týsdagur 16. juni 2009síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 - 16. juni 2009
3
tíðindi
Búskaparkreppan
hevði sína stóru ávirk
an á árfrágreiðingina
hjá Føroya Arbeiðs
gevarafelag á aðalfund
inum fríggjadagin
Frágreiðing
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Millum annað stendur í
frágreiðingini, at seinasta
árið hevur verið avbjóðandi
fyri føroyska vinnu. Árið
2008 byrjaði við eini ábend
ing um, at útlitini ikki vóru
fult so góð sum undanfarin
ár. Ongin væntaði tó, at
fíggjarheimurin
skuldi
renna seg meira ella minni
fastan í heyst.
Sonevnda fíggjarkreppan
er vorðin búskaparkreppa
um allan heim, og merkist
hetta eisini í Føroyum.
Flestu vinnugreinar merkja,
at tað er fall í eftirspurning
inum, og at tað er trupult at
fáa fígging til nýtt og ver
andi virksemi. Nógvar fyri
tøkur hava verið noyddar at
tillaga raksturin til broyttu
umstøðurnar og hava sum
úrslit av hesum sagt fólk úr
starvi.
Byggivinnan og partar
av útflutningsvinnuni eru
millum tær, sum eru harðast
raktar. Sera stórt virksemi
hevur verið í byggivinnuni í
fleiri ár, men eftirspurning
urin steðgaði nærum upp í
byrjanini av 2009.
Útflutningsvinnan
er
somuleiðis
undir
trýsti.
Hetta tí, at fiskasløgini tosk
ur og hýsa eru fallin mun
andi í prísi og nøgd, meðan
tey
bíligari
fiskasløgini
hava hildið prísin. Somu
leiðis eru umstøðurnar fyri
útflutning eru vorðnar nógv
truplari, tí tað hevur verið
sera torført at fáa trygging
av keyparum orsakað av
fíggjarkreppuni.
Fiskivinnan illa fyri
Somuleiðis verður stórur
dentur lagdur á, at føroyska
fiskivinnan sum heild er
illa fyri fíggjarliga. At úrslit
ini seinnu árini hava verið
vánalig, og at fiskiskapurin
minkaður. Og tí verður
spurnartekin sett við skip
anina av fiskivinnuni.
Og
tí
mælir
Føroya
arbeiðsgevarafelag til, at
skipanin fyri føroyska fiski
vinnu verður tikin upp til
endurmetingar við tí fyri
eyga at skipa eina vinnu,
sum er lívfrøðiliga burðar
dygg og búskaparliga hald
før og gangnýtir tilfeingið á
ein hátt, sum kastar mest
møguligt av sær til bæði
vinnuvirkir og samfelagið
sum heild.
Frágreiðingin staðfestir
somuleiðis, at gongdin í
2008 og higartil í 2009 hev
ur sett vinnuna undir trýst
og kravt stórar tillagingar.
Sum sæst í frágreiðingini,
væntar felagið eisini, at til
lagingar verða framdar inn
an tað almenna, eins og
vinnuni verða veittir so
góðir karmar sum gjørligt.
Dapur ársfrágreiðing hjá
arbeiðsgevarafelagnum
Nevndin í arbeiðsgevarafelagnum
afturvald
Á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag vórðu
Jóhan Páll Joensen og Jón Danielsen afturvaldir, nú teir
stóðu fyri afturvali.
Hetta merkir, at nevndin er óbroytt og at Jóhan Páll
Joensen, Kristoffur Laksá, Bergur Poulsen, Magni Arge,
Jón Danielsen, Meinhard Jacobsen og Jóhanna á Bergi
manna hana.
Enn hevur nevndin ikki skipað seg.
Sumt á myndunum er eykaútgerð
Prísur úr 199.000,-
CHEVROLET
CRUZE
Báðir, sum stóðu fyri vali hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag vórðu afturvaldir