mánadagur 15. juni 2009síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
[ Nr. 111 - 15. juni 2009 ]
Skotskt tennis-ess
Andy Murray gjørdist í gjár fyrsti bretin í 71 ár, sum
vann Queens, ið er verður roknað sum upphiting til
Wimbledon í tennis. Murray vann trygt 2-0 á James
Blade, og eftir finalusigurin staðfesti langlimaði skotin,
at hann er sera væl fyri í løtuni. – Í løtuni spæli eg
betur, enn eg nakran tíð fyrr havi gjørt. Nú vantar mær
bara at vinna eina Grand-Slam, segði hann við bretskar
miðlar.
Madrid vil hava Zlatan
Real Madrid tykist als ikki steðga við sínum risa-
innkeypum. Nú sigst felagið vera til reiðar at rinda tær
700 milliónirnar, sum Inter krevur fyri at leyslata Zlatan
Ibrahimovic. Tað skrivar enska the Times. Blaðið skrivar
tó eisini, at Real Madrid í fyrsta umfari roynir at keypa
David Villa úr Valencia og Xabi Alonso úr Liverpool,
men at Zlatan altso verður stóra transfer-málið, tá teir
báðir eru keyptir.
Ein tungur
ósigur
Tað var lítið um Egil á
Bø, liðskipara hjá EB/
Streymi, í gjár, eftir at
hava tapt ímóti HB.
- Vit ætlaðu at vinna
og melda okkum upp í
toppstríðið aftur, men
tað kiksaði. Nú mugu
vit bara hyggja frameftir
og royna at koma long-
ur upp, segði hann.
Hinvegin visti Egil á
Bø ikki reiðiliga at
siga, hvat tað var, sum
ikki riggaði hjá EB/
Streymi, hóast hann er
sannførdur um, at kon-
sentratiónin manglaði í
bæði álopi og verju, tá
avgerandi støður vóru.
- Tað er nakað vit
mugu arbeiða hart við,
staðfesti hann.
Somuleiðis
greiddi
hann frá, at tað nyttar lítið
hjá felagsliðnum at hugsa
um HB, tá EB/Streymur
liggur soleiðis fyri.
- Í løtuni kunnu vit
ikki hugsa um nakað
meistaraheiti, staðfesti
liðskiparin turrisliga.
B68 lá í bak-
høvdinum
Hóast Fróði Benjamin-
sen, liðskipari hjá HB,
staðfestir, at seinasti
dysturin hjá HB, har teir
lorkaðu ein sigur burtur,
lá í bakhøvdinum, so
megnaði HB at vinna,
og hetta fegnast liðskip-
arin almikið um.
- Vit fóru fyri at fáa
ein sigur, og tað megn-
aðu vit. Vit eru sera væl
nøgdir við tað, og tað
var ein sera javnur og
stuttligur dystur, so eg
rokni við at áskoðararnir
hava hugnað sær, stað-
festi Fróði Benjamin-
sen.
Sum oddalið í Føroy-
um hava gjørt síðan
2007, so tekur HB eis-
ini ein dyst á gangin.
- Vit ætla at vera ver-
andi har frammi, so
leingi vit kunnu. Men
vit taka ein dyst á gang-
in, og so fáa vit at
síggja, hvussu langt tað
ber, segði fegni Fróði
Benjaminsen í gjár.
Tað var kalt í regn
inum við Margáir,
men ivasama verju
spælið hevði við sær,
at álopsspælið bleiv
flótandi og málini
fimm. HB dró longra
stráið og staðfesti
oddasessin og nú
verður veruliga tungt
hjá EB/Streymi
Fótbóltur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Tað var lagt upp til ein rætti-
liga avgerandi dyst við
Margáir í gjár. HB kundi
staðfesta sær oddasessin
við einum javnleiki ella ein-
um sigri í trupla útidystinum
ímóti EB/Streymi. Bæði
NSÍ og Víkingur høvdu á
pappírinum lættari dystir,
og tí vóru trý stig sera týdn-
ingarmikil fyri HB.
Alt uttan ein sigur til EB/
Streym merkir, at felagsliðið
endaliga er sett av í odda-
stríðnum. Soleiðis bleiv
eisini, HB vann við trimum
ímóti tveimum eftir ein sera
undirhaldandi dyst, sum var
væl og hart spældur, sam-
stundis sum hvørt liðið fekk
eitt brotspark, sum tó ikki
fingu ávirkan.
Trý fyri hálvleik
Dysturin byrjaði við fullari
ferð. Bæði liðini gjørdu sítt
ítasta at fáa mál. EB/Streym-
ur við hørðum høgum pre-
sisum
sendingum,
sum
skjótt kundu leitt til okkurt,
meðan HB á sama hátt
spældi hart og skjótt, men
hjá teimum var bólturin
meiri niðri á jørðini, og
hetta skapti trupulleikar
fyri lutfalsliga tungu verj-
una hjá EB/Streymi.
Bara ein lítil løta var
spæld, áðrenn HB spælið
gav úrslit. Bólturin varð
spældur skjótt eftir jørð, og
eftir fleir góðar bóltar fekk
Andrew á Fløtum bóltin og
legði hann inn um verjuna
hjá EB/Streymi. Páll M.
Joensen lat bóltin elegant
bóltin fara til Bjarna Jørgen-
sen, sum legði ótarnaður
legði bóltin í málið, eftir at
hann var trektur inn um
Bárð Olsen á høgra bakki
hjá EB/Streymi.
Nú royndi EB/Streymur
at trýsta og fleiri ferðir varð
nær við. Men at enda bar
til. Alex Dos Santos fekk
rættiliga tilvildarliga bóltin
handan Pætur Jørgensen,
og so gekk skjótt. Santos
gjørdi alt rætt. Hevði eina
perfekta temjing, áðrenn
hann setti ferð á. Verjan hjá
HB roknaði við einum inn-
leggi og sá passiv út, meðan
Santos rann allan vegin inn
í málið, har hann plaseraði
bóltin fram við Símun
Rógva Hansen, sum annars
hevði ein sera góðan dag.
Deja vu
Tað gekk ikki ein minuttur
fyrr enn tað aftur var mál til
HB. Uppskriftin var júst
tann sama, sum til fyrsta
málið. Skjótt spæl fram til
Andrew á Fløtum, sum við
vinstra legði bóltin til Bjarna
Jørgensen
handan
Bárð
Olsen, og so hevði Gunnar á
Steig ongan møguleika.
Eftir hetta helt álops-
sinnaða spælið fram, men
støða var tann sama til hálv-
leik.
EB/Streymur tók yvir
Tá seinni hálvleikur byrjaði
hevði EB/Streymur bóltin
meira. Spælið var gott,
hóast nógv var koyrt upp í
luftina.
Hálvleikurin
var
einar
fimm minuttir gamal, tá
Hans Pauli Samuelsen gjørdi
ein vørr. Spældi ein banda í
vinstru síðu og hamraði á
málið. Málverjin bjargar,
men Arnbjørn Hansen fylgir
upp og so er 2-2.
Aftur deja vu
Men áðrenn armarnir hjá
EB/Streymsleikarum vóru
komnir niður gjørdist støð-
an 2-3. Andrew á Fløtum
var sera leysur í brotsteigin-
um hjá EB/Streymi, beint
eftir at teir høvdu givið bólt-
in upp og so legði havnar-
maðurin bóltin spakuliga
inn um Gunnar á Steig, sum
kann skelda verjuna fyri
hansara óhepnu støðu.
Deja vu nummar trý
Einaferð í fyrra hálvleiki
bleiv brádliga brotsspark til
felagsliðið. Fá skiltu hví,
men helst var orsøkin, at
onkur HB leikari skumpaði
Arnbjørn Hansen, sum var
vongur í gjár, í ryggin, tá
hann varð vorðin leysur við
Símuni Rógva Hansen í HB
málinum.
Bárður Olsen var settur
at skjóta, og skeyt eftir jørð
til vinstru fyri Símuni
Rógva Hansen, sum var
klárur og bjargaði.
Í seinna hálvleiki fekk
HB brotsspark, eftir at
Fróði Benjaminsen varð
feldur, men Andrew á Fløt-
um gjørdi júst sum Bárður
Olsen, og Gunnar á Steig
júst sum Símun Rógvi Han-
sen.
HB á meistarakós
Seinastu løtuna trýsti EB/
Streymur øgiligt, og tað var
um reppið at geva mál, men
HB hóraði undan, og tí er
stórfelagið úr Havn á meist-
arakós, samstundis sum
felagsliðið úr Sundalagnum
og av Eiði veruliga er sett
av í oddastríðnum, nú 10
stig eru millum liðini.
Símun Rógvi Hansen hevði
ein sera góðan dag fyri HB,
hóast EB/Streymur vildi hava
brotsspark fyri hesa støðuna í
endanum á dystinum
Mynd: Sofus D. Johannesen
HB
EB/Streymur
EB/Streumur-HB: 2-3 (1-2)
Málini vermdu við Margáir