Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juni 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 110 • 12. juni 2009 Vikuskifti 17 Eitt annað, sum útróðrarmenn eisini fýlast á, er, at Landingar­ miðstøð Føroya eisini hevur sett nýggjar treytir og lagt nýggj gjøld omaná landingina, tá bátar landa uttanfyri vanligu dagtímarnar, eins og sektargjøld verða givin, um fráboðanarskylda ikki verður hildin. Útróðrarmaðurin sigur, at samanumtikið er tað vorðið nógv dýrari at sleppa av við fiskin, og tá hetta er í eini tíð, har fiski­ veiðan hevur verið vánalig, og fiskaprísirnir uppaftur verri, er eyðvitað, at tað í løtuni er sera trupult hjá monnum at fáa nakað sum helst burtur úr útróðri. ­ Hevði tað verið sum vanligt, og fiskaprísirnir høvdu verið á eini leið, hevði nógvur útróður verið í dag, nú hvítingurin er komin upp í veiðina. Men, sum er, nyttar einki monnum at loysa. Umráðandi at ísa Í somu grein vísti útróðrarmaðurin á, at ísingin av fiski tykist eisini vera trupul, um tær reglur, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan setir, skulu fylgjast. ­ Ísa vit fiskin, soleiðis sum vit halda, at hann skal ísast, er hann ov kaldur, tá hann verður landaður. Vit hava roynt ymiskar hættir við ísing, men tað vísir seg at vera torført at byrgja upp fyri, at fiskurin ikki gerst ov kaldur, tá hann verður landaður – ella við minni ísi eisini gerst ov bleytur, áðrenn hann fer útaftur til keyparan, segði útróðrarmaðurin. Líkt er til, at júst henda greinin, sum bar heitið ”Reint rukkulív at vera útróðrarmaður í dag”, hevur fingið fleiri upp úr stólinum – í fyrsta lagi Fiskamarknaðin Føroya, tí ikki í nóg stóran mun varð skilt millum viðurskifti hjá FMF og Landingarmiðstøð Føroya, tó at úrslitið fyri útróðrarmenn er hitt sama – og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, tí útróðrarmaðurin setti spurnartekin við, hvussu ísingin av fiskinum skal fara fram fyri at røkka ynskta úrslitinum. Á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni undrast tey yvir, at útróðrarmenn seta spurnartekin við ísing av fiski. ­ Tað er sera týdningarmikið fyri dygdina á fiskinum, at hann verður væl niðurkøldur – helst niður á 0­4 hitastig – skjótast gjørligt, eftir at hann er veidd ur. Um vinnan hevur aðra hugs­ an, ella um misskiljingar eru í sambandi við niðurkøling og ísing av fiski, vil eg fegin hjálpa til at koma hesum til lívs, sigur Arni Petersen, sum starvast á matvørudeildini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Í aðrari grein á hesi opnu verð ur víst til eina fráboð an, sum Heilsufrøðiliga Starvs stovan hevur sent øllum landingar­ miðstøðum viðvíkjandi fiski, sum ikki verður ístaður. Skulu ikki landa fisk sum ikki er køldur og ísaður Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir staðiliga til, at fiskur, sum verður veiddur og seldur til matna, verður niðurkøldur og ísaður Hin 14. mai 2003 álegði Heilsufrøðiliga Starvsstovan í fráboðan landingarmiðstøðum ikki at taka ímóti fiski, sum er meira enn 4 hitastig, tá hann verður landaður. Eftir at henda fráboðan kom, heittu umboð fyri útróðrarfeløg og Fiskamarknaður Føroya á HS at umhugsa avgerðina um, at allur fiskur skal vera undir 4 stig við landing. Grundgevingin fyri áheitanini var eitt nú, at útróðrarmenn, sum eru stutt úr landi, stúra fyri, at teir ikki fáa seinast veidda fiskin køldan niður um 4 stig­markið, áðrenn hann verður landaður. ­ Vit hava tikið ekkan hjá vinnuni til eftirtektar, og í samráð við partarnar hava vit tikið avgerð um, at landingarmiðstøðirnar ”...bert skulu taka ímóti fiski, sum er væl ísaður..”, sum tað eitur í fráboðanini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Lagt verður aftrat, at fiskur, sum ikki er væl ísaður, skal ikki móttakast. HS sigur, at eyðkenni fyri ísaðan fisk er, at hann er í eini niður­ kølingartíð, har hitin er væl lægri enn sjóvar­og lufthiti. ­ Tá landingarmiðstøðirnar meta, um fiskur er væl ísaður, skal hyggjast eftir, um hitin er fallin í øllum fiski, eisini tí fiski, sum liggur niðast í kassunum. Ísur í hóskandi nøgdum skal eisini vera í kassunum – frá botni og upp. Sagt verður, at landingarmiðstøðunum verður í fyrsta umfari ikki álagt at burturvísa ísaðan fisk, sum er í eini niðurkølingartíð, men sum ikki rættiliga hevur rokkið 4 stig­markinum. Heilsufrøðiliga Starvsstovan heldur tó framvegis, at verður fiskur rætt ísaður, eitt nú við blanding av ísi og sjógvi, eigur eingin trupulleiki at verða við at køla hann skjótt niður um 4 hitastig. ­ Nógvir megna at halda hetta markið, tá landað verður, men treytirnar fyri, at hetta skal eydnast, eru, at fiskurin verður køldur so hvørt, sum hann verður fiskaður og ikki sleppur at hópast upp í langa tíð, áðrenn hann verður blóðgaður og kruvdur. Herða krøvini Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur í hesi fráboðan, at óhugsandi er ikki, at krøvini til fiskin fara at verða herd, um hann við køling eftir kryvjing og við ísing kortini ikki fæst niður um 4 hitastig. Lagt verður aftrat, at sambært grein 46 í matvørulógini kunnu avgerðir tiknar av HS kærast til Føroya landsstýri. Kærufreistin er fýra vikur frá tí degi, tilvirkarin er kunnaður um avgerðina. Um kært verður, skal kæran sendast Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Øll, sum hava áhuga í hesi fráboðan, kunnu eisini ringja til HS og spyrja seg fyri henni viðvíkjandi. Vilmund Sýtt verður fyri landing av fiski, sum ikki er ísaður, og umhugsað verður at herða krøvini til landaðan fisk Mynd: Vilmund Jacobsen Tað gevur einki at rógva út í løtuni. Eitt er fiskiveiðan, sum hevur verið svikalig, men verri er, at útróðrarmenn fáa lítið og einki fyri fiskin Myndin er tilvildarlig Mynd: Vilmund Jacobsen ðrarmenn ísa fisk