mánadagur 15. juni 2009síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Stóra summarkappingin hjá Sosialinum
Send inn og vinn nógvar flottar vinningar
Summarkappingin '09
VINN FERÐASEÐLAR
Tel 34 10 00
atlantic.fo
Melda teg til Club Atlantic og
og fá sertilboð sendandi við telduposti
Øll, sum tekna seg, eru við í lutakasti hvønn mánað um eina ferð aftur
og fram á rutunetinum hjá Atlantic Airways.
Melda til á: www.atlantic.fo
Vika 25:
Leiðin til London
8 síður við spenn
andi tilfari um
summar
Dagur 1 av 4
Hvat er betur enn ein vikuskiftistúrur
til London við vinkonuni? Vit eru
farnar til London hetta vikuskiftið
við teirri vón at uppliva ymiskt, sum
vit ikki hava møguleika til í okkara
annars so deiliga landi. Vit vóna at
uppliva ymiskt, bæði hvat viðvíkur
mentan, søgu, shopping, býarlívi
og ikki minst tey áhugaverdu og
fjølbroyttu matstøðini, sum tann
sera metropoliski høvuðsstaðurin
hevur at bjóða. Møguleiki er fyri
at lesa um okkara vikuskiftistúr í
Sosialinum hvønn dag í vikuni, og
vónandi er tað ein inspiratión til
aðrar føroyingar sum leingast eftir
nýggjum og øðrum upplivingum.
Føroyar beinleiðis til
London
Atlantic Airways hevur flogið
til London í nøkur ár. Nú er so
møguleiki at flúgva beinleiðis
til London uttan millumlending
í Skotlandi, sum tað var fyrr.
Føroyingar eru eitt sindur ókendir í
Bretlandi, og sostatt er tað neyvan
tað fyrsta staðið ein hugsar um, tá ið
frítíðin skal leggjast til rættis. Tó so,
so eru møguleikarnir óteljandi, hvat
upplivingum viðvíkur.
London
Høvuðsstaðurin í Bretlandi, London,
liggur bara ein góðan ½ tíma frá
Stansted Airport, flogvøllinum, sum
Atlanic Airways samstarvar við.
Umframt eina deiliga frítíð í London,
so letur flogvøllurin Stansted upp fyri
óteljandi øðrum frítíðarmøguleikum.
Lágprísflogfeløg
Flogvøllurin í Stansted er kendur fyri
at hava fleiri lágprísflogfeløg, so sum
Easy Jet, Ryan Air, Thomson Flight við
øðrum. Hesi flogfeløg nýta Stansted,
og har eru ein hópur av ferðamálum
at velja ímillum, um ein ynskir
at fara víðari út í heim fyri ein
sámuligan prís. Meira upplýsingar
og prísir fyri hesar ferðir finnast á
heimasíðuni hjá Stansted Airport,
www.stanstedairport.com ella við
at fara beinleiðis inn á heimasíðuna
hjá flogfelagnum og velja flogferðir
frá Stansted Airport. Les meira um
Stansted Airport á næstu síðu.
Vikuskiftistúrur til London
Atlantic Airways
flýgur nú beinleiðis
til Stansted
Airport, London
Easy Jet er eitt av
teimum mongu lágprís-
flogfeløgunum, sum flúgva
til og frá Stansted Airport
Stanstead hevur nógv ymiskt
at bjóða teimum ferðandi, so
sum matstovur og handlar