Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-15, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juni 2009síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 [ Nr. 111 - 15. juni 2009 ] Næstbesta liðið hjá HB er framvegis odda lið í næstbestu deild ini. B71 vann fyri triðju ferð upp í slag og líkist einum kom an di uppflytara, með an FC Hoyvík aft ur misti stig um viku skiftið FÓTBÓLTUR Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Tað stendur seks feløgunum í boði at flyta upp í Voda­ fone deildina. TB og VB/ Sumba royna at syrgja fyri, at Suðuroyggin eigur pláss í bestu føroysku fót bólts­ deild ini. B71 er fót bólts­ stolt leikin á Sandoynni, Skála leingist eftir frálíku tíðunum, tá liðið myndaði oddan í føroyskum fótbólti, MB vil vísa 07 Vestur hvør ræður í Vágum, meðan FC Hoyvík er eitt felag í stórari menning og vil bjóða hinum lið unum í høvuðsstaðnum av. Men hóast tað eru tað næstbesta liðið hjá HB, sum er oddalið í næstbestu deild ini. Og um vikuskiftið stað festu teir sín oddasess, sum teir hava havt seinastu trý umførini. HB vann greitt Tað var eingin ivi í Gunda­ dali leygardagin. HB vann við fýra málum móti ongum, og greiði sigurin var væl og virðiliga uppi­ borin. Liðskiparin Jákup Slætta líð skallaði heima­ liðið á odda í fyrra hálvleiki, og eftir hvíldina staðfestu Tróndur Sigurðsson, Christ­ i an Mouritsen og Atli Mikkel s en sigurin. MB hev ur framvegis bara vunn­ ið sær tvey stig í hes um kap p ingar árinum, og tað er lítið sum bendir á, at gongd­ in verður broytt. B71 sigraði aftur B71 líkist í løtuni einum koman di uppflytara. Sand­ oy ingar vunnu um viku­ skiftið fyri triðju ferð upp í slag, og er framvegis á øðr­ um plássi – eitt stig eftir odda liðið. Leygardagin høvdu teir ongar trupul leik­ ar, tá næstbesta liðið hjá Vík ingi vitjaði. Høgni Midjord, Mads Hentze og Clayton Soares stóðu fyri málunum hjá heima liðnum í 3­1 sigri­ num. TB basti hoyvíkingar Tað eydnaðist heldur ikki FC Hoyvík at fáa stig um viku skiftið. Liðið hevur nú tapt seinastu fýra ferðirnar, og tað verður ikki longur práta hart um uppflyting. Hesaferð vitjaðu hoyvíksingarnir á Tvøroyri, har TB vann 3­1. Tórður Morten sen skjeyt tvey av málu num hjá heimaliðnum, og Gilli Sørensen staðfesti sigurin. Málið hjá FC Hoy vík stóð Ike fyri, tá tvøra menn vóru á odda fyri trimum. VB/S greiddi sína skyldu VB/Sumba rennur fram­ veg is aftaná liðunum, sum hava møguleika at flyta upp. Trý stig vóru tískil neyðug, tá liðið vitjaði hjá botn liðnum á Skála um viku skift ið. Skála hevur seks stig til bjargingina í næst bestu deildini, men held ur ikki hesaferð eydn­ aði st tað teimum orangulittu at ota seg nærri áttanda pláss inum. Tá sá tó bjart út, tá heima­ lið ið legði seg á odda mið­ skeið is í fyrra hálvleiki. Men Heini Vatnsdal, við brots sparki, og Eyðstein í Lága bø syrgdu fyri, at VB/ Sumba fekk øll stigini. Felags liðið hevur als ikki ráð at tapa stig móti niðaru liðu num og frøddist sjálv­ sagt um sigurin. NSÍ vann granna­ upp gerðina NSÍ vann sær um vikuskiftið trý sera týdningarmikil stig í royndini at bjarga sætinum í deildini. Runavíkingar vun nu 4­3 á grannunum B68 og otaðu seg harvið nær ri oddanum, hóast liðið er á sjeynda plássinum. Kapp ingin er sera jøvn, og lið ið er bara fimm stig frá TB, sum er nummar trý. B68 hevur ikki havt vind í segl unum seinastu vikurnar, og er dottið niður á fimta pláss ið. B68 hevur ikki tapt í seinastu sjey roynd­ unum. Tað varð stað­ fest leygardagin, tá tofta menn vunnu greitt á útivølli móti AB. Og argjamenn vóru sera gestablíðir FÓTBÓLTUR Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Toftamenn fóru aftur ósigrað ir av vøllinum um viku skiftið. Og tað er nær um gerandiskostur eftir­ hond ini. Dysturin á Argjum leygar dagin var hin sjeyndi upp í slag, har B68 fekk stig. AB hevur annars staðið seg væl á heimavøllinum í hes um kappingarárinum. Men toftamenn løgdu líka í hag tøl ini og greiddu sína skyl du – og meira enn tað. Úrs lit ið varð 3­0, og tað kom óvart á fleiri. Málini Og tað gingu ikki fleiri enn fýra minuttir, áðrenn B68 legði seg á odda. Pól Jóhann us Justinussen, sum í miðvikuni var við í sigri­ num hjá U21­landsliðnum móti Russlandi, var als ikki ansað ur, tá hann setti høvd­ ið á bóltin, sum Øssur Han­ sen hevði sent innfyri úr vinstru. Fimm minuttir eftir hvíld­ ina noyddist málverjin Tórð ur Thomsen aftur í mál ið eftir bóltinum. Hesa­ ferð var Dánjal Pauli Høj­ gaard málskjútti. Ahmed Keita rann framvið fleiri mót støðu leikarum, áðrenn hann lat Højgaard bóltin. Hann slapp sær inn um brots teigar markið í høgru og smekkaði til úr spísk­ um. Keita staðfesti sigurin, tá tólv minuttir restaðu í. Fram herjin var fyrstur á bólti num eftir fríspark, og tá mótstøðuleikararnir ikki fingu bóltin av honum, kun di hann lættliga senda í netið, umvegis stólpan. Uppiborið Tað vildi verið løgið, um greiði sigurin hjá tofta­ monn um ikki var uppiborin. At vinna við trimum málum móti ongum sigur oftast alla søguna. Og dysturin á Argj um leygardagin var ein ki undantak. AB royndi tó at søkja at. Ser liga í fyrra umfarinum vóru teir ágangandi í løtum og settu gestirnar undir trýst. Eitt nú var Nikolaj Erik sen nær við, tá hann úr góðari støðu sendi upp um mál ið. Í verjustøðu stóðu tofta­ menn seg væl. Undan steðgi num var heimaliðið nógv á bóltinum, men heima lið ið fekk lítið pláss at spæla á. Tað kundi ikki sigast um argjamenninir í støð um. Serliga í seinna og triðja málun um var AB sera óans­ ið, tá Keita slapp at reika við bóltinum, sum hann vil­ di. Ransin N. Djurhuus var dóma ri á Argjum leygar­ dag in, og hann kom væl frá upp gávuni. Einu ferðina vóru argjamenn hvassir mót vegis dómaranum, tá teir mettu, at bólturin rakti hond ina hjá Ndende í felti­ num. Men floytan tagdi, og AB fekk einki brotsspark. Ein avgerð, sum ikki var røtt. Standa sína roynd Mikudagin vitjar EB/ Streym ur á Svangaskarði. Og tá fæst at vita, um tað verð ur B68 ella sunda lags­ menn, sum fara at renna aftaná oddanum komandi tíð ina. Við sigrinum á Argj­ um leygardagin lyftu tofta­ menn seg á fjórða plássið í Vodafonedeildini. Fimm stig eru til heiðurs merkja­ pláss ini, og ein sigur er alneyðug ur, um liðið fram­ vegis skal verða við í kapp­ ing ini um evropeisku pláss­ ini. AB skal varðveita sætið í deildini. Tað er mál setn ing­ ur in. Og sum uppflytari kanst tú altíð rokna við, at tú verður flongdur viðhvørt. So leið is varð leygardagin. Tað er eingin orsøk at fella í fátt, og longu mikukvøldið hevur liðið møguleikan at reisa seg aftur: Tá vitjar AB í Fuglafirði. Gestablíðir argjamenn Argjamenn hava verið sterkir á heimavølli í ár, men leygardagin var eingin sum helst ivi, tá B68 so ruddiliga átti síni trý stig uppiborin Mynd: Álvur Haraldsen HB staðfesti oddasessin B68 AB Cannavaro nær metinum Við 124 dystum er Fabio Cannavaro bara tveir landsdystir frá dystarmetinum, sum Paolo Maldini hevur á italska landsliðnum. Alt bendir á, at Cannavaro setir nýtt met, nú spælt verður um sonevnda Conferations Cup í Suðurafrika. Ein lítil vøddaskaði argar tó í løtuni, og tí er Cannavaro ikki við á liðnum, sum í dag spælir fyrsta dystin í kappingini. Útselt upp á trý korter Danir vilja aftur síggja landsliðsfótbólt. Seinastu árini hevur áhugin fyri danska fótbóltslandsliðnum verið fallandi, men góða gongdin í HM­undankappingini hevur so ruddiliga slóða fyri øktum áhuga. Í september spælir Danmark heimadyst móti Portugal, og tað er longu langt síðani, at tann dysturin var útseldur. Og tá atgongumerkini til heimadystin móti Svøríki tann 10. oktober vórðu sett til sølu fríggjadagin, tók tað bara 45 minuttir at selja hesi. AB-B68 0-3 (0-1)