Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 112 - 16. juni 2009 Leygarkvøldið bjóðaði Guðrið Hans­ dóttir til útgávu­ kon sert í Sjón leik­ ar húsi num í Havn. Í fantastiskum formi vísti hon hvat kær­ leiki kann fyri tón­ leik in. Tað dapra The Cardigans ljóðið var so at siga burtur, og í stað in varð huglagið merkt av summari, við lættum tónum a la The Carpenters Tónleikur Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Sjónleikarhúsið í Havn var leygar kvøldið karmur um eina av bestu konsertunum í longri tíð. Útgávu kon sert­ in hjá Guðrið Hansdóttir var tann fullfíggjaða byrjan­ in til summarið, ið er í nánd. Her oysti Guðrið Hans dóttir av sínum summar ligu tónum saman við ein vælsmurdari maski­ nu av Føroya bestu tón­ leikar um. Tað var júst í Sjón leik ar­ húsi num fyri tveimum ár um síðan, at yvirritaða hevði eina av sínum bes tu k o n s e r t u p p l iv i n g u m nakran tíð. Tað var, tá Bu dam fylti pallin, og fekk alt húsið at klappa, trampa og syngja við til sín tón­ leik. Leygarkvøldið gjørdi Guðr ið honum bragdið eftir. Eftir upphitingina við Heið rik á Heygum, fór tepp ið frá, og har stóð hon so løtt og summarlig í sín­ um tunna ljósareyða kjóla og sang I Defy, sum seinastu vikuna hevur verið í umfari í kringvarpinum. Við sær hevði hon 10 fólk, ið komu inn í litføgrum orkestur­ bún um. Tey vóru Leivur Thom sen gittar, Rógvi á Rógvi trummur, Mikal Blak bass, Líggjas Olsen og Magn us Johannesen klaver og keyboard, Flóvin kór og gittar og Ása Wraae sang kór. Harafturat var Bern­ harð ur Wilkinson serligur gest ur, tá hann spældi floytu á einum lagi, og Ólavur Ol sen leikti trompet á ein­ um. Tveir strúkarar vóru eisi ni partur av orkestrinum. Tóri Restorff spældi kontra­ bass og Angelika Nielsen spældi fiól. Forelskilsi gevur íblástur Nógv hevur verið gjørt burtur úr útgávukonsertini hjá Guðrið, og so gott sum hvør miðil hevur givið song kvinnuni ans. Í sam­ røðu við Sosialin fyrr í vár segði Guðrið, at hon síðan seinastu útgávu hevði funn­ ið kærleikan, ið hon saknaði í arbeiðnum við Love is Dead, sum kom út í 2007. Tónleikurin var merktur av hes um sterku kenslum av sak ni. Hon segði í vár, at hon helt ikki, at ein kundi gera tónleik um glað ting, men at hon so dyggiliga mátti eta síni egnu orð, tá hon ikki kundi nokta fyri stóra íblástrinum, hon fekk eftir at hava funnið kær leik­ an. Forelskilsi og gleði hava sett síni fingramerki á tón­ leikin hjá Guðrið, og slepti hon síni næstu útgávu á markn aðin 4. juni í ár. Síðan hava løgini Walk With Me, I Defy og før­ oyska lagið, Stjørnur, ið er yrking eftir Siggu Mariu Høj gaard, og sum Guðrið Hans dóttir hevur sett lag til, verið í umfari í út varpi­ num. Øll hesi løgini vóru ein ans betri at uppliva á kon sert. Persónliga haldi eg, at Guðrið Hansdóttir ikki kann rista ljóðið av kvinnu ligi røddini í The Carpenters av sær. So Guðrið legg ur lag til summarið Fleiri missa hús og heim Í Danmark enda altsamt fleiri mál um skuld í fútarættinum, og altsamt fleiri fólk noyðast frá húsi og heimi, skrivar Politiken mánadagin. Blaðið skrivar, at tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár viðgjørdi fútarætturin meiri enn 105.000 mál um ógoldnar rokningar, og tað er 36 prosent meiri enn somu mánaðir í 2008. Búskaparfrøðingurin Kim Valentin sigur við Politiken, at fíggjarkreppan er høvuðsorsøkin til gongdina. Hann vísir á, at nógv fólk missa arbeiðið og eru tí ikki før fyri at rinda sínar rokningar. Tey enda so í fútarættinum, og vil illa til, kunnu tey enda úti á gøtuni, skrivar Politiken. Týskland hartar Iran Týska uttanríkisráðið kunngjørdi sunnukvøldið, at Frank­Walter Steinmeier, uttanríkisráðharri, hevði sent boð eftir iranska sendiharanum í Berlin og biðið hann koma á fund við seg í uttanríkisráðnum. Í kunngerðini stóð eisini, at Frank­Walter Steinmeier fordømdi ta harðligu viðferðina, sum mótmælisfólk í Teheran høvdu fingið frá myndugleikunum. Fleiri vilja vera við, at Mahmoud Ahmadinejad var ikki tann rætti vinnarin á forsetavalinum í Iran. Eygleiðarar siga tað vera serliga áhugavert, at Týskland mótmælir so harðliga, tí Týskland hevur rættiliga stóran samhandil við Iran.