fríggjadagur 12. juni 2009síða 36
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 • 12. juni 2009
36
inngangur
grams.fo
Grovari
enn nakrantíð
Byrjað dagin saman við okkum.
Royn okkara nýggju røð av breyðum og morgunbreyðum.
M
i
n
.
6
%
f
b
u
r
M
a
x
2
%
f
e
i
t
t
Hoyvíksvegur 65 · Tlf 31 21 61
Gamalt var at mætir harrar
fingu myndlistafólk at prýða
glæstriborgirnar hjá sær. Tað
kenna vit frá slottum um allan
heim og seinast hjá okkum við
m.a. Løgtingshúsini. Alt gott
um tað.
Eitt nýtt rák er tó við at taka
seg upp.
Mætir harrar, slots-
eigarar eru nú farnir at biða
matlistarfólk koma inn í
borgirnar at skapa matlist
heldur enn myndlistfólk skapa
myndlist.
Matlistin hevur nú fingið
so stóran týdning av tí hon
megnar at flyta mørk hjá
menniskjum, at ávirka tey
eins og onnur list. Sjálvsagt
veldst um kokkin eins og
myndlistamannin.
Eitt tað besta dømið
um hetta er tá ið 800 ára
gamla Dragsholm Slot í
Norðursælandi í fjør heitti
á kokkin René Redzepi á
matstovuni, noma, at hjálpa
sær at skapa ein nýggjan slots-
køk. Rávørurnar skuldu vera
lokalar, fyrstafloks og kokka-
kynstrið á listarligum støði.
Táverandi sous-chefur á
noma, Carsten Henriksen,
fekk uppgávuna at flyta inn
í Dragsholm Slot og skapa
list. Tað hevur verið ein stór
succes. Borgin liggur skamt
frá Lammefjorden, ið er veitari
av kanska besta grønmeti í
Danmark. Her hevur Søren
Viuff, ”grønmetis-alari”
megnað at veitt bestu rávørur
til listamannin á slottinum.
Harumframt fær slottið
fisk, kjøt og flogfenað frá
lokalum veitarum. Røddir eru
longu frammi um at støðið
er líka høgt sum á kendu
Michelin-matstovunum í
Keypmannahavn.
Henda lítla søgan skal
bara gera vart við hvussu
týdningamikil faktorur
maturin er, tá ið vit bjóða
fremmandafólki til Føroya
at vitja. Vilja vit einans stilla
upp við kantinu-snikkarar
so verður tað hareftir. Íðan
vera vit mett, men ikki
sansaliga. Matuppliving krevur
matlistarfólk.
Og tað er eftirspurd vøra í
dag.
Matlist
framum
myndlist
Mortan í Hamrabyrgi