Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juni 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 tíðindi Nr. 110 - 12. juni 2009 Summarfest á Ternu Í dag er veitslulag á Býlings­ húsinum á Ternuryggi, tí fleiri barnagarðar eru savn­ að ir til ein hugnaligan dag. Á skránni er ein rúgva av hendi ngum. Longu klokkan 10 í morgun varð skipað fyri konsert, og sera gott lag var á børnunum. Eftir kon sert ina fingu børnini ein bita úr pylsuvogninum, og aftaná tað komu klovnar í barnagarðin at gera stutt­ ligar ballónir. Seinni um dagin komu dansi gentur framvið og dans aðu saman við børn­ unu m. Seinast á skránni vóru foreldrini boðin við, tí býlings húsið á Ternuryggi hevur 21 ára føðingardag sunnu dagin, og hann verður há tíðar hildin í dag. Val í Iran í dag Meiri enn 46 milliónir iranar hava atkvøðurætt á forsetavalinum í dag. Valhølini lótu upp klokkan hálvgum fimm okkara tíð, og tíðindastovurnar skriva, at nógv fólk stóðu uttanfyri og bíðaðu. Eygleiðarar vænta eisini, at valluttøkan verður tann størsta, síðani Iran bleiv skipað sum lýðveldi fyri 30 árum síðani. Fýra menn stilla upp hesaferð, og alt bendir á, at dysturin stendur millum verandi forsetan, Mahmoud Ahmadinejad, og fyrrverandi forsætisráðharran Mir Hossein Mousavi. Tann seinni verður roknaður sum nýskipanarhugaður og fær serliga stuðul frá teimum yngru. Fær einki valevni meiriluta í dag, verður umval í næstu viku. Eftir at pylsurnar vóru etnar komu klovnar við serligum ballónum S i l i Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Sk ái Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið