Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juni 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindi Nr. 111 - 15. juni 2009 Umleið 60 tons av gróti komu oman á landsvegin, tá ið tað leyp úr einum hamara sunnanfyri Fossá. Staðið, har tað leyp veður nú kanna nærri Tað var um hálvgunn 6-tíð- ina í gjárkvøldið, at Lands- verk fekk boð um, at grót var komið oman á vegin millum Langasand og Hald- órsvík, so at tað ikki var koyrandi millum bygdirnar. Fólk frá Landsverki komu á staðið stutt eftir, og tey kundu staðfesta at umleið 60 tons av grótið vóru komin oman á lands- vegin einar 100 metrar sunn- anfyri brúnna um Fossá. Nógvir stórir steinar vóru í grótrúgvuni, og vigaði tann tyngsti umleið 18 tons. Landsverk fekk skjótt rudda so mikið av grótinum burtur, at ferðslan slapp ígjøgnum. Um 9-tíðina í gjárkvøldið vóru teir lidnir at rudda. Staðfest er, at grótið, sum kom oman á vegin í gjár- kvøldið er lopið úr einum hamara einar hálvthundrað metrar oman fyri lands- vegin. Fólk frá Landsverki fara nú at kanna staðið har tað leyp nærri fyri at vita, um nakað kann gerast fyri at tryggja staðið. Sambært fólkum, sum hava arbeitt á Landsverki í mong ár, er tað sera óvanligt at so stórt grót kemur oman á landsvegin. Grótið var somikið stórt, at eitt trygd- arhegn, eins og tað, sum er sett upp á Tjørnuvíkarveg- num hevði neyvan lofta omanlopinum. Kelda: Landsverk Omanlop á Víkarvegnum Sunnunáttina var stórur bardagi á sandinum á Sandi. Ein maður fekk tvær tenn bukaðar úr munninum, meðan tvær aðrar fingu skaða. Boð komu fleiri ferðir til løgregluna um rúgvurok, har ein hópur av fólki vóru farin til hendurs á sandinum á Sandi. Løgreglan var skjót á staðnum og fekk skilt partarnar sundur, tá fyrsta fráboðanin kom umleið klokkan 2. Men friður var ikki longri enn eitt vist, tí longu klokkan 5 sunnumorgunin komu aftur boð um at nógv fólk vóru farin til hendurs. Í sama viðfangi vóru nakrir bilar skøvaðir. Helst verður harðskapsmál burtur úr hendingin við manninum, sum misti tenn. Hinvegin var rættiliga friðarligt á Skála. - Har hava tey skikkað sær væl, staðfestir løgreglan. Rúgvurok á sandinum á Sandi Gloymdu eingangsgrill á platti Klokkan 11 sunnumorgunin varð boðað frá eldi við eini hús við Eystara Ringveg. Eldurin var kyknaður, tí persónarnir, ið helst ætlaðu sær at grilla um morgunin, vóru sovnaðir. So eingangsgrillirnar, sum vóru settar á ein platt, høvdu fest í plattin, og vandi var fyri, at eldur kom í húsini. Sløkkiliðið kom á staðið og fekk sløkt eldin. Ófriður í Havnardali Tað er eftir hondini ein afturvendandi trupulleiki hjá løgregluna, at motor- krossir og fýrahjólaðar motorsúkkl- ur koyra úti í Havnardali. Av tí, at koyringin fer fram so langt burturi frá vegnum, fær løg- reglan ikki gjørt so nógv, men hesi ljóðini órógva hestarnar í dalin-um øgiliga nógv, og kann gera skaða á børn og ross í økinum. Datt av í bilinum Ein maður í hálvtrýssjunum koyrdi fullur klokkan 16 fríggja- dagin. Tá løgreglan kom fram á hann, lá maðurin og svav í bil- inum. Maðurin var á Glyvrum og hann hevur verið so dýrandi fullur, at fólk høvdu boðað frá, at hann nóg illa fekk stýrt bilinum. Maðurin missir helst koyrikortið, og so avgerð promillan, um hann sleppur at ganga leysur ella sleppur ein túr handan rimar. Ferðslu- kanningar eisini hesa vikuna Seinastu vikuna hava ferðslukanningar verið, og tað verða bilur og før- ari, ið verða kannað. Dekk, ljós, ferð, koyri- kort og skilið á førara. Eitt parkeringsljós og nummarplátuljós geva ikki so nógv, meðan lykt- ir og píkadekk kosta eitt sindur. Kanningar verða gjørd- ar alla hesa vikuna eisini, so tað er at syrgja fyri at vera í eins góðum standi sum altíð. Lagt til rættis: Eirikur í Jákupsstovu Løg- reglan fekk vápn Seinastu mánaðirnar hevur danska løgreglan givið fólki loyvi til at vera dulnevnd, um tey hava latið ólóglig vápn til løgregluna. Hetta hevur ein føroyingur gjørt sær dælt av, og lat í gjár eina salongriflu til løg- regluna. - Tá tað ber til í Danmark, so ber eisini til her, staðfestir vakthavandi, og greiðir frá, at seinast vápn vórðu latin á henda hátt, var fyri nøkrum árum síðan, eftir vanlukku- ligu skothendingina í Leirvík. Innbrot í KFUM og K Klokkan 20 fríggjakvøldið varð boðað frá, at innbrot hevði verið í KFUM og K í Klaksvík. Tað er ilt at siga, hvussu viðkomandi er komin inn, men tað hevur verið innbrot á tríggjar skrivstovur. Ein lítil pengakassi varð tikin og onkur bússa. So talan var um lítlar upphæddir, ið eru stolnar. Løgreglan veit ikki um annað er stolið. Mann veit ikki rættiliga, hvør hevur gjørt tað. Ongin er handtikin í málinum. Hetta var ikki einasta innbrotið í Klaksvík, tí innbrot var eisini í skúlanum við Ósánna um vikuskiftið. Bót fyri at selja 12 fiskar 12 reyðsprøkur var fongurin, tá ein 70 ára gamal maður í danska býnum Helsingør setti eitt garn herfyri. Tá hann kom aftur at landi, komu tvær kvinnur oman á bryggjuna og vildu keypa tær 12 reyðsprøkurnar fyri 150 krónur. Maðurin tók av, men tað skuldi hann ongantíð havt gjørt. Ein embætismaður hjá fiskiveiðieftirlitinum sá tilburðin og meldaði tann gamla mannin, tí hann hevði ikki loyvi at selja fongin. Í síðstu viku bleiv tann 70 ára gamli dømdur at rinda 2.500 krónur í bót og eitt árs veiðibann. Helsingør Dagblad skrivar, at málið hevur vakt stóran ans, og at sjálvt ákærin vildi ikki trúgva sínum egnu eygum, tá hann fekk ákæruritið. Umrøða eykaskatt Tað er ikki óhugsandi, at íslendingar við ríniliga góðari inntøku sleppa at rinda eykaskatt. Teir seinastu dagarnar hevur stjórnin í Reykjavík tingast um tillagingar í verandi fíggjarlóg, og Stein- grímur J. Sigfússon, fíggjarmálaráðharri, váttaði fyri sjónvarp- inum fyrrakvøldið, at eykaskattur er eitt evni, sum verður umrøtt. Hann nevndi einki tal, men sambært sjónvarpinum er ætlanin at leggja átta prosent eykaskatt á tey, sum forvinna meiri enn einar 35.000 danskar krónur um mánaðin. Sambært fjølmiðlunum viðger stjórnin ymisk tiltøk, sum skulu økja inntøkurnar hjá ríkiskassanum tey næstu trý árini, og væntandi verður vðgerðin í stjórnini liðug í hesari vikuni.