Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 112 - 16. juni 2009 Tað er so javnan, at Havnarvág er oljudálkað, men eisini tá vágin er oljufrí flýtur við óhumsku. Ikki serliga heppið fyri hvørki ferðafólk ella Kafe Vágsbotn DÁLKING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Tað er sjálvandi ikki lætt at verja seg fyri øllum, sum rekist inn av havinum og endar á Havnarvág. Men ikki sær tað vakurt út. Í gjár, tá vit spákaðu eftir keiini í Vágsbotni út á Tinga­ nes, kundu vit ikki umgang­ ast at leggja til merkis alla óhumskuna, sum fleyt inni í krókinum í Vágsbotni. Tað sær ikki tespiligt út. Eisini úti við Tinganes flýtur í lorti fram við stórum parti av nesinum. Lukturin er heldur ikki hin besti, og tað kann neyvan verða so­ leiðis, at høvuðsstaðurin ynskir at presentera seg mót­ vegis teimum mongu fremm­ andu ferðafólkunum, sum vitja hesar mánaðirnar. Inni í krókinum í Vágs­ botni liggur ein oljusperra, men nágreiniliga hvat hon er ætlað til, er ilt at siga, tí hon liggur innan fyri alla óhumskuna. Sløkkiliðið er javnan í Vágsbotni og sýgur olju og annan lort upp, og tað hevði kanska verið upp á sítt pláss at gjørt eitt legg oman aftur at reinsa vágna enn einaferð. Gamlar leivdir Kartni Jacobsen, brand­ meistari, sigur, at tað, sum nú flýtur á Havnarvág, helst eru gamlar leivdir frá einari aðrari dálking. ­ Tað hevur ikki borið til at fingið alt upp, og slíkt, sum hevur flotið millum bátarnar hevur helst savnað seg í krókinum í Vágsbotni nú. Tað hendir alt eftir, hvør ættin er, sigur hann. Mannagongdin hevur annars verið, at tað er løg­ reglan, sum boðar sløkkilið­ num frá, tá talan er um dálk­ ing á Havnarvág, og síðani verða fólk frá sløkkiliðnum send á staðið at kanna eftir, um tað er nakað, teir fáa gjørt nakað við. ­ Tað er ikki altíð, at vit fáa sogið tað upp, sum ligg­ ur og flýtur, og dálkingin, sum talan nú er um, er í stóran mun fiskalýsi, har er ikki so nógv olja í eftir, sigur Kartni Jacobsen. Hann sigur, at tað ofta kemur fyri nú, at fólk ringja beinleiðis til sløkkiliðið og boða frá dálking. Til aðrar tíðir er tað umhvørvisstovan hjá kommununi, sum boðar frá. Upptøka frá dálking er vorðin nærum gerandiskost­ ur hjá sløkkiliðnum í Havn. Eisini úti á Tinganesi flýtur nógv óhumska Gríma farin í gong við venjingarnar av Pietá 25. juli frumframførir Gríma leikin Pietá á Tjóðpallinum. Ria er høvuðspersonurin í leikinum, sum Birita Mohr spælir. Í byrjanini liggur tilkomna kvinnan, har arbeiðslív og privatlív eru um at sindrast, á einum hotelkamari. Við síðurnar av henni liggur ein fremmandur maður. Hon veit onki um mannin, men hvat er galið við støðuni. Kanska er hon klár at rýma frá veruleikanum. Hvat víðari hendir fæst ikki at vita fyrr enn 25. juli, tá leikurin verður frumframførdur á Tjóðpallinum. Pietá er italskt orð, og er millum annað navnið á kendasta listarverkinum í Pæturskirkjuni í Rom, har krossfesti Jesus liggur í føvninginum á Mariu Moy. Orðið vísir á miskunn, gudsótta, sorgarvísa og bøn um náði. Tað er Astrid Saalbach, ið hevur skrivað, og Egi Dam leikstjórnar. Talan er um ein einmansleik, har Birita Mohr hevur einasta leiklutin. Marianna Mørkøre ger pallmynd og Árni Baldvinson syrgir fyri ljósi og smíðar pallmyndina. Leikurin verður spældur frá 25. juli og nakrar sýningar fram. Vágin flýtur í óhumsku Ikki sær tað tespiligt út inni í krókinum í Vágsbotni. Ein oljusperra liggur innast við, men ilt er at síggja, hvørja nyttu hon ger Í Miðlon · Tel. 315101 babysam@olivant.fo BabySam í Miðlon tín trygd – okkara ábyrgd Nýtt merki í Føroyum Barnavognur av vælkendum týskum kvaliteti. Vognurin er sera lættur - bæði i vekt og at koyra, alt stoff er vatnavvísandi og kann takast av. Sami yvirdeilur til 2 ymisk stell. Regnslag og flugunet fylgja við. Vognurin hevur sera langt liggimát: 37x97cm TEUTONIA FYRI EINANS 5499,- ella 5999,-.