sáttmálar eru nevniliga nógvar og
ymsar í tali, og alraoftast ússaligar
og svikafullar. Eg havi tó samhuga,
tá ið ein flyting er av slíkum slag,
at hon tryggjar leikarans framtíð—
hansara einasti møguleiki veruliga
at royna seg. Og tíbetur vísir tað
seg eisini, at sjáldan hindrar eitt
felag einum leikara at strevast fram
ímóti hesum dreymi.
Superstjørnan Ronaldo hevdaði í
fjørsummar, at eisini hann jagstar
sín dreym, og var tað av hesum, at
hann royndi at sleppa sær undan
sínum langtíðarsáttmála við
Manchester United og sameina seg
við Real Madrid. Kortini,
Ronaldosa framasøkni, ella
”dreymur”, er heilt øðrvísi.
Egotripparin hevur regluliga plágað
allar vitjandi verjur við sínum
ágangandi driblingum á Old
Trafford, heimstaður hjá heimsins
veldigasta felag. Eg meini, hann
spælir ikki við Tottenham.
Afturat hesum er hann
frammanundan ómetaliga ríkur. Eg
meini, hvussu nógv smakkleys
stórmanshús við sjóvarstrondina í
Dubai hevur hasin ungin brúk fyri
at kunna keypa?
N
ei tú, hetta er sjálvsøkni, bert
og blaktað. Um hann veruliga
hevði hug at arbeiða í Madrid,
hví—bert fyri tveimum árum
síðani—gav hann sínum ráðgevum
boð um at plikta seg til Manchester
United í fimm ár? Hví vendi hann
sær ikki longu tá til Real Madrid?
Svarið, sjálvandi, er jú tað, at hann
er vorðin forelskaður í sær sjálvum,
og heldur seg nú størri enn
Manchester United at vera.
Fyri einum ári síðani skrivaði eg
eina tíðargrein um hvussu eg væl
skilji viðhaldsfólkini hjá reyða
partinum av Manchester,
ið
halda, at tað hevði verið betri fyri
felagið at sent Ronaldo til Siberia.
Fyri tey bar hansara óbrigdiliga
uttanumtos, hansara slevjuta
fríggjan við sponsku fjølmiðlarnar
og hansara eyðsædda lítilsvirðing
fyri Manchester United dám av
einum manni, ið er farin at halda,
at hann er størri enn felagið.
Lukkutíð sýtti United fyri at lata
seg treingja upp í ein krók. Men
aftur, tá ið ein av tínum leikarum
soleiðis fjasar við øðrum felagi, og
ber seg so skammiliga at, tá skilji
eg væl hasi, ið spyrja: “Men hvat
er endamálið við at tvinga hann at
verða verandi?”
Endamálið er at gera Ronaldo,
Platini, Blatter og, ikki minst,
madridlenska kongafelagnum
ósvitaliga greitt, at grundliggjandi
dygdir sosum trúfesti og sómi skal
hava týdning. Og, av hesum, at
sáttmálar eiga at koma framum
hvussu-tú-hevur-tað-um-hvussu-
tað-er-í-dag-fyri-teg.
Um United hevði givið eftir,
hevði tað signalerað fyri Real
Madrid, at handa lurvuta,
niðurundirkomna og tølandi
mannagongdin, har tú ikki so
mikið sum bjóðar uppá leikaran,
ikki einans er í lagi, men riggar.
N
ú hevur so kongafelagið
bjóðað uppá leikaran. Men nú,
í mun til í fjør, fer Ronaldo av tí at
Ferguson vil tað, og uttan at geva
seg undir og einast við despotisku
framferðina hjá Real Madrid.
Feløg sum Manchester United
vand av venjarum av einum
kaliburi sum Ferguson fáast ikki
við hissini hendingum. Sølan av
heimsins ríkasta træli er strategiskt
leinkjað til eina størri ætlan.
Ronaldo er farin av tí at hansara
trælaeigari vildi fría hann fyri at
menna sítt lið.
Sjálvur vóni eg, og rokni eg
eisini við, at ein hvítklæddur
Ronaldo saman við sínum kæra
Madrid turna inn í fótbóltsligan og
fíggjarligan húsagang, tí
prinsippleysir minnisskítar sum
Ronaldo látast at gloyma, at
grundin til at United mestsum
hevur verið einaráðandi seinastu
tvey tíggjuáraskeiðini, er av tí at
spælarir sum Roy Keane og Eric
Cantona, í somu løtu sum teir hava
fingið vinnaramedaljuna um
hálsin, ripa hana av aftur og upp á
eitt dustmikið ovastaloft fyri síðani,
saman við hinum, at seta sær nýggj
mál.
Alex Ferguson letur bert leikarar
fara, um hetta, eftir hansara tykki,
er best fyri felagið. Og, Cristiano,
trælaharrin hevur nú selt teg av tí
einføldu grund, at tað er best fyri
felagið. Ikki fyri hann, ikki fyri
teg, men felagið!
Ciao, Ronaldo, og má Franco vera
við tær!
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Ronaldo er farin, Harrin havi lov!
tíðargreinin
Agga Niclasen
meining@meyl.fo
Tíðargreinin