fríggjadagur 12. juni 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 110 • 12. juni 2009
Vikuskifti
16
Tað er ikki Fiska
marknaður Før
oya, sum hevur
álagt skipum og
bátum hægri
gjøld, men
Landingar mið
støð Føroya. –
Sølu gjaldið hjá
okkum er ikki
hækkað í fleiri
ár, og tey 0,75%
av sølu virðinum,
sum vit taka,
svara til umleið 7
oyru fyri hvørt
kilo í 2009, sigur
Fiska marknaður
Føroya sum ann
ars harmast um,
at fiska prísirnir
eru so lágir
Í grein í Sosialinum herfyri
skriv aðu vit um umstøðurnar hjá
útróðrarmonnum, sum í longri tíð
hava verið út av lagi vánaligar.
Fiskiskapurin hevur verið slakur,
men tað, sum hevur gjørt inn tøku
viðurskiftini uppaftur verri, er, at
fiskaprísirnir hava verið so sera
vánaligir.
Útróðrarmaður, sum vit tosaðu
við, vísti eisini á, at tað er vorðið
dýrari – og eisini truplari at
sleppa av við fiskin.
Í greinini gjørdu vit ta mistak
at brúka navnið Fiskamarknaður
Føroya, tá vit skrivaðu um økt
gjøld og sektir fyri eitt nú ófrá
boðaða landing, sum fer fram
uttanfyri vanligu dagtímarnar hjá
Landingarmiðstøð Føroya.
Tó at tað er vorðið dýrari hjá
monnum at sleppa av við fiskin
um uppboðssølu, kemst hetta
ikki av, at kostnaðurin fyri sjálva
søluna hjá Fiskamarknaði Føroya
er øktur.
Tað er hann nevniliga ikki.
Hinvegin eru tað landingar
útreiðslurnar, sum eru øktar.
Skild sundur
Tá Fiskamarknaður Føroya
(FMF) varð stovnaður tíðliga
í nítiárunum, vóru landing og
søla í einum felag, men hin 31.
desember í 2004 vórðu feløgini
skild sundur, og núverandi
Fiskamaknaður Føroya er
stovnaður hin 1. januar í 2005.
Síðan 2005 hevur Landingar
miðstøð Føroya landað og av
greitt skip og bátar, meðan FMF
hevur tikið sær av sjálvari søluni.
Vit eru kedd um, at mis skilj
ingar eru komnar í nevndu grein.
Tað, sum tað kostar at selja á
Fiskamarknaði Føroya, er 0,75%
av søluvirðinum. Er sølan minni
enn eitt vist, er eitt minstagjald
á 50 krónur. Øll onnur gjøld, sum
standa á avreiðingarseðlinum, tá
avroknað verður, eru gjøld, sum
aðrir krevja inn – og ikki vit, sigur
Oskar Joensen, sum starvast hjá
Fiskamarknaði Føroya.
Hann vísir á, at FMF hevur eingi
gjøld hækkað í fleiri ár, og at tey
0,75% av søluvirðinum svara
til umleið 7 oyru fyri hvørt kilo í
2009.
Høgni Hansen, sum eisini
starvast hjá FMF, leggur aftrat,
at tað helst hevði verið torført
at funnið eina uppboðssølu
úti í heimi, sum er bíligari enn
føroyska uppboðssølan.
Báðir harmast teir um lágu
fiskaprísirnar.
Í nevndu grein varð ikki í nóg
stóran mun skilt ímillum, at tað
er Landingarmiðstøð Føroya, sum
landar av avgreiðir viðurskifti,
sum eru tengd at landingini,
meðan Fiskamarknaður Føroya
bert tekur sær av sjálvari søluni.
Fyri útróðrarmannin ger hesin
skilnaður sjálvandi ikki tann stóra
munin, tí kostnaðurin fyri samlaða
”pakkan” verður hin sami – antin
tað er landingarparturin ella
søluparturin, sum krevur meira.
Fyri útróðrarmannin snýr tað seg
um, hvørjar útreiðslur eru tengdar
at tí parti, sum hevur við landing
og sølu at gera.
Og tað eru hesar útreiðslur,
sum útróðrarmaðurin í fyrsta lagi
fýltist á eru øktar og enntá við
sektarbót, um fráboðanarskyldan
ikki verður hildin, og fiskurin
verður landaður í dagtímunum.
Stóri trupulleikin hjá útróðrar
monnum er, at ov lítið fæst
burtur úr fyri ta veiði, sum hann
megnar at draga upp úr sjónum
ein útróðrardag, samstundis sum
útreiðslurnar av landing eru øktar.
Omanyvir slaka veiði, lágar
fiskaprísir og hægri landingar
útreiðslur koma so gjøld sum
eitt nú barsilsgjald og arbeiðs
marknaðargjald, sum fara avstað
við enn einum parti av tí sindri,
sum eftir er, tá avroknað verður.
Einki burtur úr
Útróðrarmaðurin, sum vit tosaðu
við, greiddi okkum frá, hvat
seinastu tríggir útróðrardagarnir
hjá honum høvdu givið. Hann
hevði sett tilsamans 36 línur –
12 línur hvønn dagin. Samlaða
veiðan fyri hesar dagarnar
var 3.800 pund, og tað er ikki
nøkur ring veiða, soleiðis sum
fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum
hevur roynst.
Eg var í bátinum í tilsamans
42 tímar hesar tríggjar dagarnar,
og tá avroknað varð, var mín
partur 420 krónur. Hetta gevur
eina tímaløn upp á 10 krónur um
tíman, segði hann.
Hann legði aftrat, at megin
parturin av veiðini hesar tríggjar
seturnar var hvítingur, sum fór
fyri ein miðalprís á 6 krónur fyri
kilo. Prísurin á hvítingi lá annars
millum 5, 6 og 7 krónur fyri kilo,
og hýsan fór somu dagar fyri
einar 57 krónur fyri kilo.
Vit skulu av við umleið hálva
aðru krónu fyri kilo til land ing
og sølu tilsamans, og tað vísir
seg, at tað alsamt gerst dýr ari
at sleppa av við fiskin. Byrj unar
gjaldið var 50 krónur. Nú hevur
Landingarmiðstøð Føroya so lagt
75 krónur omaná. Aftrat hesum
koma so prosentini fyri sjálva
søluna. Er nøgdin av fiski lítil,
gerast landingarútreiðslurnar
lutfalsliga størri.
Umborð
Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo
Stóran týdning at útróð