Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-15, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juni 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 111 - 15. juni 2009 ] Figo: Real skuldi skamma seg Luis Figo, sum einaferð var keyptur fyri ovurhondsstóra upphædd av Real Madrid, heldur lítið um seinastu handlarnar hjá spanska felagnum. - Í hesum krepputíðum er tað skomm, at Real Madrid brúkar so nógvar pengar til at keypa tveir spælarar fyri, sigur Figo. Í 2000 varð Figo seldur frá Barcelona til Real Madrid fyri umleið 450 milliónir krónur. Milan skal hava yngri lið Ítróttarstjórin í italska felagnum AC Milan sigur, at felagið nú roynir at manna eitt yngri lið, enn felagið hevur havt seinnu árini. Felagið hevur seinastu vikurnar keypt nakrar spælarar, sum eru fyrst í 20’unum, og tað er tilvitað av felagnum. - Vit royna at byggja eitt yngri lið upp, sum eisini gevur okkum fíggjarligan frið at reka felagið, sigur ítróttarstjóri Galliani við Ansa. Púra óvæntað sigraði Tvørabáturin á Riddaranum, sum hevur vunnið fimm tær seinastu ferðirnar Kappróður Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Teir hava verið tolnir á Tvør oyri. Tvørabáturin hev ur verið drúgvur í at taka lut, síðani teir á Tvøroyri bjóðaðu seg fyrstu ferð fram við 6-mannafari í 2007. Fleiri ferðir hava teir verið tætt við at vunnið, men oftast hava marginal- irnir ikki verið við, og Tvørabáturin er komin á mál sum nummar tvey og trý og onkra ferðina numm- ar fýra. Síðsti sigurin var á Sunda lagsstevnu í 2007, tá ið Tvørabáturin var ein tumma ella so frammanfyri Sundabátin. Á Norðoyastevnu var Tvørabáturin eina bátslongd aftanfyri Riddaran. Mið- ving ar høvdu vunnið fýra tær seinastu róðrarnar og harvið FM heiti í fjør. Tí bendi einki á, at tað leyg- ardagin á Skála skuldi verða so nógv øðrvísi. Men teir á Tvøroyri vildu tað øðrvísi. Í Klaksvík varð Tvørabáturin sektaður, tí starturin var so trilvandi. Á Skála var tilvitanin stór um, at starturin skuldi verða øðrvísi, og tað eydnaðist. Tvørabáturin leyp avstað og legði seg beinanvegin á odda. Í miðróðrinum hótti Riddarin, og so tóktist tað sum um, at søgan frá nógvu teimum undanfarnu ferðun- um skuldi endurtaka seg. Soleiðis endaði tað ikki. Tvørabáturin svaraði sann- førandi aftur, og á málinum var munurin tað mesta av einari bátslongd. Ei undur í at tað varð skip að fyri stórari móttøku á Krambatanga, tá ið Smyril leygarkvøldið kom suður. Fólk ið var nógv, 10-manna- far ið Suðuroyingur var flot- aður at taka ímóti, og við Suðuroyarportalin segði róðursmaðurin á Tvøra- bátinum Jacob Eidesgaard: – Hetta er bara ein fan- tast isk móttøka, ið eggjar okkum til at gera enn meira við kappróðurin. Sambært Suðurrás er Tvørabáturin mannaður við seks rógvarum av Tvøroyri og einum úr Fámjin. Avbjóðarin var nýggjur, og sigurin hesa ferð var ikki so tryggur, sum hann var tað á norðoyastevnu Kappróður Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Einasti báturin hjá sigurs- vanda Havnar Róðrarfelag, sum vann á norðoyastevnu, var Gongurólvur við kvinnu manning. Soleiðis var tað eisini á fjarðastevnu á Skála. Gongurólvur við kvinnum var fyrstur á mál. Munurin millum róðurin í Klaksvík og á Skála var, at hesa ferð var tað tættari millum tveir teir fremstu bátarnar, enn tað var á Skála, og at tað hesa ferð var annar av - bjóðari til Gongurólv, enn tað var í Klaksvík. Gongurólvur var tvey sekund fyrri á mál enn Sølmundur á norðoyastevnu. Á fjarðastevnu var Gongu- rólvur eftir sera tættan og spennandi endaspurt bara brøkpartar av einum sekundi fyrri á mál enn Páll Fangi. Spurningurin er nú, hvussu tað fer at hilnast hjá Gongurólvi, Páll Fanga og Sølmundi á sunda lags- stevnu, sum leygardagin verður í Kollafirði. Úrslitini higartil kundu bent á, at tað er lagt upp til tætta kapping. Favorittur at vinna bæði í Kollafirði og FM er Gongurólvur. Argjamenn ímóti arg- jamonnum Eingin kapping er um FM, og nú bjóða argjamenn umborð á Árnfirðingi Argjabátinum av Kappróður Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tølini siga, at tað er eingin kapping um FM. Argjabáturin hevur ikki vunnið FM síðani 2004, men í ár verður tað. Eingin ivi er um tað. Argjabáturin rør væl, og eingin annar bátur tykist hava førleika at bjóða Argjabátinum av. Á Skála var Árnfirðingur, sum ikki luttók á norð- oyastevnu, næstfremstur. Munurin frá Argjabátinum og aftur til Árnfirðing var minni, enn hann á norðoyastevnu var frá Argjabátinum og aftur til Ørv. Í báðum førum var munurin so stórur, at talan als ikki var um kapping. Árnfirðingur er sjálvandi úr Árnafirði. Men Árnfirð- ingur sæst venja á Havnarvág. Tað eru fyri tað mesta limir í Argja Róðrarfelag, sum manna bátin. Nógvir av teimum vóru umborð á 6-mannafarinum Lómi á norð- oyastevnu. Aftur hesa ferð var talan um uppvísingarroður hjá argjamonnum Mynd: Álvur Haraldsen Gongurólvur í harðari kapping Gongurólvur fekk harða kapping á fjarðastevnum, men eins og á norðoyastevnu komu tær fyrstar á mál Mynd: Álvur Haraldsen Tolin trívst á Tvøroyri Fagnaðurin var stórur, tá tað loksins eydnaðist at basa Riddaranum, sum seinna partin av árinum í fjør og á norðoyastevnu kom fyrstur á mál Mynd: Álvur Haraldsen