fríggjadagur 12. juni 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 110 • 12. juni 2009
Vikuskifti 19
hesi løtu snúðu alt seg um at
fyrireika hesa ætlan. Teir bóru
hana fram fyri skúlastjóran á
Askov, og hann stuðlaði teimum
dyggiliga og bar so í bandi, at teir
fingu tann neyðuga studningin
til at vera tvey ár á Askov og
síðan eitt ár á Læraraháskúlanum
í Keypmannahavn. Søga,
mál, bókmentir, sálarfrøði og
kirkjusøgu vóru høvuðsáhugamál
Símunar; náttúrufrøði og stødd
frøði Rasmusar. Innan fyri
øll hesi evnini hevði skúlin
framúrskarandi lærarar. Á
Læraraháskúlanum sermentaðu
teir seg í sínum høvuðsevnum.
Tað er inspererandi at lesa um,
hvussu hugsanin um skúlan
búnast hjá teimum, ikki minst í
brøvum teir skrivaðu sínámillum,
tá ið teir ikki vóru saman.
Summarið 1897 sat Símun
við sveittabrot og las í Askov,
innímillum sum hann undirvísti
børnunum hjá skúlastjóranum.
2 juni skrivaði hann til Rasmus,
sum var staddur aðrastaðni í
Danmark í summararbeiði. Símun
skrivar m.a. :
“...tað er ein slitingur hjá okkum
at vera her í summar. Men eg
havi altíð følt meg glaðan við
arbeiðið, sum nú altíð gongur
fram móti tí eina málinum at fáa
frískúlan upprættaðan. /.../ Eg
eri vissur í, at alt kemur an uppá
okkara energi, og hví skula vit
ikki gera ein brest i okkara ungu
døgum? Lat tað antin røkka ella
støkka; men við Guds hjálp vænti
eg alt at bera í lag/../ Ja, eg vildi
ynskt, eg vit skuldu kunnað begint
í morgin, men tað er eitt ting,
sum vit vita, at fyrr enn um tvey
ella trý ár kann ikki hugsast um
nakað begynnilsi./.../ Eg kann frítt
siga, at hesin tankin fer ongantíð
úr heysinum á mær, og eg ynski
eftir, at hann má vera líka fast
bankaður inn í heysin á tær.Tann
dagur kemur nokk, tá ið Føroya
mál fer at ljóða í talu og sangi
bæði til fjals og fjøru...”
Tveir mánar seinni, í august,
skrivar Símun til A. C. Evensen
í Keypmannahavn, eisini um
skúlan:
“Mær leingist eftir at hitta teg.
Tá ið tað nú ikki ber til, so kann
eg nú við tað sama skriva eitt
sindur um tað mál, eg havi sett
mær, síðan eg kom til Askovar:
at reisa ein nýggjan frían skúla
í Føroyum /..../ Mín ætlan er
ikki, at okkara fríi skúli skal
vers stoyttur í sama form sum
háskúlarnir í Danmørk; nei, vit
hava jú okkara fría vilja; men
eg má siga, at eg veit okkum
ikki nakað betri forbílæti, enn
háskúlarnar í Danmørk! Seinasta
vetur var tað avgjørt millum
Rasmus úr Vágum og meg, at vit
skuldu royna av allari megi at fáa
upprættað ein háskúla í Føroyum,
og vit standa við tað sama enn.
Eg tori at siga, at tað eru ikki
nógvir menn, eg líti meira á enn
Rasmus. Eg var so glaður, tá ið
tú skrivaði, at vit máttu royna at
fáa ein frían skúla í Føroyum, at
eg ikki havi havt grið síðani – so
langtar mær eftir at snakka við
teg. Tú veitst líka væl sum eg, at
nakað má gerast á tann hátt,um
vit skula koma til ein góðan enda.
Væl veit eg, at Føringatíðindi
hevur gjørt nyttu, ja, stóra nyttu;
men um vit skula fáa móðurmálið
í hásæti sum tað dýrabarasta
fyri hvønn mann, so má meira til
enn Føringatíðindi, so má skúlin
leggja grundarsteinarnar. Men
eg vænti, at tað verður leingi at
bíða, dersum vit ikki fáa ein frían
skúla. Tað verður eitt ódnartak at
fáa tað í lag, men ómøguligt er
tað ikki. Ofta plagi eg at hugsa
við mær sjálvum: høvdu vit havt
ta megi sum NólsoyarPáll, so
hevði tað borið í lag. Nólsoyar
Páll hevur víst okkum hvussu
nógv ein maður kann útinna/.../
Eg føli meg ofta ólukkuligan, tí
vegurin sýnist vera trongur til
málið og eg eigi ikki sýru í veggi.
Eg noyðist vist at fara aftur til
Føroyar næsta vár – og so kanska
søgan er úti...”
Símun endaði kortini ikki brævið
í vónloysi, men honum so líkt við
hesum mótaðu reglum:
“Gott mót! So koma
vit heilir heim,
Gott mót! og kærleik
í barmi goym!”
Vit vita nú, hetta gekk út:
teir komu heilir heim í meira
enn einum týdningi. Teimum
eydnaðist verkið.
Tað talaða og sungna orðið var
álitið, og hvønn dag hildu Símun
og Rasmus tvær røður hvør. Hóast
tað vóru bøkur alneyðugar. Eitt
av tí, sum Háskúlin vildi vera bót
fyri, var tann andliga drepandi
uttanatlæran á donskum,
uppífyllingin av óskiljandi
kunnleika í børnini, antin tað æt
lærubók, historia ella annað.
Í lærigreinini føroyskum vóru
hjálparamboðini Anthologiin og
Føroyingasøga – báðar hevði
Hammershaimb greitt úr hondum
– og bókin Smásangir og sálmar
frá 1899. Símun og Rasmus
skrivaðu nógv árini í Føgrulíð, teir
vóru uppi í øllum mentanarstarvi,
reikaðu fyri útgávum, brutu upp úr
nýggjum. Tað er við halgikenslu,
at ein eygfer bøkurnar teir
greiddu úr hondum hesi árini
og sum hava Føgrulíð prentaða
á tittulblaðið sum útgávustað:
Jóla og nýársbók, barnablaðið
Ungu Føroyar, sjónleikurin Vár.
Og fyrsta føroyska skaldsøgan,
Bábelstornið eftir Ramus, er
eisini frá hesum árunum.
Hvussu bar tað til, at ætlanin
eydnaðist væl væl hjá vinunum
og seinni svágrunum Símuni og
Rasmusi?
Teir høvdu eitt mál teir høvdu
sett sær av fríum vilja og sum
teir elskaðu. Tann fríi viljin fekk
teir at samstarvast, tveir ógvuliga
ólíkar menn, men við sama máli.
Tá ið teir høvdu sett sær tað
fyri, fyrireikaðu teir seg sum
alrabestvið við hægstu útbúgving,
sum fekst, og har slakaðu teir
ikki. Teir svaraðu kallinum frá
frælsistíðarstreyminum og
góðar kreftir í Føroyum stuðlaðu
teimum. Teir stóðu ímóti tí beisku
mótstøðu, sum teir ofta fingu frá
myndugleikasíðu. Stuðulin, sum
teir fingu frá fólkinum runt landið,
vigaði uppímóti.
Eitt vita vit: tað var ikki penga
ríkidømi, sum gjørdi, at tað
eydnaðist. Ei heldur vóru tað
framúrskarandi likamsevnir. Men
tað var viljin til at samstarva fyri
at lyfta Føroya fólk upp til tilvit
og kunnleika um egnan mátt
og megi, mál og mentan, til at
gera tey før fyri at mennast sum
einstaklingar og tjóð.
Tann søguleysi sær einki her utt
an haga, seyð og eina húsa grund.
Tann, sum kennir søguna, sær fyri
sær ungdóm úr øllum Føroyum,
lærarar og lærarindur, eitt
yðj andi lív við sam røðu, sangi,
fyrilestrum, kjaki, handarbeiði,
fimleiki og spæli. Í fríløtum seiða
berg og dyrging. Sær Rasmus
læra næmingar hægri rokning
og natúrlæru og Símun læra teir
Føroya søgu og at skriva føroyskt.
Um vit nú venda okkum til tíð ina
í dag, so ljóðar kallið frá tíðar
streyminum líka hart sum fyri 110
árum síðani. Eisini í dag hava vit
brúk fyri okkara fría vilja til at
samstarva fyri sonnum framburði.
Avbjóðingarnar eru stórar, men
eg hugsi ikki, at tær eru størri,
enn tær vóru. Nú eins og tá er
pengaloysi ikki tann avgerandi
forðingin. Men tann avgerandi
forðingin er tann ikki at kenna sín
vilja og seg sjálvan, ikki at seta
sær mál og brúka tann fría viljan
til tað ítasta í samstarvi fram
ímóti málinum.