mánadagur 15. juni 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 111 - 15. juni 2009
Svenski reiðarin á
Fure Tankers, Lars
Höglund, sum fyri
stuttum skrásetti eitt
av kemikaliuskipum
sínum undir FAS við
Nólsoy sum heim
staði, helt fríggjadagin
fund við leiðsluna í
FAS úti í Nólsoy
FAS
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Fyri stuttum bórust tey tíð
indi, at eitt svenskt reiðarí
hevði skrásett eitt av sínum
kemikaliutangaskipum und
ir FAS við Nólsoy sum
heimstaði. Talan var um
Fure Star.
Reiðarin, Lars Höglund,
greiddi tá í Sosialinum frá,
at orsøkin til, at teir valdu
júst Nólsoy var, at hon var
fyrsta oyggin sum gav le, tá
teir komu undir land í baldr
utum veðri.
Ein onnur orsøk var eis
ini, at reiðaríið Fure Tankers
hevur heimstað á einari lítl
ari oyggj í svenska skergarð
inum út fyri Göteborg, Don
sö, og tí fall tað nátúrligt, at
velja eina lítla oyggj í Før
oyum sum heimstað hjá
skipunum.
Lars Höglund greiddi á
túrinum til Nólsoyar við
bjargingarbátinum LÍV frá,
at hetta var fyrstu ferð, at
hann setti fótin á land í
Nólsoy, tó at hann mangar
ferðir hevði skoða inn á
oynna. Hann greiddi eisini
frá, at hann á mongu ferðum
sínum í Føroyum ofta hevði
hoyrt menn tosa um bragdið
hjá Ova Joensen.
Nú hann, saman við fíggj
arstjóranum og grannskoðar
anum, er í Føroyum at hava
fund við FAS, helt hann tað
verða rímiligt, at fundurin
varð hildin í Nólsoy, soleiðis
sum stjórin á FAS, Tommy
Petersen, skjeyt upp.
Spennandi útlit
Lars Höglund kundi á ferð
ini upplýsa, at eitt systirskip
til Fure Star verður skrásett
í FAS í hesi vikuni, og at
eitt triðja skip hjá reiðarín
um verður skrásett í septem
ber. Hetta skipið er nakað
størri enn hini bæði fyrstu,
og øll verða skrásett við
Nólsoy sum heimstaði.
Svenski reiðarin upplýsti
eisini, at á Dansö, har reiðarí
ið hevur heimstað, eru fleir
onnur reiðarí, og at tilsamans
50 skip eru heimahoyrandi
har. Tað er ein góður
møguleiki, at fleiri av hinum
reiðaríunum velja at skráseta
síni skip undir FAS eisini.
Tey halda eyga við,
hvussu leikur fer hjá okk
um, sigur Lards Höglund.
Tey seks skipini, sum Fure
Tankers eiga, hava verið
skrásett undir NIS, sum er
norska altjóða skipaskráset
ingin, og tað er helst broyt
ingin í reglugerðini fyri FAS
sum ger, at útlendsk reiðaríir
nú velja at skráseta síni skip
í Føroyum.
Í løtuni eru eini 35 skip
skrásett í FAS, men við
Fure Tankers sum slóðbrót
ara er væl hugsandi, at talið
fer at økjast munandi kom
andi mánaðirnar.
Pär Karlsson, fíggjarleiðari,
Lars Höglund, reiðari og Peter
Gårdström, grannskoðari
hjá Fure Tankers undir
Ærisportrinum í Nólsoy
Mynd: Leo Poulsen
Tað eru spennandi
tíðir fyri Føroysku
Altjóða Skipaskráset
ingina, nú minst sjey
skip eru á veg
FAS
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Í kjalarvørrinum av Fure
Tankers tykjast nú fleiri
onnur skip á veg inn í FAS.
Fure Tankers skrásetir eitt
systirskip til Fure Star í
skrásetingini í hesari vikuni,
og síðani er ætlanin at skrá
seta enn eitt skip í september.
Men tað steðgar ikki har.
Eitt norskt reiðarí hevur
júst skrásett eitt dóttirfelag
í Føroyum, og ætlanin er
síðani at skráseta eitt skip
undir FAS.
Eisini er eitt íslendskt
skip á veg inn í FAS, og før
oyska reiðaríið, Supply Ser
vice, letur trý skip byggja
til offshore vinnuna, sum
ætlandi øll skulu skrásetast
undir FAS. Fyrsta av teim
um verður væntandi skrásett
um mánaðarskiftið.
Tað sær rættiliga út til,
at glið er komið á, og at
arbeiðið, sum gjørt er sein
astu tíðina veruliga ber
frukt, sigu Tommy Petersen,
stjóri á FAS.
Avleiddar inntøkur
FAS leggur nakað av pen
ingi eftir sær í landinum.
Skrásetingargjaldið
er
110.000 krónur fyri hvørt
skip, og hartil kemur eitt
tonnaguavgjald, og so tann
skattur, sum partafeløgini
kasta av sær.
Men tað er ikki lagt upp
til ta stóru inntøkuna frá skip
unum beinleiðis. Inntøkurnar
skal í stóran mun koma frá
avleiddum virksemi, sigur
Tommy Petersen.
Hann hugsar serliga um
shippingfeløg,
sakførarar
og aðrar fyritøkur, sum eru
tengdar at vinnuni.
FAS stendur á fíggjar
lógini við inntøkum, men ikki
útreiðslum. Tað merkir, at vit
skulu klára at halda okkara
útreiðslur frá egnum inntøk
um. Og sigast má, at tað eru
spennandi tíðir fyri FAS í
løtuni, og komandi hálva árið
sær ljóst út, sigur Tommy
Petersen, stjóri á FAS.
Fleiri skip á veg í FAS
Tommy Petersen, stjóri á FAS,
við einum faldara av Fure
Sun, sum verður skrásett í
FAS í vikuni, og búmerkinum
hjá Fure Tankers. Sviarnir
kunnu byrja eina innrás av
fremmandum skipum í FAS
Mynd: Jens Kristian Vang
Reiðari vitjar heimstaðin
Ritu fyri Mása
Verður tað sum Jóhan Dahl, landsstýrismaður við vinnumálum ætlar, so siglir Ritan til Svínoyar og Fugloyar, áðrenn
veturin kemur. Fríggjadagin hevði Klaksvíkar kommuna biðið um fund við Jóhan Dahl, landsstýrismann, um
farleiðina til Svínoyar og Fugloyar. Við á fundinum vóru Jóhan Dahl og Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík,
umframt umboð fyri umsitingina og umboð fyri oyggjarnar. Eftir fundin var púra greitt, at ætlanin er, at Ritan skal
røkja siglingina til hesar oyggjarnar, áðrenn vetrarsiglingin byrjar. Jóhan Dahl roknar við at finna fígging, samstundis
sum hann er staðfestir, at farmaleiðin, sum hevur verið til Skúvoyar við Rituni eina ferð um vikuna, framvegis fer at
vera veruleiki. Másin siglir upp á lánta tíð, og frá august er óvist, um skipið verður góðkent av skipasýninum at sigla
víðari. Eyðun Jacobsen, fyrrverandi borgarstjóri í Svínoy fegnast, at eitt betri skip nú er ávegis. Meirkostnaðurin fyri
broytingarnar, ið helst fara fram á hesum leiðum, fer at liggja um eina fimm milliónir krónur um árið.