Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juni 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 111 - 15. juni 2009 Tað verður Helena Dam á Neystabø, ið fer at seta eystanstevnu, sum verður hildin í vikuskiftinum EystanstEvna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hóast eingin kappróður verður á eystanstevnu í ár, ætla tey, sum standa aftan­ fyri stevnuna, at tiltakið hesaferð skal vera minst líka so áhugavert, sum stevnan annars plagar at vera. Kappróðrarfelagið NSÍ hevur tríggjar kappróðrar­ bátar við í FM­róðrinum í ár, og formaður felagsins, Ludvík við Stein, ætlar sam­ an við hinum í nevndini, at allir tríggir bátarnir skulu rógva seg fram til hvør sítt FM­heiti. Samstundis, sum eystan­ stevna verður hildin í Runa­ víkar­økinum, verður FM­ róður á Sundalagsstevnu í Kollafirði. Stevnunevndin aftanfyri eystanstevnu fer at skipa so fyri, at fólk skulu kunna fylgja kappróðrinum á stór­ skíggja í tjaldinum, sum verður sett upp á bryggjuni hjá Runavíkar havn. Higartil í FM­róðrinum liggur Eysturoyingur fremst­ ur av 10­mannaførunum, og Tjaldrið liggur fremst av 5­mannaførunum við dreingjum. Sølmundur mannaður við kvinnum er triði báturin, sum Kappróðrarfelagið NSÍ luttekur við í hesum kapp­ ingarárinum, men enn hev­ ur báturin sín fyrsta sigur í ár til góðar. Tað verður Helena Dam á Neystabø, sum fer at seta eystanstevnu fríggjakvøldið klokkan 20, men ein tíma fyri setanina verður karne­ valgonga av økinum við ítróttarhøllina í Runavík og inn á stevnuøkið við býráðs­ húsini. Hetta er annað árið á rað, at stevnunevndin aftanfyri eystanstevnu hevur karne­ valgongu við í skránni, og seinast eydnaðist tiltakið sera væl. Í ár fer ein brasiliansk kvinna, sum býr í Vágum, at ganga á odda fyri tiltakin­ um í Runavík. Sosialurin fer at hava ser­ blað í morgin um eystan­ stevnu. Áhugaverd skrá fyri eystanstevnu Í morgin hevur Sosialurin serblað um eystanstevnu, sum verður í Runavík í vikuskiftinum Mynd: Vilmund Jacobsen Seinasta mánadag seldi Fiskivarði 10 dagar gamla hýsu í Skotlandi fyri topp­ prís, samstundis sum føroyskir útróðrarbátar fáa spottprís fyri dag­ gamla hýsu í Føroyum Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í longri tíð hava føroyskir útróðrarmenn fingið lítið burtur úr søluni av sínari fiskiveiði. Fiskiskapurin hevur sum heild verið slak­ ur, men tað, sum útróðrar­ menn halda hevur verið ein uppaftur størri trupulleiki, er prísurin, sum teir hava fingið fyri eitt nú hýsuna. Nú útróðrarmenn eisini bóru við hvíting og hava gjørt onkrar hampiligar dag­ ar, hava teir heldur ikki verið nøgdir við prísirnar, teir hava fingið fyri hetta fiskaslag. Samstundis, sum útróðrar­ menn eru ónøgdir við fiska­ prísirnar í Føroyum, selur føroyskur útróðrarbátur fyri toppprís í Skotlandi. Stórur prísmunur Sosialurin veit um eina sølu hjá útróðrarbátinum Fiski­ varða, sum seldi í Skotlandi seinasta mánadag – ella fyri einari viku síðan. Um somu tíð, sum før­ oyskir útróðrarmenn gremja seg almikið um spottprísir, sum teir málbera seg, seldi Fiskivarði hýsu fyri 18,40­ 19,90 krónur fyri kilo í Skotlandi. Sosialurin hevur fregnast og hevur fingið at vita, at elsta hýsan hjá Fiskivarða var 10 dagar gomul, men hetta hevði ikki við sær, at skotar aftraðu seg við at keypa. Vit hava fingið at vita, at prísmunurin á elstu og nýggj­ astu hýsuni hjá bátinum var bert 1,50 krónur fyri kilo. Hetta er fiskur, sum so­ leiðis er seldur fyri toppprís í Skotlandi, samstundis sum føroyskir útróðrarmenn fáa lítið fyri sína veiði. Tá Sosialurin læt útróðr­ armenn vita um hesa sølu, var viðmerkingin hon, at onkur man tjena uppá bíligu hýsuna, sum fiskakeyparar keypa í Føroyum. ­ Onkur tjenar pening upp á, at vit eru noyddir at landa okkara veiði í Før­ oyum, sigur útróðrarmaður, sum Sosialurin hevur tosað við. Av landinum Avleiðingin er, at tey skip og teir bátar, sum hava møguleikan at selja uttan­ lands, sigla av landinum við veiðini, tí teir snøgt sagt ikki hava ráð at leggja veið­ ina upp í Føroyum. Fiskivarði toppprís í Skotlandi Seinasta mánadag fekk Fiskivarði millum 18,40-19,90 krónur fyri kilo av hýsu í Skotlandi. Hetta er um somu tíð, sum føroyskir útróðrarmenn selja hýsu í Føroyum fyri spottprís Mynd: Skipalistin Útgjaldið úr ALS hækkar Lógin um ALS er nú lýst og hevur virknað beinanvegin. Ein av mongu broyt­ ingunum er, at útrokningargrundarlagið verður 80% av móttiknu a­inntøkuni síðstu 12 mánaðirnar, tó so at útgjaldið í mesta lagi kann vera kr. 20.000 kr um mánaðin. Hetta merkir, at útgjaldið møguliga hækkar hjá fleiri, sum fáa útgjald úr skipanini í dag. ALS lógin var lýst í gjár 11. juni 2009, og fór beinanvegin í gildi. ­ Við nýggju ALS skipanini hava Føroyar eina hina bestu arbeiðsloysisskipanina í heiminum. Feløgini í Samtak eru sera fegin um broytingarnar, sum veruliga fara at lætta um hjá teimum sum eru ella sum møguliga gerast arbeiðsleys, eisini er fiskavirkisskipanin betrað og sjófólk, ið ikki fáa starvast í longri tíð vegna umvæling av skipinum, kunna nú fáa úr ALS, sigur Samtak. Í løtuni eru 910 fólk skrásett sum arbeiðsleys. Bót forðaði tingsessi Tá Anthon Frederiksen úr flokkinum Kattusseqatigiit Partiiat bleiv grønlendskur landsstýrismaður í síðstu viku, skuldi Mogens Kleist taka við tingsessi hansara, tí hann stóð næstur á atkvøðulista floksins. Men tað slapp Mogens Kleist ikki, tí ein kanning hevði avdúkað, at hann fekk eina bót fyri ? tveimum árum síðani. Tað ger, at hann verður ikki mettur egnaður til at koma í Landstingið, og tí hevur næsti maður tikið við í hansara stað. Hetta er ikki einasta mál av hesum slagnum í Grønlandi. KNR veit at siga, at aftan á kommunuvalið herfyri vóru ikki færri enn átta av teimum valdu kommunustýrislimunum vrakaðir, tí teir høvdu framt ymisk lógarbrot fyrr. Hetta var tó frægari enn aftan á valið í 2005, tí tá vórðu 15 vald valevni funnin óegnað, sigur KNR.