Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-15, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juni 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 111 - 15. juni 2009 ] Ger brosjuru um Owen Nú verða óvanlig stig tikin fyri at fá Michael Owen seldan úr Newcastle, sum flutti niður úr bestu ensku deildini í ár. Fólkini, sum umboða Owen, hava gjørt eina brosjuru, sum skal lokka feløg at keypa Owen. 34 síður við nógvum lovorðum eru í bóklinginum, men neyvan verður nógv gjørt burtur úr, at Owen hevur verið nógv skaddur seinastu árini. Real hevur pláss til Ribery Eftir stóru keypini av Kaka og Ronaldo, sigur Real Madrid seg framvegis hava mót upp á meira. Ein spælari, sum er høgt í metum í Europa í løtuni, er fraklendingurin Franck Ribery, sum spælir fyri Bayern í Týsklandi. Men Real Madrid er úti við snørinum, og úr felagnum frættist, at tað eru pengar til at keypa stórt í Týsklandi eisini. Hóast kvinnulandsliðið tapti báðar dystirnar ímóti Danmark, fingu kvinnurnar seg royndar. Tá tær nú skulu til Álands, vita tær, hvat tað vil siga at spæla undir trýsti, og tað kann – bókstaviliga – verða gull vert FLOGBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Fyrst av øllum skal Flogbóltssambandið hava stórt rós fyri at fáa danska kvinnulandsliðið henda vegin, so okkara landslið kundi fáa til trongda dystarvenjing og sleppa at royna sína nýggju spæliskipan í dysti. Venjararnir hava óivað fingið nógv, teir kunnu arbeiða víðari við, til flogbólturin á Oyggjaleikunum fer í gongd um smáar tvær vikur. At tað so eisini vísti seg, at munurin á teimum bestu í Danmark og teimum bestu í Føroyum ikki er so stórur, ber eisini boð um, at føroyskur flogbóltur er á rættari kós. Miðvísa landsliðs arbeiðið, ið byrjar við ungdómslands­ liðunum, vísir seg sostatt at geva úrslit. Báðar dystirnar vóru nógvir áskoðarar – og teir hoyrdust eisini. Stuttligt, at so flogbóltstrúgv støð sum Suðuroy og Vágar kundu vera karmar um landsdystirnar, ið helst vóru teir, ið góvu okkara flogbóltslandsliði størstu mótstøðuna nakrantíð. Gott at spæla undir trýsti Helga Guttesen helt ikki, at donsku kvinnurnar vóru nakað betri enn tær føroysku, men at tær dugdu betur at halda høvdið kalt í avgerandi løtunum. – Hetta var akkurát tað, vit høvdu brúk fyri, staðfesti hon FLOGBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Ein av spælarunum frá greipuvinnarunum úr SÍ, sum er fastur fúsur á landsliðnum, er Helga Guttesen, sum fekk nokk so nógva spælitíð í seinna dystinum ímóti Dan mark á Giljanesi í gjár. – Eg haldi ikki, at hetta var ov sterk mótstøða, men akkurát tað, vit høvdu brúk fyri. Tær vóru líka góðar sum vit, men dugdu betur at halda høvdið kalt, segði hon eftir dystin. – Tær hava spælt sam­ an nógv longri enn vit og venja eisini nógv meira. Hetta vóru eisini teir báðir fyrstu dystirnir hjá okkum við nýggja spæli­ stílinum. Helga Guttesen helt, at í fyrsta og øðrum setti vóru tað marginalarnir, ið gjørdu munin, men at í triðja setti vóru ov nógvir feilir. – Koyrdu vit ein bleyt­ an bólt yvir um netið, fingu vit hann bukaðan aftur í høvdið, og vit fingu ongan ókeypis bólt frá teimum, segði hon. – Vit fóru sjálvandi inn fyri at vinna dystirnar, men fyrst og fremst ráddi um hjá okkum, at vit kundu læra okkum at spæla undir trýsti, tí tað kunnu vit fáa brúk fyri á Oyggjaleikunum. Føroysku kvinnurnar høvdu sett sær sum mál at vinna sett móti Danmark. Og hetta eydnaðist longu í Trongisgávi leygardagin Mynd: Álvur Haraldsen Fingu seg royndar Føroyar-Danmark 1-3 (21-25, 25-21, 15-25, 15-25) Leygardagin í Trongisvági Dysturin byrjaði lívliga og føroyska liðið var væl við. Var enntá á odda fyri tað nógva í fyrsta setti, men fór so at gera nakrar feilir, tá síðstu bóltarnir skuldu hálast inn, og tí vann Danmark. Annað sett minti nógv um fyrsta, men her vóru feilirnir gjørdir tíðliga, samstundis sum tað eydnaðist at rætta teir, so tað í síðsta enda eydnaðist at vinna annað sett. Nokk so tíðliga í triðja setti sást, at rútma fekst ikki í spælið, og tað gjørdist skjótt greitt, at tær donsku fóru avstað við settinum. Heldur ikki í fjórða setti komu Føroyar fyri seg, og tí kundi Danmark vinna settið og dystin. Føroyar-Danmark 0-3 (26-28, 18-25, 12-25) Sunnudagin á Giljanesi Føroyar byrjaðu betur og vóru á odda bæði 8­4 og 12­8, áðrenn Danmark fekk fatur í spælinum. Liðini fylgdust til tað síðsta, og hóast Føroyar høvdu tríggjar settbóltar, eydnaðist ikki at vinna, so Danmark fór avstað við settinum. Í øðrum gekk sera væl frá byrjan, og leiðslan var bæði 6­1 og 8­2, áðrenn tær donsku komu í gongd. Liðini fylgdust leingi, men tá Danmark kom upp á 16­15, fingu Føroyar ongantíð leiðsluna aftur, men taptu settið. Donsku kvinnurnar fingu betru byrjanina í triðja setti, har Føroyar ongantíð megnaðu at fylgja við, og eftir 8­3 til Danmark gjørdist alsamt greiðari, hvønn veg hetta settið gekk. Eitt skifti vóru bara fýra stig á muni, men nærri slapst ikki, og so var seinni danski sigurin ein veruleiki.