mánadagur 15. juni 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 111 - 15. juni 2009 ]
Liverpool setir nøglina í
Liverpool ger nú púra greitt, at hvørki Xabi Alonso ella Javier
Mascherano eru til sølu. Hesir báðir spælararnir verða støðugt
nevndir í sambandi við onnur feløg, men Liverpool ætlar sær
ikki at selja teir. - Hóast nógvan slatur um Alonso og
Mascherano hevur Liverpool einki boð fingið uppá hesar
spælarar, og teir eru ikki til sølu, sigur Liverpool í einari
almennari fráboðan.
Vidic velur United
Summarsøgur ganga eisini um, at verjuspælarin Nemanja
Vidic, sum er blivin ein av profilunum í Manchester United,
skal seljast, og bæði Inter, Real Madrid og Barcelona eru
nevnd í sambandi við spælaran. Men Vidic sjálvur ætlar sær
ikki at skifta felag. - Eg trívist væl í United, og enskur
fótbóltur passar væl til mín, so eg haldi fram í felagnum næsta
kappingarár, sigur Vidic við News Of The World.
Manslandsliðið í
hondbólti var so nær
tí stóra úrslitinum,
sum tað ber til at
vera. Men tað kostaði
nógv, tá tríggir opnir
møguleikar vórðu
brendir mest sum á
rað
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað vóru teir so væl kendu
marginalarnir,
sum
ikki
vóru við føroyska liðnum í
dystinum móti Italia leyg-
arkvøldið.
Fyri tað nógva, so spældi
føroyska liðið ein kanón-
dyst, og sum dysturin leið,
sóust alt sjónligari frustra-
tiónir hjá mótstøðuliðnum.
Ikki minst á venjara beink-
inum, har italski venjarin ta
einu ferðina varð noyddur
at taka mann út í tveir
minuttir, tí dómaraborðið
hevði fingið nokk av skjótt-
gangandi illbønum hans-
ara.
Men heldur ikki hetta
hjálpti hjá føroyska liðnum.
Og tá má tað væl leggjast
afturat, at marginalarnir
ikki eru nakað, sum koma
av sær sjálvum.
Ov heitir
Veruleikin
er
nevnliga
eisini, at tú skalt arbeiða
fyri at fáa marginalarnar í
tín part. Tað krevur hegni,
dugnasemi og til tíðir eisini
eitt ísakalt høvd, um tú skalt
vinna tær spentu støðurnar
úti á vøllinum, og tað var
hetta, sum føroyska liðið
ikki megnaði.
Teir tríggir stóru møgu-
leikarnir
endurspeglaðu
eis ini hetta. Leingi hevði
dysturin ridlað á vágskálini,
og í verjupartinum tóktust
okkara lítlu menn veruliga
at hava fingið takið á væl
vaksnu italiumonnunum.
Møguleikin var at økja til
18-17, tá verjan enn eina-
ferð
hevði
fangað
ein
kontra bólt, so Birgir Poul-
sen kundi sendast avstað,
men púra einsmallur lang-
aði hann bóltin á tvørtræið.
Bárður Johannesen skeyt
beint í krovið á mál verj-
anum, tá hann sera hegnis-
liga snýtti alla italsku verj-
una í samanspæli við Hans
Áka Dal-Christiansen. Og
Sámal Joensen valdi onk-
urs vegna at lobba, tá hann
við skotfintu snýtti italsku
bakketuna, og so hevði
málverjin lisið royndina av.
Spældu sín
møguleika
Tá hetta er sagt, so gav
Sámal Joensen er feg
in um stóru av bjóð
ingarnar hjá lands
liðnum, men hann
heldur samstundis,
at tørvur eisini er á
meira yvirkomuligum
uppgávum
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Italia á heimavølli varð í
hesi undankappingini mett
sum dysturin, har Føroyar
kundu vinna sær okkurt
stigið, men leygarkvøldið
var Sámal Joensen skjótur
við turrisligu staðfestingini
um, at tann møguleikin nú
var farin. Og hann var eisini
skjótur at staðfesta, hví so
var.
- Tað var tað sama kor-
terið í seinna hálvleiki, sum
eisini kostaði okkum nógv
hósdagin. Á leið frá fimta
til tjúgunda minutt. Tá gera
vit alt ov nógv mistøk – eis-
ini í verjuni - og vit verða
revsaðir fyri tað.
Er orsøkin kanska, at ork-
an ikki heilt er til hetta
støðið í 60 minuttir?
- Eg haldi tað er for bíligt
at skylda upp á tað. Nú hava
vit runnið, síðani kappingin
endaði, og í dag merktu vit,
at teir eisini vóru móðir.
So tað er kanska meira at
duga at halda høvdið kalt
alla tíðina?
- Ja, nemliga. Sjálvt tá tú
ert móður, so skalt tú vera
konsentreraður,
og
tað
dugdu teir betur enn vit.
Og tað er væl bara ein
máti at læra tað uppá?
- Ja. Tað er at venja og
venja og so sjálvandi at fáa
fleiri javnar dystir. Tað blív-
ur sjálvandi ikki við at vera
stuttligt at tapa móti Russ-
landi. Tað hevði eisini verið
stuttligt at fingið fleiri dyst-
ir móti Grønlandi og Lux-
emburg og londum, sum
eru á tí støðinum.
- So kunnu vit eisini fáa
dystir av hesum slagnum,
men tú blívur ikki betri av
at blíva við at tapa við 20
málum.
Føroyar-Italia 22-28 (13-12):
Nærri verður
tað ikki
Hava eisini tørv á
lættari dystum
Sámal Joensen varð eftir dystin
kosin at vera besti føroyski
spælarin í dystinum móti Italia
Mynd: Álvur Haraldsen