Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juni 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindi Nr. 110 - 12. juni 2009 Vegleiðandi fólka­ atkvøða var í gjár í Kvívíkar kommunu, og úrslitið gjørdist ein stórur meiriluti fyri samstarvi við kommunurnar í Vágum. Men valluttøkan var lítil FÓLKAATKVØÐA Leo Poulsen leo@sosialuyrin.fo Fólk í Kvívíkar kommunu høvdu í gjár møguleikan at siga sína hugsan um, hvørjari aðrari kommunu tey skulu styðja seg upp ímóti. Fólk av Válinum, úr Kví­ vík, av Stykkinum, úr Leynum og av Skælingi kundu fara á val og gera sína ávirkan galdandi, men hetta hendi bert í lítlan mun. Av teimum umleið 460, sum høvdu atkvøðu­ rætt, vóru bert 184 á vali. Tað svarar til umleið 41%. Fólk kundu velja ímillum at knýta tættari samstarv við Tórshavnar kommunu, kommunurnar í Sunda­ lagnum ella kommunurnar í Vágum. Úrslitið varð, at 68 atkvøddu fyri Tórshavnar kommunu, sjey fyri komm­ ununum í Sundalagnum og 108 fyri kommununum í Vágum. Úrslitið kom helst eitt sindur óvart á, tí roknað var við, at undirtøkan fyri at halla móti Havnini fór at verða størri, men úrslitið er samstundis rættiliga greitt. ­ Vit ætlaðu okkum at fylgja úrslitinum av veg­ leiðandi atkvøðugreiðsluni, men eg má samstundis viðganga, at valluttøkan var munandi lægri, enn vit høvdu roknað við, so nú mugu vit fáa at síggja, segði Dánjal Petur Müller, borgarstjóri í Kvívíkar kommunu, tá liðugt var at telja upp í gjárkvøldið. Hann sigur kortini, at hann hóast lágu valluttøkuna roknar við, at úrslitið er umboðandi, og hann væntar tí, at bygdaráðið fer at staðfesta avgerðina av valinum. Bygdaráðið fer mána­ kvøldið at hava fund um úrslitið av vegleiðandi fólkaatkvøðuni. Sluppu at velja Dánjal Petur Müller sigur, at Vestmanna og Kvívík sum helst einastu komm­ unurnar fingu møguleikan at velja, hvørja kommunu­ eind tær skulu falla undir. ­ Vit skuldu havt boða frá hesum í oktober mánaði í fjør, men so varð ein nevnd sett at skipa kommunu­ eindirnar, og tann nevndin skal koma við sínum áliti til ólavsøku. Tí hugsaðu vit, at vit skuldu geva fólkinum ein møguleika at siga sína hugsan um, hvørja komm­ unueind tey yngstu at koma upp í, sigur Dánjal Petur Müller. Hann hevur onga bein­ leiðis frágreiðing um, hví valluttøkan var so lítil, sum hon varð. ­ Vit hava sent bræv í hvørt hús í kommununi, og vit hava skipað fyri kunnandi fundi í skúlanum, har Hilmar Høgenni, deild­ arstjóri í Innlendismálum við kommunumálum undir sær, greiddi frá. Eg dugi ikki at siga, um fólk hava gloymt, at fólkaatkvøðan var í gjár, sigur Dánjal Petur Müller. Hann er sjálvandi vón­ brotin um lítlu valluttøkuna, men hann væntar sum nevnt, at bygdaráðið fer at fylgja úrslitinum. Kvívíkingar halla vestureftir Bygdaráðsformaðurin fylgir við, meðan valnevndin telur upp. Frá vinstru Poul Johannes Johansen, Gudny Jacobsen, Dánjal Petur Müller, bygdaráðsformaður, og Randi Jacobsen Mynd: Jens Kristian Vang Badmintonsamband Føroya og Havnar Badmintonfelag geva tær nú aftur møguleika fyri at royna teg á badmintonvøllinum. Tann 29. juni - 3. juli, verður skipað fyri badmintonskúla fyri børnum frá 7 ár til 14 ár. Vit fara at spæla innandura og uttandura, svimja, kappast og hugna okkum. Badmintonskúlin verður í høllini á Hálsi í Havn. Børn 7-10 ár venja hvønn dag frá kl. 8.30-11.30 Børn 11-14 ár venja hvønn dag frá kl. 12.00-15.00. SKRÀ (pr. lið) Mánadag Týsdag Mikudag Hósdag Fríggjadag 1. tími Venja Stafett Venja Uttandura spæl Kapping 2. tími Uttandura spæl Venja Venja Svimja Kapping Stuttur støðgur Frugt v.m. Frugt v.m. Frugt v.m. Frugt v.m. Hugnaløta 3. tími Venja Venja Venja Venja Hetta skal tú hava við tær: Innandura og uttandura skógvar, svimjiklæði, ítróttarklæði og ein ketchara. Hetta hava vit: Badmintonbóltar, 4 venjarar, frukt og drykkjuvørur, atgongumerki til svimjihøllina v.m. Tilmelding á teldupost: havnarbadmintonfelag@gmail.com (upplýs navn, føðingardag, t-post, tlf. nr. og vand/nýbyrjari). Kostnaður kr. 300,- Seinasta freist at melda til er mikudagin 24. juni. Sí annars um tiltakið á www.bsf.fo og www.hbf.fo (og HBF á Facebook). Síggjast! Badmintonsamband Føroya og Havnar Badminton Felag Badmintonskúlin 2009 fyri øll børn í Føroyum