fríggjadagur 12. juni 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
18
Nr. 110 • 12. juni 2009
– Um vit nú venda
okkum til tíðina í
dag, so ljóðar kallið
frá tíðar streym inum
líka hart sum fyri
110 árum síðani.
Eisini í dag hava vit
brúk fyri okkara fría
vilja til at samstarva
fyri sonnum fram
burði. Avbjóð
ingarnar eru stórar,
men eg hugsi ikki, at
tær eru størri, enn
tær vóru. Nú eins og
tá er pengaloysi ikki
tann avgerandi
forðingin. Men tann
avgerandi forðingin
er tann ikki at kenna
sín vilja og seg
sjálvan, ikki at seta
sær mál og brúka
tann fría viljan til tað
ítasta í sam starvi
fram ímóti málinum
segði Turið Sigurðar
dóttir m.a. í røðu síni
í Føgru líð herfyri. Vit
prenta røðuna
Háskúlin 110 ár
Turið Sigurðardóttir
Í 1899, tíggju ár eftir at Føringa
felag hevði sett føroyskan
háskúla á stevnuskrá sína, fór
Føroya Fólkaháskúli til verka her
norðuri í Borðoynni.
Tað má sigast at vera skjótt
atborið. Og Háskúlin hevur virkað
í tey 110 árini ella teir 40.000
dagnar, sum farnir eru, síðan
hann varð stovnaður: fyrsta árið
á Stongunum í Klaksvík, frá 1900
til 1909 her í Føgrulíð, og tey
seinastu hundrað árini, frá 1909
til 2009 í høvuðstaðnum.
Hvussu bar tað til, at tað
eydnaðist so væl?
Vit kunnu royna at lýsa við
søgulykt 110 ár aftur í tíðina, tá ið
Háskúlin varð stovnaður. Hvussu
vóru Føroyar og føroyingar tá?
Í 1899 var samfelagið
langt síðan farið til gongu við
tí endurreista løgtinginum
1852, fríhandli 1856 og
fyrstu sluppunum frá 1870,
broytingarnar steðgaðu ikki men
vundu upp á seg við alt størri
ferð. Nútíðargerðin kravdi meiri
skúlagongd. Læraraskúli varð
stovnaður í 1870; tá sum sum
mangan seinni, tá ið tað hevur
snúð seg um skúla og mentan,
spurdu teir ráðandi, um tað nú
loysti seg og um tað ikki var betri
og lættari at senda føroyingar
í læraraskúla í Danmark; onkur
embætismaður ávaraði um, at
tað kundi hava separatistiska
ávirkan, at føroyskir lærarar
vóru útbúnir heima í Føroyum.
Barnaskúlar komu um landið um
hesa tíðina: Símun av Skarði gekk
í skúla í heimbygdini, lærarinna
var Bergitha Eliasen norðan úr
Vági. Hon hevði ikki læraraprógv.
Hon var lærarinna í Kunoy,
Haraldsundi og á Skarði.
Føringatíðindi kom út frá 1890,
og Símun av Skarði segði, at
hann las tað, til hann dugdi tað
uttanat. So kærkomið var tað at
fáa føroyskan lesnað.
Árini 189396 gekk Símun í
Læraraskúla í Havn.
Av tí valaliði, sum gekk saman
við honum og fekk stóran týdning
fyri hann, er fyrst er at nevna
Sonnu á Húsum í Havn, sum
hann trúlovaðist við, meðan tey
gingu í Læraraskúla. Harumframt
skyldmaðurin Símun Pauli
Konoy og Jákup Dahl, seinni
próstur. Í læraraskúlanum fór
undirvísingin fram á donskum. Tí
vendu næmingarnir sær í 1894
til Føringafelag og bóðu um hjálp
til at fáa føroyskt inn í skúlan.
Føringafelag svaraði, at tað var
vónleyst; felagið hevði árið fyri
skrivað til skúlastjórnina og biðið
bønliga um at fáa føroyskt inn í
læraraskúlan, tí tað hevði nógv
at týða, at lærararnir dugdu
móðurmálið væl; nógvir fóru at
virka á bygd millum børn, ið aldrin
høvdu hoyrt danskt orð, uttan
tá ið lestur varð lisin sunnudag.
Men skúlastjórnin svaraði nei,
har vóru so nógvar lærugreinir, at
har var ikki rúm fyri føroyskum.
Jóannes Patursson yrkti um hetta
í Føringatíðindi eina yrking við
stevinum “Í Havnar skúla har er
so trongt, at móðurmálið er úti
stongt.”
Tað man hava verið hugurin at
broyta hesi trongu viðurskifti og
búgva seg til tess, sum gjørdi, at
Símun ikki fór í lærarastarv og
gifti seg, tá ið hann var liðugur
í læraraskúlanum í 1896, 24 ára
gamal.
Háskúlarnir eru sprotnir av
evropeisku fólkastýrisrørsluni.
Tað var ikki longur nóg mikið at
fólk dugdu at lesa katekismus og
skriva navnið. Tað var neyðugt
at hugsa sjálvstøðugt og at
kenna seg sjálvan og søgu sína
og mál. Fyrsti danski háskúlin
varð stovnaður í 1844 í Rødding í
Suðurjútlandi, men tá ið Danmark
misti Suðurjútland í 1864, varð
hann fluttu norðurum. Árið eftir
varð Askov háskúli stovnaður
millum Kolding og Esbjerg.
Hann gjørdist fremsti háskúli
í Norðurlondum, tiltikin fyri
góðar lærarar, sum eisini stóðu í
fremstu røð millum granskarar.
Føroyingum stóð frá 1869 í boði
at fáa ríkisstyrk eins og aðrir
ríkisborgarar til at fara á háskúla,
og í 1873 fóru fyrstu føroyingar á
háskúla í Danmark.
Tey 20 árini frá 1879 til 1899
vóru 184 føroyingar á háskúla í
Danmark. Men studningurin var
lítil, og tað var dýrt at gjalda fyri
ferðina og skúlan, og tað gjørdi,
at nógv komu ongantíð heimaftur,
tey fingu sær arbeiði og vórðu
verandi. Tær flestu av gentunum
vórðu verandi, tær fóru at tæna,
og tær giftust.
Av teimum 15 næmingunum
tað fyrsta háskúlaskeiðið, 1899,
vóru 7 úr Klaksvík. Hinir vóru
úr Norðoyggjum, norðaru helvt
av Eysturoy og Kirkjubø. Árið
eftir vóru eisini næmingar úr
Sandoy og Vágum. Í 1901 var
fyrsti næmingurin úr Havn, Hans
Andrias Djurhuus skald. Og í 1902
vóru Skúvoy og Suðuroy eisini
umboðaðar.
Tey fyrstu 20 árini, sum Føroya
Fólkaháskúli virkaði, frá 1899
til 1919, vóru 208 næmingar á
skúlanum úr øllum oyggjum uttan
4 teimum smæstu. Tað er lætt at
skilja av tølunum, hvussu stóran
týdning skúlin beinanvegin fekk.
Men tað er so mangt annað, sum
eisini sigur okkum tað.
Nýklaktur lærari fór Símun
á Askov. Har hitti hann fyrstu
ferð Rasmus, sum hevði verið
á einum øðrum navnfromum
háskúla, Vallekilde, og lært seg
handverk. Teir gjørdust ógvuliga
góðir felagar og lovaðu hvør
øðrum, at teir saman skuldu
stovna háskúla í Føroyum; frá
Viljin at kenna seg
sjálvan og samstarva
»Tann søguleysi sær einki her uttan haga, seyð og eina húsagrund. Tann, sum
kennir søguna, sær fyri sær ungdóm úr øllum Føroyum, lærarar og lærarindur,
eitt yðjandi lív við samrøðu, sangi, fyrilestrum, kjaki, handarbeiði, fimleiki og
spæli. Í fríløtum seiðaberg og dyrging. Sær Rasmus læra næmingar hægri
rokning og natúrlæru og Símun læra teir Føroya søgu og at skriva føroyskt.«
Turið Sigurðardóttur í Føgrulíð 2009
»Tað var ikki pengaríkidømi, sum gjørdi, at tað eydnaðist. Ei
heldur vóru tað framúrskarandi likamsevnir. Men tað var viljin
til at samstarva fyri at lyfta Føroya fólk upp til tilvit og kunnleika
um egnan mátt og megi, mál og mentan, til at gera tey før fyri at
mennast sum einstaklingar og tjóð.«
Turið Sigurðardóttur í Føgrulíð 2009