Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-15, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juni 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 111 - 15. juni 2009 ] Sólin bakaði áskoð­ ararnar í Gundadali sunnudagin. Men á vøllinum var langt ímillum góðbitarnar Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan var sjáldan um tí heilt stóru fótbóltsupplivingina, tá B36 tók ímóti ÍF sunnu­ dagin. Liðini bæði eru í løtuni beint oman fyri niður flyt­ ingarstrikuna, og hóast bæði hava sínar greiðu út ­ meldingar um, at tey vilja meira enn so, so var góðskan á spælinum ikki av tí slagnum, sum borgar fyri eini øktari vón um at klintra stórvegis upp eftir stiga­ talvuni. Tilvildin tóktist ráða Um tað var bakandi sólin, sum var atvoldin, skulu vit ikki staðfesta. Men verður hugsað um stigatalvuna og tann týdning, sum dysturin kundi hava fyri hesa, so var merkisvert at síggja, at intensiteturin í dystinum ikki var størri enn tað sama. Fyri steðgin royndu fugl­ firðingar fleiri ferðir at leggja trýst á miðvøllin hjá B36, og tað var eisini um at geva úrslit. Einar 4­5 ferðir hevði heimaliðið óneyðug bólttap á miðvøllinum, men nærri enn einum drønskoti á tvørtræið frá einum leys­ um Høgna Zachariassen komu gestirnir ikki. Og eisini vertirnir høvdu sínar møguleikar. Ta einu ferðina var Johan Ellings­ gaard hægstur millum Poul Ennigarð og Bartal Eliasen, men Andras Gango bjargaði frágera væl, og tá Høgni Eysturoy nakað seinni fang­ aði ungverska málverjan á skeiva beininum, fór roynd­ in úr spískum á stólpan og skeivu megin síðunetið. Saknur í tí svakliga Seinnu trý korterini stóð heimaliðið fyri tí mesta av álopspartinum. Fugl firð­ ing ar royndu at hótta við mótálopum, men tað var ov sjáldan, at tað veruliga gjørdist vandamikið. Og heldur ikki við deyðbóltum megnaðu teir veruliga at hótta heimaliðið. B36 spældi seg í nógvum førum til støður, sum kundi givið heilt stórar møgu­ leikar. Men tað tóktist, sum var saknur í einum spælara, sum kundi gera tað óvænt­ aða, flotta og kanska eisini svakliga. Júst slíkir spælarar eru teir, sum kunnu avgera fótbóltsdystir, men hóast tað hjá bæði B36 og ÍF eru spælarar, sum eiga teknisku førleikarnar til hetta, so tykjast teir í løtuni ikki at eiga sálarliga yvirskotið, sum jú eisini er serstakliga neyðugt á einum fót bólts­ vølli. Men veðrið var nú frálíkt í Gundadali. Bergur Midjord úr B36 hevur tamarhald á støðuni, meðan Aleksander Jovevic hjá ÍF hyggur at Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Mowbray til Celtic Gordon Strachan segði eftir farna kappingarár upp hjá Celtic, og nú er líkt til, at nýggjur venjari verður Tony Mowbray, sum hevur havt ábyrgdina av West Bromwich Albion, sum í vár flutti niður úr Premier League. Í West Bromwich vátta tey, at venjari teirri er í samráðingum við Chelsea. – Vit vilja helst ikki lata hann fara, tí hann er partur av langtíðarætlanum okkara, men Tony hevur sagt, at hann er í samráðingum við Celtic, skrivar felagið á heimasíðuni. Zlatan fer ongan veg Tað er einki, sum bendir á, at Zlatan Ibramhimovic skal spæla við Barcelona komandi kappingarár. Svenskir miðlar skriva, at familjan hjá spælaranum ikki vil flyta úr Milano, og at tað fyri spælaran hevur ovurstóran týdning, at familjan trívist væl. Forsetin hjá Inter hevur eisini sagt, at hann er ikki vitandi um, at spælarin skal verða partur av einum býtishandli við Barcelona, har Samuel Eto’o ætlandi skuldi hinvegin. ÍF B36 B36-ÍF 0-0: Veðrið var frálíkt Siga sum Óli Bartal Eliasen hjá ÍF helt avgjørt, at teir kundi taka nøkur positiv ting við sær úr Gundadali sunnudagin. ­ Vit fáa so eitt stig burtur úr dystinum, og í Gundadali er tað nú ikki so galið at fáa. ­ Sjálvandi skulu vit hava nøkur stig fyri at koma heilt burtur frá niðurflytingarvandanum, men um vit ikki skora upp á teir møguleikarnar, sum vit fáa, so verður tað trupult. Í dag hava vit einar tveir, sum eru meira enn 100%, men soleiðis er tað ofta, tá tú ert botnlið. Men tit klára so at halda nullið. ­ Ja, og tað er jú tekin um, at vit hava fingið verjuna upp á pláss aftur. Hinvegin mangla vit í dag nakrar spælarar longur frammi á vøllinum, men í fótbólti er tað nú einaferð so, at tú eisini hevur skaðar og leikbann. Tað eru framvegis fleiri dystir at spæla undan summar steðginum. Nervar tað tykkum ikki, at eitt lið liggur at kalla beint undir tykkum? ­ Vit siga bara sum Óli. At vit taka ein dyst í senn, staðfesti Bartal Eliasen. -mørk Ætlaðu frá KÍ Herbert í Lon Jacobsen var skjótur at staðfesta, at 0­0 ikki var eitt úrslit, sum B36 kundi brúka til tað heilt stóra sunnudagin. ­ Eg eri ótrúliga argur um, at vit ikki fáa ein sigur í dag. Eg haldi, at vit eiga allan seinna hálvleik, sum hann var, og sjálvt um vit ikki skapa okkum fleiri 100% møguleikar, so skapa vit somikið nógv, at onkur av møguleikunum skuldi givið mál. Næstu ferð skulu tit til Klaksvíkar at vitja KÍ, sum enn ikki hevur vunnið. Hvussu síggja tit upp á ta upp gávuna. ­ Tað var júst tí, at vit skuldu vinna í dag. So vit kundu sleppa undan tí vandanum, at eitt tap kann gera, at vit liggja alt ov nær niðurflytingarstrikuni. Men vit mugu so bara reisa okkum og koma burtur úr hesi tungu gongdini, har tað eftir hondini er heilt langt síðani, at vit seinast vunnu, staðfesti Herbert í Lon Jacobsen. -mørk