fríggjadagur 12. juni 2009síða 38
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 • 12. juni 2009
38
mat
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Mortan í Hamrabyrgi
um mælir mat úr føroysku
matvøru handl unum.
Skoðsmálini eru latin í
mun til góðsku.
Seinnu árini eru fleiri og fleiri
sløg av sokallaðum eksotiskum
ella tropiskum fruktum farin at
síggjast á handilshillunum.
Í dag kenna øll kiwi, fersku,
melón og ananas. Tað er ikki
sum hinaferð svíningurin vitjaði
í handli í høvuðsstaðnum:
”Banan, ja nógv finna tey
uppa…”
Nei, tað skal meira til at dára
einum modernaðum føroyingi
í dag.
Eg leitaði mær fyrst í vikuni
inn í ein Samkeyp-handil, ein
FK-handil og so Miklagarð í
SMS. Miklagarður skal fáa tann
heiður, at hava størsta úrvalið
av spennandi frukt. Í hvussu so
er tann dagin.
Well, hvat fann eg sum
kanska allíkavæl kann tykjast
forkunnugt? Tit síggja
myndirnar. Har er ein gul/
appilsingul papaya við svørtum
kjarnum. Eitt granatsúrepli við
smáum gimsteinum. Mango,
ið kanska ikki er so sjáldsom,
men hvussu nógv hava roynt
hana? Passións-frukt við
brúnum poknutum flusi og
maisgulum fruktkjøti og so at
enda dukkusligu og væl ballaði
ananas-kirsuberini.
Eins og flestu tropisku
fuktsløgini er her talan um sera
vælsmakkandi, samansetta
søtliga frukt, ið er spenanndi at
brúka til alskyns matgerð ella
bara ráa í fruktsalat.
Gula fruktin við laksa-litta
fruktkjøtið, papaya (Carica
papaya) stavar upprunaliga
úr Miðamerika. Smakkurin
er nakað sum melón, søtlig,
rund og ikki nøkur sýra.
Hóskar sera væl til smoothies
og fruktsalatir. Svørtu fræini
kunna etast, men smakkurin er
so sum so.
Runda reyða granatsúreplið
(Punica granatum) við teimum
framúr vakru fræunum, ið
glitra eins og gimsteinar, er
nevnt í fleiri halguskriftum
og kønir vilja eisini vera við
at fruktin stavar úr miðeystri
og fjareystri. Tað er kjøtið
rundanum fræini vit eta.
Smakkurin er sera frískligur,
viðhvørt rættiliga súrligur, men
altíð leskiligur og spennandi.
Sjálvsagt er hendan fruktin
hent at pynta við í salatum,
men roynið eisini sevjuna úr
einari fruktpressu.
Fruktin við tí tjúkka reyða
og grøna flusinum, Mango
(Mangifera indica) verður
tíðum nevnd konganna frukt.
Hon stavar úr India og mong
munna eisini hava roynt
mango-chutney til indiskan
mat. Smakkurin er heilt
serligur. Søtur og leskiligur eins
og ferska og melón, men so
kortini á sín heilt egna hátt.
Summi ivasom lýsa smakkin
sum ”sápukendan”, men um
fruktin er av góðum slagi og
væl búgvin er mango ein sonn
fragd at njóta. Sker av í lunsar
við hvøssum knívi og flysa
síðani.
Passións-frukt
(Purpurgrenadil) er lítil rund
frukt við violetbrúnum tjukkum
flusi. Tá ið fruktin er búgvin
gerst flusið meira poknut.
Hon stavar uppruna úr Brasil
í Suðuramerika. Eftir mínum
tykki ein tann mest eksotiska
fruktin yvirhøvur. Myrku berini
við appilsingula fruktkjøtinum
hava ein heilt framúrskarandi
súrsøtan smakk. At gera djús
burturúr ella enntá eina sós til
fisk verður ikki gloymt.
So er tað lítla ananas-
kirsuberið (Physalis). Aftur
hesaferð hevur fruktin
søguligar røtur í suðuramerika,
serliga í Kili og Peru.
Pergament-tunna hylkið
rundanum er bert verja frá
náttúruni. Berið kann etast
sum tað er. Súrsøti smakkurin
er sum ananas, appilsin og
passión. Hóskar væl til salatir
ella í tertur.
Um tit ikki hava roynt hesar
eksotiskar fruktir áður, roynið
so nakað nýtt. Keypið og lærið
smakkin at kenna. Víðkið
sjónarringin. So kanska íblástur
kemur til onkra spennandi
matgerð.
Eksotiskar fruktir