mánadagur 15. juni 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 111 - 15. juni 2009 ]
Fjeppari snýtti Newcastle
Heldur óvanliga setti eigarin av Newcastle, Mike Ashley, felagið
til sølu á heimasíðuni hjá Newcastle, og tað fekk fleiri at gera
gjøldur burtur úr felagnum. Ikki minst hjá arvafíggindunum í
Sunderland elvdi hetta til stuttleika, tá ein fjeppari segði seg
vilja bjarga felagnum. Undir dulnevninum Rick Parkinson segði
hann, at hann vildi keypa felagið fyri 784 milliónir, umframt at
hann vildi nýta somu upphædd at styrkja felagið við. Í fyrsta
umfari varð boðið tikið í álvara, og tað helt Richard Parker, sum
maðurin veruliga æt, vera óføra stuttligt.
Símun á beinkinum
Símun Samuelsen var ikki millum teir fyrstu
ellivu, tá Keflavík í gjár spældi útidyst móti KR í
bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Símun meiddi
sær fótliðin í landsdystinum móti Serbia, og enn
er hann ikki 100% til reiðar at spæla. Keflavík
skuldi vinna dystin, um teir skuldu halda fast í
oddastríðnum, men talan gjørdist um dyggan 4-1
ósigur, soleiðis at tað ístaðin er KR, sum eltir FH
og Stjarnuna, sum eru á fremstu sessunum.
– Hetta hava verið tveir
fínir dystir hjá okk ara
kvinnum ímóti danska
A-landsliðnum. Hetta er
fyrireiking til Oyggja-
leikirnar, og tað er sum
tað, vit skulu taka hesar
dystirnar, segði Jákup
á Stongum, sum var
viðmerkjari hjá Rás 2
undir seinna dystinum
ímóti Danmark á
Giljanesi í gjár
FLOGBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
So hvørt sum tað leið út á
seinna dystin ímóti Dan-
mark í gjár, byrjaði møðin
at gera vart við seg hjá
summum
spælarum,
ið
høvdu verið inni mestsum
alla tíðina, men Jáup á
Stong um, sum í gjár var
viðmerkjari á Rás 2, helt
hetta hava sína orsøk.
– Tað, at kvinnurnar spæla
tveir dystir, sum eru teirra
fyrstu landsdystir í ár, ger
sjálvandi, at tær, sum mest
liggur á, vikna eitt sind ur og
verða nakað moyr ar ímóti
endanum. Og tað sóu vit
eisini, segði hann.
– Men tær kundu tað
sama vunnið okkurt settið,
og eitt nú høvdu tær tríggjar
settbóltar í fyrsta setti í dag.
Høvdu tær vunnið teir bólt-
arnar, hevði tað óivað givið
meira eisini til restina av
dystinum, og tað vildi so
verið eitt yvirraskilsi.
Sum heild helt Jákup, at
føroyska kvinnulandsliðið í
løtum vísti sera gott spæl
og væl megnaði at leggja
Danmark undir trýst, og tí
helt hann, at endamálið við
hesum báðum dystunum til
fulnar var rokkið:
– Hetta hava verið tveir fínir
dystir hjá okkara kvinn um
ímóti danska A-lands liðnum,
sum er tað besta, dansk arar
kunnu bjóða. Vit skulu eisini
hava í huga, at hetta er fyri-
reiking til Oyggja leikirnar, og
tað er sum tað, vit skulu taka
hesar dystirnar, segði hann.
– Tað kostaði, at vit
ikki tordu at spæla,
tá vit fingu teir heilt
løttu bóltarnar, sum
vit eiga at vinna, helt
venjarin hjá føroyska
kvinnulandsliðnum,
Kristian Mikkelsen,
eftir teir báðar venj-
ingardystirnar
ímóti Danmark um
vikuskiftið
FLOGBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Saman við Jóhan Petur á
Stongum hevur Kristian
Mikkelsen í tveir mánaðir
arbeitt við at fáa kvinnu-
landsliðið at leggja seg eftir
einum nýggjum spælistíli,
ið serliga skal fáa miðjuna
at flyta seg meira, so slepp-
ast kann undan blokkinum
hjá mótstøðu liðnum.
Nýggi spælistílurin skuldi
so standa sína roynd, nú
Danmark sendi sítt besta
kvinnulandslið hendavegin
um vikuskiftið. Føroyar
taptu teir báðar dystirnar,
men í fyrra dystinum í
Trong isvági
leygardagin
eydnaðist at vinna eitt sett,
og tað var eisini um reppið,
at tað eydnaðist í dystinum
á Giljanesi í gjár.
– At vit fáa danska
landsliðið hendavegin, er
øgiliga væl rakt. Tær eru
eitt lítið sindur meira roynd-
ar enn okkara spælarar,
men tá vit spæla upp til
okkara allarbesta, kunnu vit
saktans vinna á teimum. Vit
síggja, at munurin á okkum
og hinum er minkaður nógv,
segði hann.
Eru væl fyri
Kristian Mikkelsen ásann-
aði, at dystarvenjingin helst
var størsti munurin á liðun-
um, og at tað kostaði hesa
ferð:
– Vit skuldu í veruleik-
anum havt vunnið bæði
fyrsta og annað sett í seinna
dystinum, tí heldur enn at
tað var Danmark, ið vann á
okkum, vóru tað vit, sum
ikki tordu at spæla, tá vit
fingu teir heilt løttu bólt ar-
nar, sum vit eiga at vinna,
segði hann.
Nú smáar tvær vikur eru
til Oyggjaleikirnar á Álandi,
er upp til venjararnar at fáa
rættað nøkur av tingunum,
so tað skal bera til at vinna
gullið aftur á Oyggja leik-
unum.
– Nú skulu vit bara fín-
pussa smálutirnar. Vit hava
spælt tvey sera góð sett í
hvørjum dysti og eru rætti-
liga væl fyri. Vit skulu nokk
sláa til, tá vit koma til
Oyggjaleikirnar,
segði
Krist ian
Mikkelsen,
ið
samstundis takkaði teimum,
sum vóru og hugdu at
dystunum.
–
Áskoðararnir
hava
verið heilt ótrúligir, og at
teir hildu so nógvan gang
og stuðlaðu so væl, hevði
sera nógv at siga fyri
okkum. Tað var fantastiskt,
segði hann.
Svenski landsliðs venj-
arin hjá Danmark,
Tony Westman, var
bils in av mótstøðuni,
hans ara kvinnur fingu
frá teimum føroysku í
teimum báðum venj-
ingar dystunum um
viku skiftið. – Fáa tit
rætta feilirnar, er talan
veru liga um eitt gott lið,
segði hann
FLOGBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
At teir báðir sigrarnir á
Føroyum høvdu týdning
fyri donsku kvinnurnar,
kom týðiliga til sjóndar, tá
Danmark
hevði
vunnið
seinna
dystin.
Donsku
spæl ararnir vóru ovurfegnir,
og tað sama vóru venjararnir
og tey, sum vóru um liðið.
Svenski landsliðsvenjarin
hjá Danmark, Tony West man,
segði aftaná, at bæði hann og
spælararnir
høvdu
fing ið
nógv burtur úr hesum báð um
dystunum ímóti Før oy um:
– Eg eri avgjørt nøgdur, tí
vit fingu tveir fínar dystir,
umframt at vit spældu væl.
Slíkir dystir geva altíð nak-
að, og vit hava fingið nógv
burturúr, segði Tony West-
man, sum nú kann síggja
fram til ein lítlan steðg frá
flogbóltinum,
tí
danska
landsliðsárið endar nú.
– Vit hava lært nógv hesar
dagarnar, so hetta hevur
verið gott fyri okkum. Og
vit eru fegin um, at vit
kundu enda við at vinna
hesar báðar dystirnar.
Kunnu bjóða av
Undan fráferðini til Føroya
hevði danska kvinnulands-
lið ið roknað við, at talan
bleiv um tveir dystir ímóti
ein um liði, ið minti ikki sørt
um tað grønlendska, sum
danska landsliðið smurdi av
herfyri, men Tony Westman
ásannar, at tey fingu annað at
síggja:
– Eg eri positivt bilsin av
føroyska liðnum, sum hevur
nógvar góðar spælarar. Har
verða kanska gjørdir í so
nógvir feilir júst nú, men
fáa tey rætta teir, er talan
veruliga um eitt gott lið,
segði hann og helt fram, at
Føroyar
saktans
kunnu
bjóða hinum norðurlondum
av.
– Norra, Danmark og
Svøríki plaga at vera nokk
so jøvn, og eftir hesar báðar
dystirnar vil eg halda, at
Føroyar eru stutt frá at vera
á sama stigi sum hini – um
tit ikki longu eru har.
Kundu saktans havt vunnið
Tær verða klárar
– Hóast tær enn ikki tykjast púra
klárar, ivist eg ikki í, at tær verða tað, tá
flogbóltskappingin á Oyggjaleikunum
fer í gongd, sigur Margit Joensen, sum
í mong ár hevur verið fastur spælari á
kvinnulandsliðnum
FLOGBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Margit Joensen úr Mjølnir, sum í mong ár hevur verið
føst og fús á landsliðnum, har hon seinnu árini hevur
spælt sum libero, fer ikki við til Oyggjaleikirnar á
Álandi vegna »lukkuligar umstøður«. Men hon taldist
millum áskoðararnar á Giljanesi sunnudagin og tók
soleiðis samanum:
– Eg helt, at fyrsta settið hjá teimum var gott, men tað
virkaði, sum tær ikki fingu tað at hanga saman hini
bæði settini. Í fyrsta setti, sum annars var tað besta,
byrjaðu tær at gera feilir, tá tær komu upp á 22, og í
triðja setti kundi innsatsurin kanska verið betri, helt
Margit eftir dystin.
Hon ásannar tó, at hetta vóru venjingardystir, og at
stundir enn eru til at betra ymiskt av tí, sum kanska ikki
riggaði heilt hesar báðar dystirnar ímóti Danmark.
– Tá farið verður í holt við ein nýggjan spælistíl, so
skal hann sjálvandi rigga øll settini og ikki bara tað
eina. Tær virka ikki, sum tær eru púra klárar enn, men
eg rokni við, at tær verða tað, tá tær koma til Álands,
segði Margit, sum annars helt tað vera stuttligt at fáa
tveir slíkar dystir í Føroyum ímóti Danmark.
– Tað er heilt greitt bara gott fyri flogbóltin, segði
hon.
Donsku kvinnurnar vóru hvassari enn okkara, og í avgerandi
løtunum var hetta munurin á liðunum
Mynd: Álvur Haraldsen
Bara fyrireiking
Bilsin av Føroyum