Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 112 - 16. juni 2009 melod isk og klár ljóðar hon. Vónandi er hetta ikki nak að fornermilsi. Í heila tikið var ein summar ligur tóni yvir kon­ sert ini. At styrkja um ta kenslu na, kundi ein bert líta at pallinum, sum var pynt­ aður til eina uttandura veits­ lu við litføgrum ljósperum hang andi úr loftinum, og glað um fólki í sang og spældi. Einglarøddin millum sterku mennirnir Tónleikararnir hjá Guðrið vóru væl upplagdir hetta kvøld ið, og vóru uttan iva súlan undir eini konsert, sum bara skal eydnast væl. Ein stórur partur av mann­ ing ini er tann sama, sum Bu dam fyri tveimum árum síðan bergtók sínar gestir við, og forklárar tað kanska ein part av góðu upp liv ing­ ini. Eitt eru hjálpartónleikarar. Stjørn an hetta kvøldið var tó Guðrið Hansdóttir. Alt við henni tóktist so gjøgn­ um tonkt og væl tilrættislagt. Líka sum á Love is Dead, hevur hon gjørt sær ómak við at heildin skal vera í lagi. Hennara vørumerki eru uttan iva sermerkta reyða hárið og teir glitrutu kjólar nir. Og so sjálvandi vak ra røddin, sum á nýggju út gávuni kemur betri til sín rætt enn fyrr. Á ein ella ann an hátt tykist tað sum at hon “hoyrist” betri. Um tað er tilætlað, ella um yvir­ ritaða’sa seina reaktión, skal støða ikki takast til. Men eitt klókt val, um tað er fyrri valmøguleikin. Um vit venda aftur til frá líku løgini hjá Guðrið Hansdóttir, sum vit vóru so hepp in at uppliva í Sjón­ leik ar húsinum leygar kvøld­ ið, skal lagið Sleep takast fram. Eitt fantastiskt lag, sum er næst seinasta lag á fløguni, og eitt perfekt lag til at enda eina konsert við. Her sungu Guðrið Hans­ dótt ir og Ása Wraae eina duett, sum riggaði fan tas t­ is ka væl. Gjøgnumførda Guðrið Eitt gott tekin um at eingin slingur er í valsinum, er flotta uppsetingin inn í Sjón leikarhúsinum. Henn­ ara góði vinur, Heiðrik á Heyg um, hevur tikið mynd­ ir og gjørt húsan til The Sky is Opening, líka sum hann eisini stóð fyri hesi uppgávu á Love is Dead. Á myndu­ num sæst Guðrið sitandi á ein um karruselhesti, og hes in hevði fingið eitt heiður s pláss aftast á palli­ num. Sama søga er við kjól un um, sum Guðrið fram førdi í leygarkvøldið. Teim um er hon eisini av mynd að í. Skal takast saman um, var útgávukonsertin hjá Guðr ið Hansdóttir ein gleði lig tónleikauppliving. At Guðrið hevur fólkatekki, kann staðfestast eftir stóra áhuga num, sum var fyri kon sert ini var. Tað tók stutta tíð at selja øll at gongu merkini, og at seta eina nýggja konsert á skrán­ na. Tá konsertin hjá Guðrið Hansdóttir var komin at enda, høvdu síðumaðurin og yvirritaða bara hug at vera sitandi og lurta eftir sein nu konsertini, bara fyri góða tónleikin eina ferð enn. Uttan fyri var lýtt og ljóst, og fólk leitaði sær oman eftir móti miðbýnun. Fleiri okkara murrandi, og við ný keyptari fløgu og plakat við Guðrið ríðandi á einum karrusel hesti undir armi­ num. Norðurkorea ávarar USA Norðurkorea vil vera við, at USA hevur nógvar kjarnorkurakettir, sum eru vendar ímóti landinum, og stýrið í Pyongyang ávarar um, at tann amerikanska hóttanin kann enda við einum kjarnorkukríggi á koreanska nesinum. Blaðið Rodong Simmun, sum myndugleikarnir í Norðurkorea geva út, skrivaði í gjár, at USA hevur nú 1.000 kjarnorkuløðingar í Suðurkorea, sum eru vendar ímóti málum í Norðurkorea. Um vikuskiftið hevur norðurkoreanska stjórnin fleiri ferðir mótmælt, at trygdarráðið hjá ST hevur samtykt at herða tiltøkini ímóti landinum. Bæði Kina og Russland tóku undir við samtyktini. Smyril á Vági Sjáldsamur gestur vitjaði Vág sunnudagin. Um 12:30 tíðina í gjár sigldi Smyril inn á Vág. Ætlanir eru um at nýta Vág sum bunkringshavn, og í gjár royndi Smyril bryggjuna við Vágsverkið. Smyril hevur bunkrað á Sundi, men ætlanir eru um, at framyvir skal Smyril bunkra olju í Vági. Umstøður eru við bryggjuna við Vágsverkið hjá SEV ­ har stóru oljutangarnir standa, og sunnudagin kom Smyril á Vág at royna umstøðurnar. Veðrið var av tí fagrasta, og tað sá út til, og ongir trupulleikar vóru, og væl gekst at koma til og frá. Men hvussu verður við ætlanunum um bunkring í Vági frættist óivað meira um seinni. Nú hevur Smyril roynt umstøðurnar í Vági, og Smyril gjørdi skjótt av, tí um 13 tíðina í gjár fór hann norður aftur á Krambatanga.