Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. juni 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 20 Nr. 110 • 12. juni 2009 Eydna í Homrum Lívfrøðingur Á 29. ári ger rannsóknarskipið Magnus Heinason sína skyldu. Hann fær okkum tilfar til vega um, hvussu stendur til í sjóøki okkara. Um streymar, hita, æti og fisk. Men elli tekur at boyggja – Magnus er slitin og í ferð við at takka fyri seg Føroyska samfelagið lítur framvegis í stóran mun á havsins tilfeingi. Við dagsins lágu toska- og hýsustovnum sum dømi kunnu vit staðfesta, at ongi náttúrutilfeingi eru óavmarkaði. Tí er tað av alstórum týdningi at fata lívið í havinum, at kenna havið sjálvt og tær broytingar í havinum, sum skapa karmarnar fyri lívi. Flestu kanningar av hesum slagi í Føroyum verða gjørdar við rannsóknarskipinum Magnusi Heinasyni. Kanningar úr rúgvuni Og rannsóknirnar fevna vítt. Frá løtumyndum av til dømis tøðsøltum í sjónum og fiski í trolinum, til at kanna hvussu bæði havstreymar og toskur ferðast. Summi úrslit verða brúkt í altjóða høpi, t.d. streymmátingar, ið eru við í gransking, sum skal meta um hvussu heimshøvini verða ávirkaði av veðurlagsbroytingum. Eisini ekkolodd-kanningar av uppsjóvarfiski verða gjørdar saman við fleiri øðrum londum. Tískil eru ekkolodd-kanningar við til at staðfesta okkara part av silda-, makrel- og svartkjaftakvotunum Onnur úrslit hava størst týdning fyri føroyingar, so sum yvirlitstrolingarnar av botnfiskastovnunum. Hesi úrslit eru týðandi partur av stovnsmetingunum, sum eru grundarlag undir tilmælinum um fiskiskap, sum Fiskirannsóknarstovan á hvørjum ári letur Landsstýrinum. Av øðrum týðandi kanningum kunnu nevnast yngulkanningar, reiðskapsroyndir og t.d. kongafiskakanningar. Vrakaður av út­ lendskum stovnum Magnus Heinason hevur roynst væl, men hann er nú vorðin gamal, og fyllir ikki alsamt størri krøvini, sum verða sett til havrannsóknarskip. Hetta er sera óheppið, tí tá stóra oljufelagið ella franska universitetið leita sær eftir skipi at gera kanningar fyri seg, steðga samráðingarnar um at leiga føroyska rannsóknarskipið, á øðrum ella triðja stigi; tá er aloftast greitt at Magnus Heinason ikki lýkur treytirnar. Hetta merkir í fyrstu syftu mistar inntøkur – men verri er tað, at føroyingar á henda hátt ikki sleppa at ogna sær ta vitan og tey netverk, ið standast av samstarvi millum stovnar, fakbólkar og lond. Umvælingar heldur enn nútímansgerð Magnus Heinason - í fólksins Magnus Heinason í dýrdarveðri