Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-15, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juni 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 111 - 15. juni 2009 ] Cancallera á odda í Schwietz Fabian Cancallera, sum koyrir fyri Team Saxo Bank, er fremsti maðurin eftir fyrstu tvær etapurnar í koyringini kring Schweitz. Í gjár vóru annars fleiri hóttanir um útbrot, men saman við liðfeløgunum megnaði Cancallera alla tíðina at verja seg móti hesum. Í samlaðu støðunier Cancallera 22 sekund framman fyri Roman Kreuziger. Fignon hevur krabba 48 ára gamli Laurent Fignon, sum í 1989 var partur av kanska mest spennandi endaspurtinum í Tour de France, sum hann akkurát tampti móti Greg Lemond, er nú í viðgerð fyri krabbamein. – Eg havi krabba í hálsinum, og eg havi fingið tvær viðgerðir. Sjálvur havi eg tað gott, men læknarnir mugu meta, um viðgerðin hjálpir, sigur Fignon. Landsliðsspælarin var høvuðsleikari, tá ið NSÍ við sannførandi 5-1 sigri helt tørn um sína støðu í toppinum og syrgdi fyri, at 07 Vágar framvegis er á niðurflytingarplássi Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo 5-1 til NSÍ. Tølini lúgva ikki. Talan var um sann før- andi NSÍ sigur, tá ið vága- menn í góðveðrinum seinna partin í gjár vórðu sendir til hús við trivaligum tapi. Úrslitið boðar frá, at NSÍ fult og heilt hevði tamarhald á støðuni. Teir kendu seg so mikið tryggar, at tríggir teirra, sum í vikuni vóru burtur frá venjing í lands- liðsørindum, fóru av vøll- inum, tá ið tað restaði eitt korter. Bogi Løkin var á lands- liðnum ímóti Serbia miku- kvøldið, og í gjár var hann allar 90 minuttirnar á sen- tralum miðvallarplássi hjá NSÍ. Sum altíð so arbeiddi Bogi nógv. Hann flutti seg væl og legði nógv fyri í nærdystunum, og krúnan á verkinum var tað, at hann skoraði trý av teimum fimm NSÍ málunum. - Longu tá ið fimm minuttir vóru farnir, hevði eg góðan møguleika. Ta ferð ina misnýtti eg, og tá segði eg við meg sjálvan, at tað ikki skuldi verða so - leiðis, at hetta var ein dagur, tá ið eg misnýtti møgu- leikarnar, sigur Bogi Løkin, og heldur fram at greiða frá møguleikum og málum: - 20 minuttir vóru farnir, tá ið eg skoraði fyrsta mál- ið. Hjalgrím Elttør breyt ígjøgnum og trillaði bóltin upp á tvørs. Eg smekkaði til við vinstra beini, og tað var deiligt at síggja bóltin fara í meskarnar. Tveir minuttir undan steðg inum økti Karoly Potemkin um NSÍ leiðsluna. Málið minti nógv um tað, sum hann á hvítusunnu skor aði í Klaksvík. Bólturin varð tamdur mitt á 07 Vestur hálvuna, so smekkaði hann til við vinstra beini, og áðrenn Trygvi Askham í 07 Vestur málinum vardi, so lá bólturin aftanfyri hann. Alla tíðina var tað eyð- sýnt, at heimaliðið hevði størri breidd og tyngd enn gestirnir, sum ov ofta vóru plágaðir av, at kort slutn- ingarnir vóru ov nógvir. Men í 1. hálvleiki riggaði framrættaða spælið ofta væl hjá 07 Vestur. Jens Erik Rasmussen var fremstur, Tór-Ingar Akselsen var næstur aftanfyri hann, og saman við teimum báðum var fyrrverandi NSÍ mið- vallarin, Milan Pejcic, ofta við í álopsspælinum. Tór-Ingar Akselsen megn aði fleiri ferðir at sneiða framvið fleiri mót- støðumonnum soleiðis, at vandamiklar støður stóðast burturúr, og um teir høvdu havt marginalirnar á sínari síðu, so kundu vágamenn meiri enn so havt skorað mál í 1. hálvleiki. Luftin fór úr Beinanvegin eftir steðgin økti Bogi Løkin eftir upp- spæl frá Jan Inga Petersen um NSÍ leiðsluna til 3-0, og so kendist tað sum um, at luftin fór úr gestunum, sum ivaleyst ásannaðu, at hetta var ikki ein av teimum upp- gerðunum, har teir skuldu vinna stig og harvið styrkja um fyritreytirnar at halda tørn um plássið í bestu deildini. Alla tíðina sást tað, at stóri trupulleikin hjá 07 Vestur er í verjupartinum. Hesa ferð royndu teir við Hans Arna Ellefsen í mið- verjuni og Hendriki Rubek- sen á vinstra vongverja. Tá ið NSÍ hevði skorað fyrsta málið varð Hendrik fluttur longri fram í vinstra borð. Bogi Løkin økti til 4-0, tá ið eitt lítið korter var farið av 2. hálvleiki. Eftir ans ing- arnar vóru ikki góðar, og hann var rættuliga leysur, tá ið bólturin datt fyri føturnar á honum. Tit tóktust rættuliga upp- settir, hóast tit spældu ímóti einum av lægst staddu lið- unum? - Tað var eingin trupulleiki at seta okkum upp. Meðan tað hevur gingið væl á útivølli, so hevur úrtøkan ikki verið góð á heimavølli. Tað vildu vit fegnir rætta upp á, og tað eydnaðist, sigur Bogi Løkin. Miðskeiðis í 2. hálvleiki minkaði Jens Erik Ras- mussen um munin, men tað tóktist ikki nerva heima- liðið, og stutt fyri leiklok umsetti Óli Hansen brots- spark til mál. Eitt sindur av sjónleiki tóktist vera uppi í, tá ið Jan Martin Mortensen fór um koll, og tað var væl skiljandi, at teir í 07 Vestur kendu seg eitt sindur snýtt- ar, at dómarin ikki eisini dømdi teimum eitt brots- spark. Tá ið tosið kemur inn á, hvussu langt góða gongdin higartil fer at røkka, nýtir Bogi Løkin uppskriftina, sum Óli Hansen plagdi at nýta, tá ið NSÍ vann FM: - Vit taka ein dyst í senn. Mikukvøldið skulu vit í Gundadal at spæla ímóti HB. Nú fara vit at hava fult fokus á tí avbjóðingini. Nú fáa vit at síggja, hvussu tað fer at ganga í Gundadali, og so á heimavølli ímóti EB/ Streymi, áðrenn vit undan summarsteðginum runda av á Svangaskarði. 07 Vestur NSÍ NSÍ-07 Vestur 5-1 (2-0): Bogi gjørdi bart 22 føroyskir svimjarar luttóku her um vikuskiftið á Dansk ÅrgangsMesterskab 2009, sum er danska meistarastevnan fyri svimjarar yngri enn juniorar og seniorar Svimjing Tíðindaskriv post@sosialurin.fo Ein eitt sindur serlig stevna, við tað at danir forbjóða øllum 'superdraktum' á stevnuni, og vit tí uppá gott og ónt kundu fáa staðfest, hvussu okkara yngstu klára seg uttan hesar serligu draktir, í kapping móti javngomlum dønum. Og úrslitið var gott, tá ið hugsað verður um at stór- favoritturin Eyðbjørn Joensen gjørdist sjúkur upp undir stevnuna. Føroyingarnir kláraðu tilsamans 11 ferðir at svimja seg upp millum 3 teir skjótastu svimjararnar á meistarastevnuni, og 45 ferðir at betra um sínar bestu tíðir, tær 104 ferðir sum føroyingar luttóku í kapping. Tey 11 bestu úrslitini vóru: • Birita Debes nr 3 í 50 frí (27.88) • Magnus Jákupsson nr 2 í 200 rygg (2:10.24) • Magnus Jákupsson nr 2 í 100 rygg (1:00.10) • Poula Ø. Mohr nr 3 í 100 frí (1:00.73) • Magnus Jákupsson nr 2 í 400 blandað (4:53.65) • Eyðbjørn Joensen nr 3 í 400 frí (4:38.64) • Tanja Skaalum nr 2 í 200 bringu (2:49.76) • SSF gentur bólkur 2 nr 2 í 4x50 frí (2:04.77) • Eyðbjørn Joensen nr 2 í 200 frí (2:11.04) • Tanja Skaalum nr 2 í 100 bringu (1:20.14) • Eyðbjørn Joensen nr 2 í 50 frí (27.75) Hartil svumu Sofus Bech og Erna Katrin Olsen úr Suður- oyar Svimjifelag seg til silvurnál í 800 frí. Vit frætta úr Danmark at hetta var ein rættiliga strævin kapping, við tað at dagarnir vóru langir, hallirnar heitar og kappingin hørð, samstundis sum føroyingarnir í Kolding stríddust við at venja seg við hálu endaveggirnar í hylinum. 11 heiðursmerkja pláss til danska meistarakapping Bogi Løkin, sum her vendir ryggin móti myndatólinum, var dagsins maður við Løkin, tá hann stóð fyri trimum av teimum fimm málunum hjá NSÍ Mynd: Álvur Haraldsen