Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-15, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juni 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 111 - 15. juni 2009 ] – Vit vóru slett ikki við í dystinum yvirhøvur, tí tá vit fingu bóltin, góvu vit teimum hann aftur bein­ anvegin. Burtur úr ongum fingu vit so eitt mál og vóru hepnir at fara til hálvleiks við 1­1, segði spælandi venj arin hjá KÍ, Jákup Mikkelsen. – Fyrst í seinna hálvleiki gjørdi eitt mistak, sum eg má taka á mín kappa, at vit ongantíð komu innaftur í dystin, men í staðin settu teir í gongd. Málverjin ásannar, at nú er rættiliga avgerandi, hvat hendir í teimum trimum dystunum, sum eru eftir til summarsteðgin: – Vit skulu út at vinna nakrar dystir, og tað er týdn ingarmikið at fáa saml­ að nøkur stig í hesum dyst­ unum. Vit fara eftir at vinna á B36 mikudagin, og tað sama, tá vit fara á Argir aftaná, sigur Jákup. – Vit mugu royna at fáa menn at trúgva uppá, at tað ber til, tí í dag var tað eingin av okkum, sum trúði uppá, at vit kláraðu at vinna á Víkingi. hil Víkingur var, uttan at spæla upp til sítt besta, so nógv betri enn KÍ leygarkvøldið. At KÍ javnaði fyri steðgin, kløkkaði heima liðið, men eftir steðgin var slett eingin ivi um, at vinn­ arin var tann rætti FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Tann, sum hevði væntað sær at sæð eitt svangt og ágrýtið KÍ­lið í Gøtu leygarkvøldið, bleiv vón­ svikin. Ongantíð í dystinum vísti KÍ viljan og villskapin, ið kundi givið stig, og úrslitið gjørdist eisini hareftir. Tvørturímóti fekk Vík­ ing ur eina ynskibyrjan, tá Súni Olsen longu í sætta minutti sendi eitt fríspark úr høgru síðu flatt inn í KÍ­brotsteigin, har Atli Gregersen toygdi seg fram og setti pannuna á til 1­0. Í fyrra hálvleiki sást bara heimaliðið á vøllinum, men Víkingur skapti millum lítið og einki, hóast liðið hevði bóltin nógv. Tað var hinvegin bara so týðiligt, at luturin hjá KÍ var at renna aftaná, og tað kom næstan ikki fyri, at KÍ hevði nakað spæl framman fyri miðj­ una. Tí var tað ein hvøkkur, at KÍ brádliga javnaði fyri steðgin, tá Kristoffur Jakob­ sen tamdi og smekkaði til við einum framúr góðum skoti, sum eisini hevði uppi borið at enda í mál­ meskunum. Sjálvgjørt… Tá nú Víkingur skapti so lítið, mundi tað kennast væl hjá vertunum, at tað blivu gestirnir, ið settu tað heila í gongd eftur steðgin. Stutt inn í seinna hálvleik átti KÍ tað mesta av forarbeiðinum, áðrenn Víkingur kundi skora til 2­1. Ein vandaleysur bóltur á veg inn í KÍ­brotsteigin var bara akkurát snittaður av einum klaksvíkingi, og so mátti Jákup Mikkelsen gera eyka nógv fyri at fáa bóltin – men fekk ikki hildið honum, og so lá væl fyri hjá Zoltan Bukzsegi at skjóta í tómt mál. Zoltan kundi økt, tá hann skjeyt eitt dundurskot á stong ina, men mitt í hálv­ leikinum kom so triðja málið, tá Súni Olsen hegni­ liga sendi fríspark beinleiðis í málið. Og minuttin eftir sendi Sverri Jacobsen bóltin so nær og høgt innfyri, at hann datt niður á sjálvan yvirliggjaran… Tá einir 10 minuttir vóru eftir, lá betur fyri hjá Sverra. Hegnisliga stútaði hann bóltin í málið eftir eitt gott hornaspark úr vinstru síðu frá Sølva Vatnhamar. Dyst­ urin, sum longu áðrenn var avgjørdur, var nú endaliga avgjørdur! Bara eitt lið Víkingur hevur mangan spælt betur enn leygar­ kvøldið, men avrikið av kort ini nøktandi, tí neyðugu málini komu, so saman­ renningin av gøtumonnum og leirvíkingum fekk stað­ fest, at hon vil spæla við heilt har uppi. At tað hevur týdning fyri Víking, at Zoltan Bukzsegi er komin afturíaftur, gekk sjón fyri søgn. Og hóast Andreas Lava Olsen einki mál fekk leygarkvøldið, vísti hann so dyggiliga, at hann einki varandi mein hevur fingið av, at hann var vrakaður av landsliðs venj­ aranum til Serbia­dystin fyrr í vikuni! Andreas var vælupplagdur og syrgdi fyri, at hinir fingu ríkiligt av plássi. Enntá, tá hann var liggjandi, megnaðu KÍ­ararnir nóg illa at fáa bóltin av besta Víkinginum leygarkvøldið, so íðin, ar ­ beiðssamur og spæliglaður sá hann út til at vera. Eftir dystin kundu klaks­ víkingar bara prísa seg lukkuligar fyri, at Víkingur ikki hevði ein av sínum bestu dystum, tí so hevði tað blivið søguligt sorl í Sarpugerði. Har var jú bara eitt lið á vøllinum. – Eg eri væl nøgdur við avrikið, tí vit vunnu ein greiðan sigur og vóru betri so at siga allan dystin, segði liðformaðurin hjá Víkingi, Niclas Niclasen, eftir dystin ímóti KÍ leygarkvøldið. – Ímóti endanum virkaðu KÍ­ararnir nokk so mótfaln­ ir, og vit kundu kanska vunnið meira, tí vit høvdu fleiri stórar kjansir aftrat. Víkingur hevur havt eina tættpakkaða skrá við nógv­ um dystum í bæði lands­ og steypakappingini, og nú er dystur longu aftur miku­ dagin. – Vit hava havt eina tættpakkaða skrá, og vit stúrdu eitt sindur fyri, um hesin steðgurin, sum nú hevur verið, fór at órógva. Men tað vísir seg, at vit koyra upp á sama máta, staðfestir Niclas. – Um vit eru á veg upp á toppin, er kanska nakað tíðliga at siga enn, men tað skerst ikki burtur, at vit eru inni í einum góðum stima fyri tíðina. hil Víkingur-KÍ 4-1 (1-1): Ikki eitt mál ov lítið Nakamura til Spania 30 ára gamli Shunsuke Nakamura, sum hevur vunnið sær mest sum kult­status í skotska Celtic, sigst nú vera ávegis til Espanyol. Nakamura, sum gjørdist ársins spælari í Skotlandi í 2007, er leysur av sáttmálanum við Celtic, og í Japan vóru vónirnar, at hann kom aftur til Sankei Sports í Japan. Men tann handilin verður eftir øllum at døma til einki. Chelsea vil hava Maldini 40 ára gamli Paolo Maldini stillaði í summar gaggurnar, men nú vil Chelsea hava fatur í honum. Nýggi venjarin hjá Chelsea, Carlo Ancelotti, sigst hava Paolo Maldin ovast á listanum yvir møguligar hjálparvenjarar, skrivar the Independent. Maldini spældi á besta liðnum hjá Milan í 24 ár, og gjørdist talan um fleiri enn 900 dystir fyri felagið. Trúgva ikki upp á tað Vóru betri allan dystin KÍ Víkingur Andreas Lava Olsen, sum her dystast við Rudolf Eliasen, meðan John Hammer hyggur at, vísti leygarkvøldið, at hann einki varandi mein hevur fingið av, at hann var vrakaður til Serbia-dystin Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir