Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-15, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juni 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 111 - 15. juni 2009 ] dysturin so sanniliga eisini prógv um, at føroyska mans landsliðlið veruliga hevur ment seg fleiri fet bara í hesi undankapp ing­ ini. Verður sammett við úti­ dystin móti Italia, so syrgdu okkara fyrst og fremst fyri at halda seg í dystinum so nógv longur. Bæði ta ferðina og fyrstu dystirnar móti Serbia, Russlandi og Bosnia vóru teknisku villurnar somikið nógvar í tali, at okkara menn vórðu runnir niður og norð í drepandi kontraspæli hjá mótstøðuni. Og tað var eitt mynstur, sum sera sjáld­ an var at síggja móti Italia. Gaman í vóru tekniskir feilir at síggja, men talið av hesum var so langt ífrá eins stórt. Og hinvegin dugdu okkara eisini at gera sær dælt, tá italiumenn framdu villur av sama slag. Og hetta hendi enntá uttan nakrar av teimum pro­ filum, sum vanliga eru við til at mynda liðið. Ingi Olsen var tó aftur hesaferð, men framvegis eru menn sum Áki Mørk, Finnur Hans son og Janus Einars Sørensen uttan fyri hópin, og tí møguleikanum tóku nýggju menninir av. Vantandi hæddin darvaði sjálvandi føroysku skot­ styrk ini, men Bárður Johanne sen og Esbern Patursson sýndu tó meira enn einaferð, at tað eisini ber til at skjóta millum stóru menninar. Og í verjupartinum vóru okkara aloftast somikið ágrýtnir, at italiumenn als ikki sluppu nóg nær at skjóta. Og við einum Levi Nybo, sum enn einaferð stóð ein framúr dysti – og ikki minst við Jóhan Hof­ gaard sum frálíkum reserva – skaptu okkara til tíðir stórar frustratiónir millum mótstøðumenninar. Royndirnar resta Við bara eitt lítið sindur meira av neyvleika og kølni kundi væl verið, at úrslitið móti italumonnum koppaði til okkara fyrimun. Fyri at náa hesum krevjast tó royndirnar, sum altíð vilja vera so týdning ar­ miklar. Tær royndirnar kunnu bert koma við fleiri avbjóðingum, so tað er at vóna,a t HSF heldur fast um tað, sum skjøtul nú er settur á. Og so kunnu vit annars bara iðra okkum um, at menn sum Ingi Olsen og Bárður Johannesen ikki longur eru heilt blaðungir. Ikki minst vísti Bárður seg sum knallharður verju spæl­ ari, innpískari og enntá eisini sum málskjútti. Men higar til hava fleiri spælarar prógvað, at teir eru førir fyri at lyfta tungan arv. So hvør veit, um ikki eisini maður kemur í mans stað í hesum føri. Á Glyvrum livir kappróðurin framvegis væl. Eisini hjá yngru manningunum, har Tjaldrið prógvaði, at framtíðin hjá felagnum er í góðum hondum Mynd: Álvur Haraldsen Tjaldrið hevur sama flog Nú Tjaldrið vann fyri aðru ferð á rað, tykist framtíðin hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ at vera bjørt Kappróður Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Eitt tað stinnasta róðrarfelagið av øllum er tað á Glyvr­ um. Serliga dreingirnir og menninir hava altíð staðið seg væl, og tað hevur verið gott samband millum ketur­ nar – frá dreingjum og umvegis 6­mannafarið Sølmund og 8­mannafarið Heiðabátin og upp í 10­mannafarið Eysturoying. Avrikini hjá dreingjamanningini umborð á Tjaldrinum í tveimum teimum fyrstu róðrunum í ár hava boðað frá, at støðan er soleiðis, sum hon plagar at vera. Á norðoyastevnu var tað ikki fyrrenn í seinna partinum av róðrinum, at Tjaldrið legði seg á odda og vann. Á Skála tóktust Tjaldurs dreingirnir hava fingið betri tak á startinum. Tjaldrið var beinanvegin millum fremstu bát­ ar nar, og á málinum var guli báturin tað tað mesta av einari bátslongd undan báðum bátunum hjá Argja Róðrarfelag – Teistanum og Bliki. Hesir báðir vunnu kappingina um silvur og bronsu krónurnar í tøttum stríði við Junkaran og Royndina Fríðu. Crouch revsar Portsmouth Langi álopsspælarin Peter Crouch er misnøgdur við, at felagið hevur selt góðar spælarar seinasta árið. Spælarar sum Jermaine Defoe og Diarra eru seldir, og nú er Glen Johnson á veg úr felagnum. ­ Fyri einum ári síðani spældu við í Europa og høvdu stórar ætlanir, men nú gongur tað skeiva vegin hjá Portsmouth, sigur Crouch við blaðið News Of The World. Pearce heldur fram við U21 Fyrrverandi enski landsliðsspælarin Stuart Pearce hevur seinnu árini vant U21 landsliðið hjá Onglandi, og hetta starv skal hann framhaldandi hava. Enska fótbóltssambandið og Pearce eru samd um, at Pearce heldur fram sum U21 landsliðsvenjari fram til 2011. Sambært heimasíðuni hjá UEFA hevur Fabio Capello, sum venur enska a­landsliðið, sjálvur biðið Pearce halda fram á U21 landsliðnum. Bárður Johannesen staðfesti, at føroyska liðið fór niður við nakkanum, tá stórir kjansis vórðu misnýttir í seinna hálvleiki Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað endaði við, at seks mál vóru á muni í hond bólts­ landsdystinum móti Italia. Leingi var føroyska liðið tó væl við, men tað kostaði ov nógv, tá nakrir stórir møgu­ leikar vórðu brendir um miðjan seinna hálvleik. Tað var í øllum førum niður­ støðan hjá Bárði Johanne­ sen, sum var ein tann mest eyðsýndi føroyski spælarin á degnum. ­ Vit brenna einar tveir 100% møguleikar, og tað drenar altso kreftir, tá tú longu ert í ferð við at verða móður. Og tá sleppa teir so eisini avstað. ­ Vit halda teimum annars leingi í álopinum, og arm­ urin hjá dómarunum kemur upp, men so skora teir allíkavæl. Og so fáa teir eisini fleiri brotskøst, so eg haldi ikki ordiliga, um hatta vóru heimadómarar. ­ Men teir eru betri enn vit. Tað er einki at ivast í. Men vit gera tað gott leingi í dystinum. Fyri steðgin halda tit væl í teimum, og tit eru enntá frammanfyri, tá liðini fara til hálvleiks. Hvat riggaði ser liga væl tá, sum ikki riggaði eftir steðgin? ­ Tá stendur verjan væl, og Levi stendur øgiliga væl. Og tað er tað, sum má til, um tú skalt skapa eina sensa tión. Og so má tað sjálv andi vera í 60 minuttir, men tað er sjálvandi for­ ferdiliga trupult, staðfesti Bárður Johannesen. Fóru niður við nakkanum Tróndur Kragesteen og liðfelagarnir manglaðu hampuliga nógvar sentimetrar í hædd móti væl vaksnu italiumonnunum. Men á vøllinum var tað kortini so nær við, sum tað kundi vera, tá føroyska hondbóltslandsliðið hevði heimadyst móti Italia Mynd: Álvur Haraldsen Bárður Johannesen iðr aði seg um misnýttu møgu leik arnar, sum kostaðu Føroyum sigurin móti Italia Mynd: Álvur Haraldsen