Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juni 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 111 - 15. juni 2009 Føroyingar tysja á apotekini, nú fyrsta góðkenda klænki­ evnið nakrantíð fæst í hondkeyp. ­ »Ódámligt« um allur fiti nú skal viðgerast við heilivági, heldur formaðurin í Komm­ unu lækna felagnum KlænKievni Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo »Útselt - tíverri« Hesi boðini fingu kund ar á apotekum kring alt landið bert fáar dagar eftir, at nýggja klænkievnið Alli fekst í hondkeyp fyri einum mánað síðani. Í skundi bíløgdu apotekini nýggjar sendingar av nógv eftirspurda klænkievninum. Og tá vit ringdu fyri at kanna áhugan fyri Alli, var svarið tað sama frá øllum apotekum. - Alli selur sum heitt breyð, vistu tey at siga á apo- tekunum í bæði Havn og Klaksvík. Eisini á apotek unum í Runavík og á Tvøroyri fara pakk arnir við nýggja klænki evninum við rúkandi ferð um diskin. - Øll vilja hava Alli, so her hevur verið rættiligur grav gangur, ljóðaði tað av Tvøroyri, meðan tey í Runa- vík vissaðu um, at tey høvdu bílagt eina nýggja send ing av Alli, so eystur- oyingar ikki koma til fá - nýtis. Tú ert ov kløn Tey vóru eisini mong, ið bíðaðu í spenningi, tá tað í útlendskum miðlum frætt- ist, at nógv umrødda Alli klænkievnið nú var á veg í apotekini. Hetta er nevniliga fyrstu ferð, at ES kommissi- ónin hevur givið eitt góð- kent klænkievni leyst at selja í hondkeypi. Og tíð- indini um, at Alli forðar kropp inum í at upptaka fitan í matinum, hava leingi gingið sum eldur í okkara grannalondum. Fría atgongdin til nýggja klænkievnið er tó ikki fallin í góða jørð hjá øllum. Í Danmark stúra læknar fyri, at eitt nú fólk við eting arólagi verða freistað at brúka Alli fyri at gerast enn klænri. Og fyrstu dag- arnar Alli fekst í hondkeyp, høvdu donsk apotek eisini trupulleikar av, at fólk, ið als ikki høvdu tørv á at klænka, bóðu um nýggja klænkievnið. Eisini á føroyskum apo- tekum hava tey verið noydd at tosað onkrar kundar frá at keypa Alli. Hetta hevur tó ikki skapt stórvegis trupul leikar. Heldur tvørtur- ímóti. - Eg haldi, at fólk hava kent seg eitt sindur smikrað, tá vit hava greitt teimum frá, at tey í grundini eru ov kløn til at taka hetta klænki- evnið, sigur Katrin Knud- sen, farmakonom á Tjaldurs Apoteki í Havn Kunnu ikki nokta Alli er nevniliga bert ætlað teimum, sum hava eitt BMI tal, ið er 28 ella hægri. Tað vil til dømis siga, at um tú ert 165 cm høg, skalt tú viga í minsta lagi 76,2 kilo fyri at tað er ráðiligt at taka Alli. Ert tú yvir 18 ár kann ongin kortini forða tær í at at keypa tablettirnar. Eisini hóast túi veruleikanum ert kløn. - Vit spyrja um BMI talið ella hjálpa kundanum, at rokna tað út. Út frá tí kunnu vit so siga, um hetta klænki- evni er egnað til tín. Men vit kunnu ikki nokta at selja fólki Alli, nú tað fæst í hond keyp, sigur Katrin Knud sen, farmakonom. Tað er tó ikki allastaðni, at tey hava so stórt álit á, at kundin sigur satt um sína vekt. Á fleiri apotekum í Dan mark verða fólk nú vigaði, áðrenn tey sleppa at ogna sær ein pakka av Alli. Soleiðis virkar Alli Alli inniheldur evnið orlistat, sum tarnar upptøkuni av feitti frá tarmunum. Feitt í mati má brótast niður av enzymum, fyri at verða tikið upp í kroppinum. Orlistat darvar hesum enzymum í at virka, við tí úrsliti, at ein partur av feittinum frá mati fer óbroyttur út við skarninum. Alli virkar tó bara klænkandi, um tú samstundis etur minni og soltnari mat enn vanligt. Hjáárin Leyst lív Feittut ella oljukent skarn Feitt ella olja seyrar úr endatarmi Luft í tarmum Kelda: Lægemiddelstyrelsen og Netdoktor.dk ES-góðkent Alli er fyrsta ES-góðkenda klænkievnið, sum fæst í hondkeyp. At evnið er góðkent av ES merkir, at tað kann skjalprógvast, at evnið virkar og lýkur tey krøv, sum verða sett slíkum heilivági. Gravgangur eftir nýggjum Skoti deyður av H1N1 H1N1, Influensa A ella svínakrím, sum tað eisini verður rópt, hevur nú kravt sít fyrsta mannalív í Evropa. Heilsumyndugleikarnir í Skotlandi kunngjørdu í gjárkvøldið, at svínakrímið H1N1 hevði kravt eitt mannalív har. Hetta er fyrstu ferð, at smittan hevur kravt mannaliv uttan fyri Norður- og Suðuramerika. Sambært skotsku myndugleikunum var sjúklingurin heilsuliga veikur frammanundan. Heimsheilsustovnurin WHO kunngjørdi fríggjadagin, at 29.669 fólk kring heimin eru smittað við H1N1, og at 145 eru deyð av smittuni. Obama rósar Netanyahu Amerikanski forsetin, Barack Obama, sigur seg vera fegnan um, at ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, takur undir við, at palestinar fáa egið ríki. Tað var í einari røðu um vikuskiftið, at Netanyahu segði seg taka undir við, at palestinar fáa egið ríki. Hann segði eisini, at Ísrael fer ikki at fremja fleiri búsetingar á Vestara Áarbakka, men hann helt uppá, at Jerusalem er og verður høvuðsstaður í Ísrael. Røðan hevur fingið yumsa móttøku. USA fegnast, men palestinar siga, at tað var einki nýtt í tí, sum Netanyahu segði.