Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juni 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 111 - 15. juni 2009 ] Barca vil hava Villa Spanska stórfelagið FC Barcelona váttar, at tað samráðist við Valencia um at keypa álopsspælaran Davi Villa. Real Madrid, sum longu hevur keypt Kaka og Ronaldo, hevur eisini sýnt áhuga fyri Villa, men nú roynir Barcelona at halda seg framat og keypa vandamikla álopsspælaran, sum við rættiliga stórari vissu fer at skifta felag í summar. Torres søkti New Zealand Spælt verður í sonevndu Confederation Cup í hesum døgum. Hetta er kapping fyri meistararnar í teimum ymsu heimspørtunum. Spania umboðar Europa, og í fyrsta dystinum vann Spania tryggan sigur á New Zealandi. Úrslitið gjørdist 5-0. Trý av málunum stóð Fernando Torres fyri, meðan Fabregas og Villa gjørdu hvør sítt. Koyrið lands­ liðini á bygd Tað kann væl vera, at tað er eitt sindur bygdasligt at rópa for nógv. Men lat tað so vera bygdasligt og flytið landsdystirnar úr høvuðsstaðnum Ítróttarklumman Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Seinasta vikan hevur mest sum sett landsdystarmet. Og fyri áskoðarar, lurtarar, lesarar og hyggjarar hevur talan verið um satt krás. Rás2 hevur sent beinleiðis frá fýra dystum, Sjónvarpið hevur sent beinleiðis og for- skotið frá fimm dystum, meðan Útvarpið hjá Kring- varpinum hevur verið beinleiðis tríggjar ferðir um framt at hava sent frá kappróðri og Vodafone- deildini. Saman við blaðdekinginum, ið hevur verið mest sum á tremur, hevur hetta givið føroyskum ítróttarfjepp ar- um eina sera undirhaldandi viku, sum í intensiteti einans kann matchast av Oyggjaleikum, har talan jú er um heila viku við mest sum non-stop ítróttarhend- ingum. Hóast onkur kanska vil føra fram, at intensivi miðladekningurin kann minka um áhugan millum áskoðarar, so var eingin ábending um hetta í vikuni, sum fór. Kanska tvørturímóti, tí har miðlarnir høvdu varpað mest ljós á, var áhugin eisini stórur. Tað er tó ikki fyrstu ferð – men heldur ein aftur- vend andi hending – at áskoðarar í Havn eru nakað deydligir, tá tað ræður um at stuðla sínum liði. Kanska skal tað meira til enn onkur hendinga landsdystur at imponera havnarborgarar, ella kanska er orsøkin ein heilt onnur. Men í øllum førum er talan um eitt faktum, sum hevur víst seg fleiri ferðir, og sum eisini varð undirstrikað av dygga og ljódliga stuðlinum, sum flogbóltskvinnurnar fingu ávíkavist í Trongisvági og Sørvági. Tað kann væl vera, at tað sømir seg einum høvuðs- staði, at landsdystir eiga at spælast har. Men so mugu høvuðsstaðarbúgvarnir eisini geva tann stuðul, sum tað sømir seg at geva einum landsliði. Og sum síðuvinningur – um fleiri dystir vórðu fluttir úr høvuðsstaðnum – hevði talan eisini verið um breiðari eksponering av ítróttini. Og tað vildi væl verið ein vinningur, sum ymsu sersambondini høvdu sagt ja-takk til. Og so eitt afturat. Tað eru altso Føroyar, sum hava heimavøll. Alt gott um føroyskt gestablídni, men tað var mest sum margháttligt at hoyra, hvussu stóran ómak hallarvarparin gjørdi sær við úttaluni av italsku spælaranøvnunum leygardagin. Enntá somiki nógv, at tað føroyska til tíðir fekk italska dialekt. Tað kann bara virka til at mótstøðan kann kenna seg enn betur á vøllinum, og tað er ikki meiningin. Nei, sigi nøvnini – eisini donsk nøvn – á so ballandi føroyskum, at mótstøðan hevur ilt við at skilja, hvat sipað verður til. So kann føroyska gestablídni heldur bíða til eftir dystin! Tað skal ganga skjótt, um nýggi báturin skal verða klárur at rógva við á Sundalagsstevnuni í Kollafirði kappróður Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Á Skála endurtók søgan seg frá á Norðoyastevnu. Eyst- ur oyingur vann, Klaks vík- ingur var næstfremstur, og Ormurin Langi var aftastur. Hóast tað gekk ein løta, áðrenn Ormurin Langi slepti, so var tað bara ein spurningur, um tað skuldi verða Eysturoyingur ella Klaksvíkingur, sum fór at vinna. Spenningurin gjørdist ongantíð so stórur, sum hann var tað á Norð oya- stevnu. Eysturoyingur legði bragdliga fyri, og hóast munurin minkaði eitt sindur onkra løtuna, so tóktist tað ongantíð vera ivi um, at Eysturoyingur var fremri. Á málinum var munurin skuturin ella so. Tá ið bátarnir róðu fram ímóti málinum, høvdu teir hug at nærkast hvørjum øðrum, og tá ið skotini vóru brostin, var tað ikki sørt, at heitu menninir høvdu hug at eftirmeta yvir fyri hvørj- um øðrum. Spurningurin er so, um hetta var síðsta ferðin, at Eyst uroyingur luttók í kapp- róðri. Tað fæst at síggja á Fjarðastevnu í Kolla firði nú leygardagin. Sámal Hansen hevur smíð að ein nýggjan Eysturoying. Sum tað skilst, so er ætl anin, at nýggi báturin skal verða kappingarbátur burt urav, meðan gamli Eystur oyingur, sum ikki er so ógvu liga gamal, skal brúk ast at venja og fyrireika seg í. Tað er synd at siga, at aldur er fallin á Eysturoying, sum teir í Kapp róðrar- felagnum NSÍ hava bjóðað seg fram í síðani í 1998. Teir hava vunnið báðar róðrarnar, su hava verið higartil í ár, og teir kunnu vísa aftur á so glæsilig hag- tøl, sum eingin annar bátur hevur megnað seinastu tólv árini. Í 1998 vann Eysturoyingur allar seks róðrarnar, og í 1999 enturtóku teir bragdið. Í 2000 og 2001 vunnu teir ongan róður, í 2002 vann Eysturoyingur tveir róðrar, í 2003 vunnu teir tríggjar róðrar, í 2004 ongan róður, í 2005 seks róðrar, í 2006 tríggjar róðrar, í 2007 allar sjey róðrarnar, í 2008 luttók Eysturoyingur í fýra róðrum uttan at vinna, og so hava teir á Skálafjørðinum vunn- ið tveir róðrar í ár. Samlaða sigratalið er 35, og úrslitini hava borið seks FM heiti við sær (1998, 1999, 2002, 2003, 2005, 2007). Kapprenningin Spurningurin er so, um favorittarnir umborð á Eysturoyingi leygardagin í Kollafirði fara at kappast ímóti Klaksvíkingi í spild- urnýggjum báti, ella um teir enn eina ferð fara at halda seg til bátin, sum hevur vunnið so nógvar sigrar. Í dag skuldi nýggi báturin fara úr verkstaðnum hjá Sámali Hansen, bátasmiði. Meðan manningin fer at venja í bátinum, sum teir higartil hava bæði vant og kappast í, fara teir saman við øðrum í felagnum at spartla, pussa, sproyta uttan borðs, mála innanborðs (kanska tríggjar umgangir), og so skulu teir fáa fóta- lunnar, rimar, skinnarar, róðurjørn og alt hitt, sum skal vera í lagi upp á pláss, áðrenn tað verður lagt til brots á Kollafirði. Spurningurin er so, um tað fer at bera til at royndar- rógva bátin á Skálafjørð- inum, áðrenn farið verður til Kollafjarðar, og hvat manningin fer at siga til at skula kappast við báti, sum teir sjálvsagt ikki fara at kenna seg heilt kendar við. Hjá teimum umborð á Klaksvíkingi man tað vera púra líka mikið, um teir í Kollafirði skulu kappast ímóti spildurnýggjum ella eitt sindur eldri Eystur oy- ingi. Málið hjá klaksvíkingum er at vinna FM heitið. Eftir tveir teir fyrstu róðrarnar er ikki sørt av trýsti á Klaks- víkingi. Tá ið tað bara tykj- ast vera tveir bátar, sum hava møguleika at vinna, so verður tann meistari, sum røkkur fýra sigrum. Um Eysturoyingur aftur verður fremstur á Kollafirði, so verður talan um matchbólt í trimum teimum síðstu róðrunum. Spurningurin er so, um tað verður í nýggjum báti ella í tí bátinum, sum síðani 1998 hevur verið nógv mest vinnandi báturin í Føroyum. Nýggir skógvar skulu gangast til. Nú skulu teir á Eysturoyingi taka støðu til, um teir skulu rógva nýggja bátin til, ella um teir so at siga skulu leypa umborð í hann og bjóða Klaksvíkingi av! Eysturoyingur kappast við tíðina Síðani hann kom í flotan í 1998 hevur Eysturoyingur verið nógv mest vinnandi báturin í Føroyum. Ætlandi verður tað við nýggjum báti, at kappast verður í Kollafirði Mynd: Álvur Haraldsen