mánadagur 15. juni 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 111 - 15. juni 2009
- Fer landsstýrið
at pilka við lønina
hjá okkum, verður
tað eitt treytaleyst
krav, at eisini
onnur viðurskifti í
samfelagnum verða
rættað til, tí tey
alment løntu skulu
ikki bera kreppuna
einsamøll, sigur
Jarvin Feilberg
Hansen, sum
talsmaður hjá fimm
stórum fakfeløgum
KrepputiltøK
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tey alment løntu í Føroy-
um skulu ikki bera skrædlið
einsamøll.
Tað
staðfestir
Jarvin
Feilberg Hansen.
Hann er formaður í Peda-
gogfelagnum, men hann er
eisini talsmaður hjá fimm
av teimum stóru fakfeløgum
á almenna arbeiðsmarknað-
inum, Starvsmannafelagn-
um,
Lærarafelagnum,
Felagnum Føroyskir Sjúkra-
røktarfrøðingar, Pedagog-
felagnum
og
Havnar
Arbeiðskvinnufelag.
Nú samgongan arbeiðir
við at leggja lunnar undir
fíggjarlógina fyri næsta ár,
hava nógvir møguleikar
verið nevndir fyri, hvussu
tað ber til at spara pengar, tí
higartil hevur fráboðanin úr
Tinganesi verið, at næsta ár
skal føroyska samfelagið
rekast fyri sama krónutal,
sum í ár.
Fyri at røkka hesum enda-
máli, hevur tann møguleiki
verið nevndur, at strika allar
lønarhækkingar, upp á 3%,
sum tey alment løntu eiga
at fáa 1. oktober.
Talsmaðurin hjá teimum
fimm fakfeløgunum váttar,
at tað er ein av mongum
møguleikum, sum vórðu
nevndir á fundi ímillum
fakfeløgini og landsstýris-
mannin í fíggjarmálum fyri
tveimum mánaðum síðani.
Men hann staðfestir, at
sum støðan er nú, fara
fakfeløgini ikki at góðtaka,
at lønarhækkingin verður
strikað.
- Vit fara at halda okkum
til sáttmálan, og vil sam-
gongan so hava okkum nið-
ur í løn, má tað gerast við
lóg, leggur hann afturat.
Ikki einsamalt
Nú sigur tú, at sum støðan er
nú, fara tit ikki at góðtaka, at
lønarhækkingin verður strik-
að. Merkir tað, at tit lata ikki
allar hurðar aftur?
- Vit kunnu í øllum førum
ikki góðtaka at missa eina
lønarhækking upp á 3%,
men at so skal onki annað
henda.
Jarvin Feilberg Hansen
sigur, at skulu slík álvarslig
tiltøk sum at strika eina
sáttmálavunna lønarhækk-
ing, setast í verk, skulu
eisini onnur stig takast.
- Tey alment løntu skulu
ikki bera kreppuna einsa-
møll. Skulu vit hava eitt
samhaldsfast
samfelag,
skulu vit øll taka hetta takið
í felag, sigur hann.
- Men tað hava vit so púra
onki sæð til enn, leggur
hann afturat.
Hann vil ikki koma so nógv
inn á, hvat hann meinar við.
Men hann sigur, at eitt
krav
frá
fakfeløgunum
verður, at almennar útbygg-
ingar verða útsettar.
Tað skal eisini annað til,
men hann vil ikki inn á
fleiri smálutir nú.
Men frá keldum í um-
sitingini hava vit fingið at
vita, at eitt krav frá fak-
feløgunum er, at ymsir
“skeivleikar” í skattaskip-
anini, sum tað verður rópt,
eisini verða strikaðir.
Her verður mest hugsað
um serliga skattafrádráttin
hjá fiskimonnum.
- Vit hava ført fram, at vit
skulu higsa bleytt ístaðin
fyri hart, sigur talsmaðurin
hjá fakfeløgunum.
Annars sigur hann, at
sum støðan er nú, ætla fak-
feløgini sær ikki at handla
við lønarhækkingini.
Kortini fýlist hann á, at
tey onki hava frætt aftur frá
Fíggjarmálaráðnum um tey
tiltøk, sum ætlanin eru at
seta í verk, ella hvørji tiltøk,
tað ber til at seta í verk.
Men nú hava boðini frá
løgmanni verið, at næsta ár
skal samfelagið Føroyar
rekast fyri sama krónutal
sum í ár. Skulu lønirnar
hækka 3% merkir tað, at
3% skulu sparast aðrastaðni
og tað fer uttan iva at føra
til uppsagnir.
- Tað liggur á politik-
arunum at leggja politikkin
til rættis og at fáa kabalina
at ganga upp, so tað havi eg
ongar viðmerkingar enn,
sigur
Jarvin
Feilberg
Hansen.
Men fáa tit valið ímillum at
strika
lønarhækkingina
afturfyri at varðveita nøkur
arbeiðspláss, hvat siga tit so?
-Vit hava onki hoyrt úr
landsstýrinum so tað vita
vit onki um og tískil fái eg
ikki svara upp á hatta har,
sigur
talsmaðurin
hjá
fakfeløgunum.
Setir samgongan
ov nógv sparitiltøk
í verk, kann tað
forkoma teirri nýggju
eftirlønarskipanini,
sigur talsmaður
hjá fimm stórum
fakfeløgum
KrepputiltøK
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er skjótt at samgongan
kann spara seg eftir reyv.
Tað staðfestir Jarvin feilberg
Hansen, sum er talsmaður hjá
fimm
av
teimum
stóru
fakfeløgunum
á
almenna
arbeiðsmarknaðinum.
Hóast vit eru í kreppu,
mælir hann samgonguni til
at hugsa seg ógvuliga
gjølliga um, áðrenn ov
nógvar
sparingar
verða
settar í verk í hesum.
Eitt eru tær avleiðingar
hetta
fer
at
fáa
fyri
arbeiðsloysi og persónligar
húsagangir.
Men ov nógvar sparingar
kunnu eisini fáa álvarsligar
avleiðingar langt fram í
tíðina, heldur hann.
Hann sigur, at traðkar
samgongan
ov
hart
á
bremsurnar, er vandi fyri at
fólk rýmir av landinum.
Og tað verða verður í
nógv størstan mun tey ungu
húskini, sum rýma, stað-
festir hann.
- Tað kann fáa heilt
ólukkuligar avleiðingar fyri
tað eftirlønarskipanina í
framtíðini.
Frammaundan verða tað
fleiri og fleiri eldri fyri hvørt
fólk á arbeiðsmarknaðinum.
men fyri hvørt fólk, sum
rýmir av landinum, verður
tað eitt fólk færri, sum
verður at betala til okkara
eftirlønir í framtíðini, sigur
Jarvin Feilberg Hansen.
Annars ávarar hann ímóti
at spara so at tey tilboðini,
vit eru í ferð við at byggja
upp, verða brotin niður, tí
tað fer at føra nógv størri
útreiðslur við sær seinni, tí
fólk verða so mikið verri
fyri, sigur hann.
Vit taka ikki
skrædlið einsamøll
Sparingar kunnu forkoma pensjónunum
- Vit skulu hugsa bleytt ístaðin fyri
hart, sigur Jarvin Feilberg Hansen,
sum er talsmaður hjá fimm av teimum
stóru fakfeløgunum á almenna
arbeiðsmarknaðinum
58 prosent fyri ES-tingingum
Tað er framvegis meiriluti í Íslandi fyri, at stjórnin skal taka upp samráð-
ingar við Evropasamveldið um limaskap. Í einari nýggjari kanning hjá
Gallup og Morgunblaðnum svara 57,9 prosent av teimum spurdu, at tey
taka undir við samráðingum. 26,4 prosent siga seg vera ímóti samráðing-
um, og 15,7 prosent hava ikki tikið støðu. Kanningin vísir, at kvinnurnar
eru meiri hugaðar fyri ES-limaskapi enn menninir, og at fólk í aldrinum
35 til 44 ár hava betri hug á ES enn fólk í øðrum aldursbólkum. Har-
afturat vísir kanningin, at undirtøkan fyri limaskapi í Evropasamveldi-
num er størri í Reykjavík og har um vegir enn aðrastaðni í landinum.
Ráðharrar til Grønlands
Í einari roynd at fáa ferð á samráðingarnar upp undir altjóða veður-
lagsráðstevnuna í Keypmannahavn í desember hevur danski veður-
lags- og orkumálaráðharrin, Connie Hedegaard, boðið 30 ráðharr-
um úr ymsum londum til Grønlands síðst í hesum mánaðinum.
Connie Hedegaard siogur við DR2, at hon ætlar sær at vísa teim-
um útlendsku ráðharrunum, hvussu skjótt ísurin minkar í Grøn-
landi, og hon vónar at kunna sannføra teir um, at tað er neyðugt at
fara til verka fyri at tálma avleiðingunum av veðurlagsbroytingun-
um. Í Grønlandi skulu teir 30 ráðharrarnir vitja Ilulissat.