fríggjadagur 12. juni 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 110 - 12. juni 2009
19
lýsingar
Tórshavnar kommuna
Leiðari til Dagstovnin við Botnánna
Tórshavnar kommuna søkir eftir leiðara at
arbeiða 40 tímar um vikuna, at byrja 1. sept.
2009.
Í barnagarðinum eru 20 børn í aldrinum 5 til
7 ár og í frítíðarskúlanum 22 børn.
Vit bjóða
• eitt áhugavert starv í einum nærumhvørvi,
har náttúran hevur stóran leiklut í gerandis-
degnum, og har spælið fyllir nógv
• møguleika at seta dám á stovnin
• møguleika fyri ráðgeving og eftirútbúgving
• tú verður partur av einum netbólki, sum
kommunan skipar fyri millum dagstovna-
leiðarar
Vit vænta at tú
• er útbúgvin pedagogur og hevur leiðslu-
royndir
• kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir
• hevur hugsjónir um virksemið á einum stovni,
ið rúmar bæði barnagarðs- og frítíðarskúla-
børnum
• hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan
og tryggan gerandisdag, við virðing og
umsorgan fyri tí einstaka barninum,
foreldrunum og starvsfeløgunum
• hevur góð evni at umstilla teg í einum
broytiligum umhvørvi
• sær møguleikar framum vansar
• hevur evni og áræði at ganga nýggjar
leiðir
• kanst virka í góðum samstarvi við
starvsfelagar og foreldur
• dugir væl at samskifta, bæði innan- og
uttanhýsis
• hevur teldukunnleika á brúkarastøði
• hevur lætt við at orða teg munnliga
og skrivliga á føroyskum
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært
sáttmála millum Føroya
Pedagogfelag og Kommunala
arbeiðsgevarafelag Føroya.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær
til Katrina Petersen, deildarleiðara,
ella Ingibjørg Berg, trivnaðarstjóra,
telefon 30 20 10.
Umsókn
saman við viðmælum, royndum og upplýsingum
um útbúgving skal vera hjá Tórshavnar kommunu,
110 Tórshavn, í seinasta lagi 30. juni 2009.
Hevur tú handilstalent?
– handilslærlingur til Svend Krosstein
Hevur tú hug til handil, so hava
vit pláss fyri einum lærlingi (m/k) í
fyritøku okkara.
Vit bjóða tær eitt avbjóðandi starv í eini
spennandi vinnu, har tú verður partur
av einum góðum toymi og fært góðar
møguleikar fyri persónligari menning.
Lærutíðin er ávikavist 2 ella 3 ár,
og til at fáa starvið krevst HH- ella
FHS-prógv. Løn og setanartreytir eru
sambært sáttmála við S & K. Starvið
verður sett eftir avtalu.
Er hetta nakað fyri teg, ert tú vælkomin
at senda eina umsókn við prógvum og
viðmælum til:
P/F Svend Krosstein
Postboks 3229
FO-110 Tórshavn
Viðm.: Lærupláss
Umsóknarfreistin er 1. juli 2009.
Meira at vita?
Meira fæst at vita um starvið við at
ringja til Anniku Krosstein, stjóra, tlf.
34 46 02, ella til Jógvan Magnussen,
handilsleiðara, tlf. 34 46 16.
P/F Svend Krosstein er ein fyritøka í
støðugari menning og hevur í løtuni 17
fólk í fulltíðarstarvi. P/F Svend Krosstein er
einasta HVS-heilsøla í Føroyum og hevur
harafturat størsta HVS-handil í landinum. Vit
selja alt tilfar til vatnveiting, hitaverk, sanitet
og ventilatión. Eisini selja vit byrsur, patrónir,
fi skireiðskap og annað.
Pf. Svend Krosstein • Falkavegur 6 • Postboks 3229 • FO-11 0 Tórshavn
Tel. +298 344 600 • Fax +298 344 601 • www.krosstein.fo • krosstein@krosstein.fo