mánadagur 15. juni 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 111 - 15. juni 2009
Borgarar í Føroyum,
sum hava viðurskifti
at skipa við danskar
myndug leikar ella
bank ar, kunnu gera
tað umvegis alnetið.
Til tað krevst bara ein
tal gild undirskrift.
Trupul leikin er
bert tann, at eingin
myndug leiki hevur
heimild at geva eina
slíka út. – Far til
Ís lands eftir henni, er
svar ið
Talgild
undirskrifT
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Danir hava líka síðan ár
2003 havt møguleika fyri at
skipa síni egnu privatu
viður skifti
við
bankar,
skatta vald, heilsuverk og
aðr ar
myndugleikar
á
al neti num. Hetta gjørdist
møgu lei ki, tá talgilda undir
skrift in varð innførd.
Talgilda undirskriftin er
ein persónlig undirskrift á
al neti num, og hon er eins
bind an di og tann hond
skriv aða. Eitt nú verður
hen da nýtt, tá borgarar
skulu fáa upplýsingar um
teirra egna skattamál, tá
for eldur skulu lesa journalin
hjá innlagda barni teirra
ella tá upplýsingar um lán
skulu heintast frá banka
num.
Hetta er ein hentleiki, ið
al samt fleiri danir gera nyt
tu av, og henda møguleika
hava føroyingar, ið hava
búð niðri eisini.
Trupulleikin er bert tann,
at talgild undirskrift ikki
verð ur nýtt í Føroyum, og
eing in myndugleiki er í
Før oy um, sum kann geva
eina talgilda undirskrift út.
Tvørligt at búgva
í Føroyum
Talgilda undirskriftin er í
veru leikanum ein persónlig
pin kota, nøkur tøl, ið verður
nýtt at skriva undir skjøl,
senda teldubræv í trúnaði
og til at skipa síni egnu
viður skifti við tað almenna
um vegis alnetið.
Men fyri at fáa eina slíka
pin kotu
útflýggjaða,
er
neyð ugt hjá viðkomandi
per sóni at møta upp per
són liga hjá eini sendistovu
ella einum konsli, til tess at
tað kann tryggjast, at tað
bara er rætti viðkomandi, ið
fær hesa útflýggjaða.
Men av tí at Føroyar eru
partur av ríkis felags skapi
num, er hvørki sendistova
ella konsul fyri Danmark í
Før oyum, og tískil kann
pin kotan ikki útflýggjast í
Før oyum.
Hetta merkir, at skal ein
dani ella ein føroyingur
hava fatur á síni talgildu
undir skrift, noyðist hann
antin til Keypmannahavnar
ella til Reykjavíkar, til tess
at fáa hesa útflýggjaða.
Flúgv til Íslands og fá
hana á sendistovuni har, er
svar ið sum danir í Føroyum
fáa, tá teir vilja vita, hvar
teir kunnu fáa fatur á pin
kotuni.
Loysnin á veg
Danska IT og Telestyrelsen
siga við heimasíðuna hjá
Version 2,
www.version2.
dk, ið fyrst varpaði ljós á
trupul leikan, at ein loysn er
á veg.
Tað er bara ein spurn
ing ur um at IT og Tele
styrel sen og DanID, saman
við føroysku myndugleikum
fáa nakrar mannagongdir
upp á pláss, soleiðis at pin
kotan kann útflýggjast hjá
Ríkis umboðnum í Før oy
um. Har skulu gerast nakrar
manna gongdir fyri hvussu
ein fær váttað, at pinkotan
verður útflýggjað til rætta
við komandi, og tað hava vit
ein góðan, konstruktivan
dia log um, sigur Palle H.
Søren sen, ið er deildarleiðari
í Danska IT og Tele styrel
sen, við Version2.
Talgilda
undirskriftin
hev ur verið í nýtslu í Dan
mark síðan 2003, og at
manna gongdirnar ikki eru
fingnar upp á pláss enn, er
sam bært Palle H. Sørensen
mangl andi eftirspurningur.
Tingini taka sína tíð, og
eftir spurningurin hevur ikki
ver ið so øgiligur, greiðir
hann frá.
Gríma klár við nýggjum leiki
25. juli frumframførir Gríma leikin Pietá á Tjóðpallinum. Ria er høvuðspersonur í leikinum. Í
byrjanini liggur tilkomna kvinnan, har arbeiðslív og privatlív eru um at sindrast, á einum
hotelkamari. Við síðurnar av henni liggur ein fremmandur maður. Hon veit onki um mannin,
men hvat er galið við støðuni. Kanska er hon klár at rýma frá veruleikanum. Hvat víðari hendir
fæst ikki at vita fyrr enn 25. juli, tá leikurin verður frumframførdur á Tjóðpallinum. Pietá er
italskt orð, og er millum annað navnið á kendasta listarverkinum í Pæturskirkjuni í Rom, har
krossfesti Jesus liggur í føvninginum á Mariu Moy. Orðið vísir á miskunn, gudsótta, sorgarvísa
og bøn um náði. Tað er Astrid Saalbach, ið hevur skrivað, og Egi Dam leikstjórnar. Talan er um
ein einmansleik, har Birita Mohr hevur einasta leiklutin. Marianna Mørkøre ger pallmynd og
Árni Baldvinson syrgir fyri ljósi og smíðar pallmyndina. Leikurin verður spældur frá 25. juli og
nakrar sýningar fram.
- Far til Íslands eftir henni
Skal tú hava upplýsingar um
lánið, lesa sjúklingajournalin
ella gera onkur onnur ørindi hjá
donskum myndugleikum, kann
tú gera hetta um alnetið við eini
talgildari undirskrift. Trupulleikin
er bert tann, at tú noyðist antin til
Keypmannahavnar ella til Íslands,
skal tú hava eina slíka
Tilgjørd mynd
Hvat er ein talgild undirskrift?
Talgild undirskrift er ein máti at identifisera seg í talgilda
heiminum. Talan er um ein lykil, ið verður lagdur inn á tel-
duna, og eina persónliga kotu. Minnir nógv um skipanina
við heimabankum. Talgild undirskrift livir upp til nøkur
krøv, soleiðis at tað er gjørligt at senda viðkvæmar og
trúnaðarupplýsingar umvegis alnetið.
Trygd
Eru eini boð undirskrivað við talgildari undirskrift, kunnu
tey ikki koma frá øðrum enn honum, ið sigur seg hava sent
hann. Tað vil samstundis siga, at onnur ikki kunnu hava
broytt boðini. Um tey harafturat eru krypterað, kunnu
eingin onnur enn móttakarin lesa boðini.
Lógliga bindandi
Talgilda undirskriftin er líka bindandi sum hon, ið verður
fest á blað.
FAKTA
Ummæli í morgin
Av misgáum er ummælið av konsertini hjá Guðrið Hansdóttir ikki við í blaðnum í
dag, sum annars var lovað. Ummælið verður í staðin at finna í blaðnum í morgin.
Vinaliga haldið okkum til góðar