Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-15, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. juni 2009síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Lýsingartilfar Nr. 111 • 15. juni 2009 2 Flogvøllurin í Bretlandi, sum Atlantic Airways nýtir, er Stansted Airport. Flogvøllurin er ein av størstu flogvøllunum í Bretlandi, og umleið 23 milliónir ferðafólk ferðast um flogvøllin hvørt ár. Hetta svarar til, at Stansted Airport er tann 46. mest vitjaða floghavnin í heiminum og triðmest vitjaða floghavnin í Bretlandi. Hóast tað, so er hetta ikki nakað, tú leggur til merkis, tá ið flogfarið hevur sett seg í floghavnini. Fyrsta upplivilsi er, eftir okkara áskoðan, áleið tað sama, sum tá ið flogfarið setir seg í Vágum við trappum ístaðin fyri ’gatum’, sum man annars setir í samband við stórar altjóða floghavnir. Tá ein kemur inn í sjálva floghavnina er tað somuleiðis eisini sera friðarligt, og samstundis er støðið við upplýsingum í hásæti. Tað er einki ivamál, hvørja leið man skal taka, fyri at finna fram til viðførið og víðari út til bussar, hýruvognar o.a. Fakta um Stansted Airport Um sjálva floghavnina er vert at nevna, at 29 ymisk flogfeløg flúgva til og frá Stansted Airport. Hetta gevur teimum reisandi møguleika til at velja ímillum 162 ymisk ferðamál í tilsamans 34 ymiskum londum. Tænastan á Stansted Airport er góð við 120 check-in støðum, umframt 12 kontórum, har ferðaseðlar kunnu keypast. Parkeringsmøguleikarnir við floghavnina eru eisini góðir, og ætlar tú tær víðari við bussi, hýruvogni ella toki, so er hetta heldur eingin trupulleiki. 44% av ferðafólkunum nýta ta almennu rutuna til og frá flogvøllinum. Sjálvur flogvøllurin er 3.048 m til longdar og 46 m breiður. Bíligar flogferðir Sum nevnt áður, so er Stansted Airport kent fyri lágprís- flogferðaseðlar. Nógvir eru møguleikarnir, um ynski er at koma til heitari lond. Úr Stansted kanst tú til dømis flúgva til Kypern, Grikkaland, Malaysia, Marokko, Portugal, Romenia, Spania, Kanarisku oyggjarnar og Turkaland við fleiri, fyri ein sera sámiligan kostnað. Samstundis eru fleiri nýggjar eksostikar flogrutur úr Stansted. Millum annað er møguleiki fyri at flúgva til ymisk ferðamál í Fjareystri og Australia. Shopping og matstovur og annað Um tú hevur nakrar tímar til góðar á Stansted Airport, so nýtist man ikki at keða seg. Nógvir ymiskir handlar eru, bæði duty-free og aðrir, har serliga konfólk skjótt kunnu fáa nakrar tímar at ganga, og samstundis er eitt stórt úrval av matstovum at velja ímillum. Harumframt eru pubbir, soleiðis at tú kanst sløkkja tær tostan. Hevur man betur hug til at avstressa í einum meira friðarligum umhvørvi, so er møguleiki at keypa sær atgongd til eina VIP lounge, sum í grundini er minni kostnaðarmikið, enn hvat man ivaleyst roknar við. Express by Holiday INN Í sambandi við okkara vikuskiftistúr til London, valdu vit at gista í Stansted fyri síðani at vitja Cambridge dagin eftir, áðrenn leiðin gekk víðari inn til London. Vit gistu á Express by Holiday INN, sum er eitt 3* hotel, sum liggur 5 minuttir frá Stansted Airport. Bussarnir koyra hvønn ½ tíma, ið er sera hent og nemt. Tænastan verður latin ókeypis frá flogvøllinum og til hotellið, men kostar £ 3 frá hotellinum og aftur á flogvøllinum. Kamarið var sera hugnaligt og reint við stórum baðiverðilsi. Express by Holiday Inn borðreiddi við ymiskum góðum til morgunmatar- buffeina, men ikki einum stórum enskum morgunmati, sum tú kanska kundi hildið á einum hotelli í Bretlandi. Tó so, er var maturin góður, og møguleiki var eisini at hugna sær í matstovuni og barrini um kvøldið. Express by Holiday Inn er sostatt eitt hotel, ið vit kunnu viðmæla, um man ynskir at gista á Stansted, áðrenn leiðin gongur víðari, antin í Bretlandi, sum hjá okkum, ella víðari út í heimin. Stansted Airport – ein altjóða floghavn Express by Holiday Inn hevur sera hugnaliga matstovu og barr Atlantic Airways umboðar Express by Holiday Inn í Stansted