Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juni 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 111 - 15. juni 2009 7 tíðindi So strang hava apotekini í Føroyum tó ikki verið higatil. - Nei, tað halda vit ikki vera neyðugt. Tað ber eisini rættiliga væl til at meta um vektina, við at síggja kund- an, sigur Katrin Knudsen, og vísir á, at tað er eitt krav, at fólk møta persónliga á apotekinum, um tey ætla sær at keypa Alli. Av somu orsøk sendir apotekið heldur ikki nýggja klænkievnið við posti út um landið, sum tey annars ofta gera við øðrum heili- vági. Men hví gera apotekini so nógv burturúr at kanna fólk, um tey kortini ikki kunnu nokta fólki at keypa heilivágin. - Tí vit hava eina lógar kravda skyldu til at kunna fólk, sum keypa heilivág, so tey hava eitt reelt grund arlag at velja útfrá. Velja tey at keypa heilivágin móti okkara ráðum, verður tað teirra egna ábyrgd, sigur Hjalti Gunnarstein, apo tek ari á Eysturoyar apoteki í Runavík. Føroyar fylgja við Vandin fyri misnýtslu er tó ikki tað einasta, læknar og eitt nú Felagið móti etingar ólag í Danmark hava ávarað ímóti, nú ongin í veru leikanum kann forða fólki í at keypa nýggja klænki evnið. At partur av feittinum í matinum fer ósodnaður út aftur, kann eisini føra til mangul á týðandi fitisýrur og feitt- upploysilig vitamin, stað- festir Kim F. Michael sen, professari í føðslufrøði, sambært DagensMedicin.dk. Tí kann tað undra, at før- oyska apoteksverkið ikki tykist at hava sett spurnar- tekin við, um Alli eisini skal seljast í hondkeyp í Før oyum. Eisini tá hugsað verður um, at ES-góð kenn- ingin av evninum í prin- sipp inum ikki umfatar Føroyar, ið ikki er limur í ES. Sambært Hjalta Gunnar- stein, er orsøkin tann, at stórt sæð allur heilivágur, sum verður góðkendur í Dan mark, eisini verður góð kendur í Føroyum uttan neyvari viðgerð - Í Føroyum hava vit ong- an møguleika at gera tær kann ingar, sum ES- kommissiónin, hevur gjørt í hesum føri. Hinvegin vita vit, at teirra eftirlit við heili- vági er sera strangt, og tí hava vit álit á, at hetta evnið er trygt at brúka, tá veg- leiðingin verður fylgd, sigur Hjalti Gunnarstein. Tí hava apotekini eisini eina heilt avgerandi skyldu til at upplýsa kundarnar um, hvussu Alli skal brúkast og hvørji árin og hjáárin evnið kann hava, leggur Hjalti Gunnar stein áherðslu á. Ikki mirakulevni Sjálvur dylur Hjalti Gunn arstein ikki yvir, at eftir hansara tykki eru vónirnar til Alli kanska í so høgar. - Ein sterkari útgáva av hesum klænkievninum, sum nevnist Xenical, hevur leingið verið at fingið á resept. So um talan var um eitt mirakulevni, trúgvi eg, at vit høvdu havt hoyrt meir um tað, sigur Hjalti Gunn- arstein. At framleiðarin av Alli hevur søkt um eina felags ES góðkenning, kann eisini vera tekin um at sølan av Xenical hevur verið lítil. Í øllum førum er ein slík felags gókenning ein effek- tivur máti at fáa nýggjan heilivág út á marknaðin í fleiri londum samstundis. Læknin Jaspur Petersen, sum eisini er formaður í Kommunulæknafelagnum váttar, at Xenical ongantíð hevur verið nøkur suksés sum klænkievni. Um ein ørsøkin til vant- andi áhugan fyri Xenical er, at fólk vilja sleppa undan at fara til lækna við sínum vekttrupulleikum er ilt at siga. Jaspur Petersen er tó ikki í iva um, hvat hann heldur um eitt klænkievni nú gongur sum heitt breyð í hondkeyp. - Tað ljóðar stak ódámligt, um trupulleikar við vektini yvir ein breiðan kamb nú skulu viðgerast við heili- vági. Tey, ið eru ringast fyri av yvirvekt, hava longu sum er møguleika at verða skurðviðgjørd. Hjá øðrum er bara ein haldbærur máti at klænka seg, og tað er við at eta heilsubetri og minni og røra seg meir, sigur Jaspur Petersen, lækni. Eyka fyribyrging Kvinnur, ið taka p-bollar, eiga at nýta eyka fyribyrging, tá Alli kann geva ógvusliga skræpu, ið kann minka fyribyrgjandi virknaðin í p-bollum. Dýrur klænkikurur Enn er lítið at at frætta um, hvussu nógv kilo fólk eru lætnað við at brúka Alli. Á einum av føroysku apotekunum vistu tey tó um eina, sum var lætnað trý kilo eftir tveimum vikum. Hetta svarar rættiliga væl til royndirnar úr Danmark. Á danska Institut for Rationel Farmakoterapi vísa tey tó á, fólk lætna mest í byrjanini. Eftir at hava brúkt Alli í seks mánaðir eru fólk í miðal lætnað 2,5 kilo. Tá hugsað verður um,at ein pakki av Alli kostar 462 krónur og røkkur ein mánað. Hetta kann sostatt gerast ein rættiliga dýrur klænkikurur. Er Alli nakað fyri teg? Finn tína hædd í teiginum til vinstru niðanfyri. Tak ikki Alli klænkitablettir, um tú vigar minni enn vektin, sum er ásett í mun til hæddina. Hædd Vekt 150 cm 63 kg 155 cm 67,25 kg 160 cm 71,75 kg 165 cm 76,25 kg 170 cm 81 kg 175 cm 85,75 kg 180 cm 90,75 kg 185 cm 95,75 kg 190 cm 101 kg klænkievni Rúsevnabarónur tikin Herurin í Meksiko tók í gjár oddamannin í einum av teimum størstu rúsevnaharkaliðunum í landinum. Juan Manuel Jurado Zarzado ella "El Puma", sum hann vanliga verður róptur, er oddamaður í harkaliðinum Golf. Hann varð tikin tí kenda frítíðarstaðnum Cancun, har herurin og løgreglan hava framt eitt umfatandi átaki ímóti rúsevnahandli. Átkið hevur avdúkað, at fleiri leiðandi menn í meksikanska herinum hava arbeitt saman við rúsevnaharkaliðunum. Teir eru nú tiknir, og verjumálaráðið sigur, at allir verða stevndir fyri rættin. Kvinnur drekka verri Drykkjuvanarnir hjá bretskum kvinnum eru broyttir nógv tey seinnu árini, og nú drekka tær bretsku kvinnurnar líka nógv alkohol sum bretskir menn. Tað skrivar blaðið The Daily Tele- graph. Broytingin sæst eisini í hagtølunum hjá løgregluni, tí alt- samt fleiri kvinnur koma í svørtubók hjá løgregluni fyri ymiskt, sum tær gera, meðan tær eru druknar. The Daily Telegraph skrivar, at tey bæði seinastu árini eru 30 prosent fleiri kvinnur tiknar fyri ólátaðan atburð orsakað av drykkjuskapi. Uppaftur verri er við ungum gentum, sum als ikki hava loyvi at keypa sær sterkt. Tær eru 47 prosent fleiri í svørtubók nú enn fyri tveimum árum síðani.