Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-15, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juni 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 111 - 15. juni 2009 ] Frem-amatør vórðu flongdir Sáttmálaspælararnir hjá danska felagnum Frem – teirra millum Atli Danielsen og Jón Rói Jacobsen – vildu ikki spæla seinasta dystin í hesum kappingarárinum, tí teir ikki hava fingið løn frá felagnum. Tí mannaðu amatørar liðið hjá Frem sunnudagin. Og tað gekk, sum mann kundi væntað. Viborg vitjaði og vann heili 6-0. Ronaldo er kaldur Cristiano Ronaldo sigur, at tað nervar hann als ikki, at fólk hata hann og rópa eftir honum til fótbóltsdystir. - Eg elski, tá fólk buh’a eftir mær. Eg elski at síggja hatrið í eygunum á teimum og hoyra tey svína meg til. Tað eru nógv fólk, sum hata meg, men enn fleiri, sum elska meg og stuðla mær, sigur Ronaldo við So Foot. Samansetta mann­ ingin úr Surðuroy tók Jallin og øll onnur á bóli á Skálafjørðinum Kappróður Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað ber til hjá suðuroyingum at røkka góðum úrslitum, tá ið tað verður arbeitt í felag. Fleiri dømi hava verið um hetta, og aftur leygardagin varð hetta undirstrikað. Froðbiar Sóknar Róðrar- felag eigur Firvald. Á Norð- oyastevnu bendi avrikið á, at úrslitini hjá gentunum kunnu fara at røkka langt í ár. Ta ferðina noyddist Fir- valdur at lúta fyri Jallinum hjá Róðrarfelagnum Knørri. Á Skála vóru leiklutirnir býttir um. Firvaldur legði seg beinanvegin væl fyri, og í endaspurtinum var eing in ivi. Firvaldur var meiri enn eina hálva báts- longd fremri enn Jallurin. Tíðirnar boða frá, at eing- in annar var við í kappingini um fremsta plássið. Hvassi, sum vann bronsukrónurnar, kom á mál meiri enn fjúrtan sekund aftanfyri Jallin. Suðuroyarportalurin veit at siga, at fleiri bygdir í Suðuroy eru umboðaðar umborð á Firvaldi. Tvær av gentunum eru av Tvøroyri, tríggjar eru úr Hvalba, ein úr Fámjin og ein úr Vági. Tá ið óføru kappróðrar- manningarnar vórðu mót- tikn ar á Tvøroyri leygar- kvøldið, helt formaðurin í Froðbiar Sóknar Róðrarfe- lag røðu: – Hetta er ein stór løta fyri Froðbiar Sóknar Róð- rarfelag, og at so nógv fólk geva kappróðrinum ans, fløv ar, segði ein stoltur for- maður í FSR, Niels Jacob- sen, við Suðuroyarportalin. Kvinnurnar úr Fugla­ firði endurtóku á Skála við sannførandi avrikið, sum tær framdu í fyrstu FM kappingini Kappróður Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað var nakað heilt nýtt, tá ið Erla Kongsdóttir við kvinnumanning úr Fugla- firði næstsíðsta leygardag vann fyrsta FM kappróðurin, sum var í Klaksvík. Á Skála varð undirstrikað, at í løtuni eiga fuglfirðingar bestu kvinnumanningina í 5-mannaførum, og harvið ber tað eftir tvær tær fyrstu FM kappingarnar ikki til at siga annað, enn at Erla Kongsdóttir er favorittur at vinna FM. Hetta heitið hev- ur Erla Kongsdóttir ong- antíð vunnið, síðani tað í 1973 varð farið undir FM kappingina eftir tí leistinum, sum síðani hevur verið nýttur. Tað skal leitast langt og leingi fyri at finna FM sigur til kvinnurnar í Fuglafirði. Í árunum frá 1964 og fram til 1972 varð tað í einum róðri eftir Ólavsøku kappast um FM. Í fyrstu kappingini, í 1964, vann Erla Kongs- dóttir fyri fyrstu og higartil einastu ferð! Komandi vikurnar fara at vísa, hvussu tað fer at tørna út í ár. Fyribils sær tað gott út hjá Erlu Kongsdóttir. Á Norðoyastevnu vóru tað ávikavíst Frúgvin úr Miðvági og Hvassi av Oyri, sum bjóðaðu av og endaðu á næstfremsta og triðja plássi. Á Skála komu bát ar- nir á mál í júst somu røð. Á Norðoyastevnu var mun urin frá Erlu Kongs- dóttir og aftur til Frúnna 1.07 sekund. Á Fjarðastevnu var munurin tódnaður niður í 0.56 sekund. Úrslitini og gongdin boða frá, at talan verður um sera spennandi kapping, tá ið eitt nýtt um - far verður á skránni í Kolla- firði leygardagin. Eingin ger nakað við Erlu Erla Kongsdóttir vann FM í 1964, tá talan bert var um ólavsøkuróðurin. 45 ár seinni tykjast fuglfjarðakvinnurnar aftur skula fegnast um gullmerkini Mynd: Álvur Haraldsen Firvaldur í góðum lag Firvaldur legði seg á odda tíðliga í róðrinum, og seinasta teinin móti málinum var eingin ivi Mynd: Álvur Haraldsen FM-kappróður 5-mannafør, dreingir 1 Tjaldrið 2 Blikur 3 Junkarin 4 Teistin 5 Royndin Fríða 7 Kollur 8 Havfrúgvin 6-mannafør, kvinnur 1 Gongurólvur 2 Páll Fangi 3 Sølmundur 4 Jarnbardur 5 Hvessingur 6 Romvlvs 5-mannafør, gentur 1 Firvaldur 2 Jallurin 3 Hvassi 4 Sílið 5 Havfrúgvin 6 Falkur 7 Katla 5-mannafør, kvinnur 1 Erla Kongsdóttir 2 Frúgvin 3 Hvassi 4 Ritan 5 Blikur 6-mannafør, menn 1 Tvørabáturin 2 Riddarin 3 Smyril 4 Gongurólvur 5 Skúgvur 6 Sundabáturin 7 Rádni 8 Jarnbardur 8-mannafør 1 Argjabáturin 3 Ørvur 4 Knørrur 2 Árnfirðingur 10-mannafør 1 Eysturoyingur 2 Klaksvíkingur 3 Havnarbáturin Stig íalt Fjarðastevna 14 7 10 5 10 4 9 6 7 3 3 2 3 1 14 7 11 6 11 5 7 4 7 3 4 2 13 7 13 6 7 5 7 4 8 3 6 2 1 0 14 7 12 6 10 5 8 4 6 3 13 7 13 6 10 5 7 3 5 2 4 4 3 1 1 0 14 7 11 5 9 4 6 6 14 7 12 6 10 5