Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juni 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 111 - 15. juni 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Lions Club Tórshavn hevur aftur í ár kosið »Ársins borg­ ara«, og hesa ferð fall heið­ urin Birgari Johannessen í lut fyri hansara slóðbrótandi og áhugaverda arbeiði Seinnu árini hevur verið fastur siður, at Lions Club Tórshavn heiðrar eitt ella fleiri fólk við heitinum »Ársins borgari«, tí tey hava gjørt eitt arbeiði ella lagt eftir seg avrik, ið onk­ ursvegna skarar framúr. Í ár er hesin heiður fallin havnarmanninum, Birgari Johannessen, í lut, tí hann í fleiri ár hevur lagt eitt stórt arbeiði í at savna saman tilfar um Havnina. Fyrst fór hetta við allari frítíðini, men seinnu árini hevur tað meira ella minni verið hansara fulltíðarstarv. Teir, sum hava mannað undirnevndina í Lions Club Tórshavn, sum tekur sær av at velja »Ársins borgara«, eru Ólavur Jákup Kristoffer­ sen, Heini Olsen og Niels Nattestad, og teir siga mill­ um annað soleiðis í grund­ gevingini fyri, at Birgar Johannesen í ár fær heið­ urin: »Higartil eru komnar tvær bøkur frá hansara hond, har ið hann lýsir høv­ uðsstaðin frá 1900 til 1969 til stóra gleði fyri bæði tey, sum eru fødd og uppvaksin í býnum, men somuleiðis laðar hann við bókum sín­ um landsins størsta býi ein minnisvarða til komandi ættarlið.« Birgar Johannessen fekk á hugnaligari samkomu her­ fyri handað eitt heiðursskjal, sum prógv fyri, at hann er »Ársins borgari 2009«, og hann kvitteraði við at greiða frá ymsum áhugaverdum um Havnina gjøgnum árini, sum hann vísti við myndum frá ymsum tíðarskeiðum. Birgar Johannessen: Ársins borgari 2009 Niels Nattestad handar her vegna Lions Club Tórshavn havnarmanninum, Birgari Johannessen, eitt innrammað heiðursskjal, ið staðfestir, at Birgar er »Ársins borgari 2009« Dagurin 15. juni. Valdimarsdagur. Danski kongurin Valdemar Sigur vann í orrustuni við Reval í Estlandi 1219. Navnið Valdemar er eftir russiska Vladimir, ið merkir mikil í sínum valdi. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Tá Stein Bagger, fyrrverandi stjóri í IT Factory fríggja­ dagin varð dømur sjey ára fongsul, var tað hálvi nóls­ oyingurin, Søren Holm Seerup, ið var dómari. Søren Holm Seerup, dóm­ ari, er sonur Fridu, dóttir Jógvan og Valborg Joensen í Heiðriksstovu í Nólsoy. Hon giftist til Danmarkar við Lars Seerup. Søren Holm Seerup er dómari við rættin í Lyngby, og hann hevur fyrr starvast sum advokatur, til hann varð útnevndur dómari í Lyngby fyri einum ári síðani. Nólsoyingur dømdi Stein Bagger Søren Holm Seerup, dómari í Lyngby, lesur upp dómin fyri Stein Bagger Mynd: DR Hesir fingu prógv á Føroya Maskinmeistaraskúla í 1959. Aftara rað f.v.: Thorstein Mýlinstind, Miðvágur, Jakku Durhuus, Vestmanna, Ann­ finn Joensen, Hvalvík, Robert Mohr Poulsen, Tórs­ havn, Pauli Knudsen, Tórs­ havn, Eli Thomsen, Sumba, Johannes Jul Askham, Tórs­ havn, Helgi Hansen, Mið­ vágur, Einar Joensen, Sumba, Eli Davidsen, Strendur, Chris­ tian Jacobsen, Skála, Petur Jakku Højsted, Funningur, og Torbjørn Hentze, Argir. Fremra rað f.v.: Holgar Lið, Mykines, Signheðin Jensen, Norðragøta, Eilev Lindberg, Tvøroyri, Høgni Joensen, Tórshavn, Oskar Joensen, Mykines, Sofus Johansen, Strendur, og Jógvan Nónsgjógv, Gjógv. Lærarar f.v.: Petur Christiansen (maskin og el) Dánjal á Dul (støddfrøði) Frants Jacobsen (fysik og kemi) Tórarin Evensen (før­ oyskt og danskt) Maskinmeistarar í 1959 - 50 ára minni Myndaeigari: Eilev Lindberg