týsdagur 16. juni 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 112 - 16. juni 2009
- Tað, sum vit nú
gera, er tað, sum
skuldi verðið gjørt
fyri seks árum síðani
og fyrsta dagin fáa
vit at síggja um tað
eydnast samgonguni
at semjast um ein
fíggjarpolitikkin nú,
ella um vit mugu bíða
til eftir Ólavsøku,
sigur Løgmaður
Fíggjarpolitikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Samráðingarnar
í
sam
gonguni
um
fíggjarligu
karmarnar fyri føroyska
samfelagið tey næstu árini,
eru nú á veg inn í eina
avgerðandi fasu.
Ætlanin hevur verið, at
samgongan skuldi koma til
eina
niðurstøðu
áðrenn
summarferian
byrjar
av
álvara og so skuldi Løgting
ið kallast saman nú í juni
mánað at viðgera ymsar
lógarbroytingar, sum vera
neyðugar.
Men tað hevur drigið út
og nú má Kaj Leo Johanne
sen, løgmaður, ásanna, at
tað er ikki vist, at tað eydn
ast at koma til eina niður
støðu nú.
Men
hann
sigur,
at
hendan vikan verður nokk
so avgerðandi fyri, um tað
eydnast at finna semju nú.
Eg vænti, at tá ið hendan
vikan er farin aftur um bak,
vita vit um tað ber til at
røkka eini semju nú, ella
um vit mugu bíða til eftir
ólavsøku, sigur hann vit
Sosialin.
Sjálvur dugir hann ikki at
siga, um tað ber til at finna
semju nú, ella ikki.
Tað er hopleyst at siga,
tí málini skulu mýkjast og
tað kann vera so skjótt, at
tað gleppur, men tað er ikki
til at vita, sigur hann
Hinvegin leggur hann
dent á, at samgongan fer at
taka sær tað neyðugu tíðina
at finna semju.
Fíggjarlógin fyri 2010
skal ikki verða ligur fyrrenn í
heyst, so skuldi tað ikki
eydnast samgonguni at funn
ið eina semju nú, er tað er
ongin vanlukka yvirhøvur.
Hann vil framvegis ikki
siga nakað um, hvørji mál,
samgongan arbeiðir við.
Kortini sigur hann hann,
at samgongan er komin væl
áleiðis og at tað er góður
vilji hjá øllum pørtum at
finna eina semju.
Bygnaðarbroytingar
Í Sosialinum um vikuskiftið
stúrdi Hermann Oskarsson,
búskaparfrøðingur,
fyri
úrslitinum av samráðing
unum í samgonguni, tí hann
metti, at tað, sum higartil er
komið fram, boðar ikki frá
góðum.
Hann heldur, at tosað
hevur verið ov nógv um
sparingar og ov lítið um,
hvussu ætlanin er at tryggja,
at fólk ikki missa arbeiðið,
hús og heim og rýma av
landinum.
Men hóast løgmaður ikki
vil siga nakað um smálut
irnar í samráðingunum, vísir
hann óttanum hjá búskapar
frøðinginum staðiliga aftur.
Tað verður ongin rikin
av landinum av okkara
politikki, staðfestir hann.
Hann sissar føroyingar og
lovar, at tann semjan, sum
samgongan arbeiðir fram
ímóti, fer ikki á nakran hátt
at seta skelk í samfelagið.
Hann sigur, at sparingar
er bara ein partur av tí
uppleggi, sum samgongan
kemur við.
Talan er um ein pakka,
sum er í trimum, við einum
rakstrarpakka, einum bygn
aðarpakka og einum virk
semispakka, sigur hann.
Hann sigur, at fyri nøkr
um árum síðani varð blokk
urin úr Danmark skerdur
367 milliónir um árið.
Men tað varð gjørt, uttan
at politikararnir samstundis
gjørdi nakrar sum helst
bygnaðarligar
broytingar
fyri at laga samfelagið til
tær minkandi inntøkurnar.
Tað, sum vit nú eru í
holt við, eru at gera tær
bygnaðarligu broytingarnar,
sum í veruleikanum skuldu
verið gjørdar fyri seks árum
síðani,
sigur
Kaj
Leo
Johannesen.
Tó at hann onki vil siga
um smálutir og snávingar
steinar í samráðingunum,
eru tað ávís yvirskipað mál,
sum samgongan hevur sett
sær.
Eitt endamál er at ein
framtíðar eftirlønarskipan
skal vera ein partur av
bygnaðarbroytingunum.
Eitt annað, yvirskipað
endamál er, at næsta ár skal
føroyska samfelagið ikki
verða dýrari at reka enn tað
er í ár.
Bara tann málsetningurin
er ein týðandi partur av tí
politikkinum,
sum
skal
førast.
Men tað, sum annars
hevur verið frammi um
rentufrádrátt,
lønarsteðg,
fiskimannafrádrátt og ann
að, eru bara gitingar, sum
eg ikki geri viðmerkingar
til, sigur løgmaður.
Hinvegin leggur hann
dent á, at hóast sparingar
skulu gerast í almenna
rakstrinum, er tað eisini eitt
høvuðsmál hjá samgonguni
at gera ein virksemis pakka
fyri at skapa arbeiðspláss
fyri at tryggja, at arbeiðs
loysið ikki veksur.
Virksemispakkin skal
tryggja, at tað skal bera til
hjá teimum, sum møguliga
missa starvið av almennum
sparingum, at finna onnur
størv, sigur løgmaður.
Hann vissar eisini um, at
samgongan leggur stóran
dent á, at tryggja, at hava
eina javnvág í ímillum spar
ingarnar,
bygnaðarbroyt
ingarnar og virksemisætlan
ina, at tað ikki elvir til økt
arbeiðsloysi.
Men í so máta eru vit so
ótrúliga nógv betri fyri enn
nógv av okkara granna
londum, eitt nú Bretland,
sum eftir ætlan fer at hava
hall tey næstu árini, sum
svarar til tvær milliardir í
okkara peningi.
Løgmaður
sigur,
at
okkara hall verður kanska
750800 milliónir í ár og
tað er ov stórt. Tí kunnu vit
ikki lata standa til, men vit
mugu seta sparingar í verk.
Men vit hava at kalla onki
arbeiðsloysi. í Alheims høpi
er tað metlágt og við tí
virksemispakka vit hava,
fara vit at skapa so mikið
av arbeiðið, at arbeiðsloysið
skal haldast niðri, hóast
onkrar
sparingar
verða
settar í verk.
Andstøðan við
Kaj Leo Johannesen sigur,
at samgongan hevur eisini
sett sær fyri, at allir limirnir
í samgonguni skulu taka
undir við semjuni, sum
verður gjørd, tí tað ber ikki
til, at einstakir tinglimir
spæla fríspæl.
Endamálið er at fáa
andstøðuna við í eina semju
fyri at fáa so stóra undirtøku
sum gjørligt, so ætlanin er
eisini at kalla andstøðuna
til fundar, tá ið málið er
komið longri fram á leið og
so fær hon sjálvandi eisini
høvi at seta síni fingramerki
á politikkin.
Løgmaður ásannar, at
skal tað eydnast at fáa
andstøðuna við, er tað ein
fortreyt, at samgongan er
samd, tí tað er neyvan
hugsandi, at andstøðan fer
at hjálpa eini spjaddari
samgongu at lyfta ein
politikk ígjøgnum.
Men eg haldi eisini allir
tinglimir hava fatað álvaran
í støðuna og ikki fara at
brúka hetta høvi til at røkja
egin áhugamál, leggur hann
afturat.
Ongin skal tvingast av
landinum undan okkum
Risa stór Gay Pride
í Sao Paolo
Um vikuskiftið var Gay Pride gonga í Sao Paolo og heili tríggj
ar milliónir fólk luttóku. Umleið tríggjar milliónir menniskju
luttóku um vikuskiftið á tiltøkum í samband við Gay Pride í
Sao Paolo í Brasil. Hetta ger skrúðgonguna til ta størstu í heim
inum nakrantíð fyri rættindini hjá samkyndum. Tað er á trett
anda sinni, at Gay Pride er í býnum og heili 400.000 ferðafólk
vóru komin til skrúðgonguna. Tí siga brasilskir myndugleikar,
at hetta er størsta einstaka hending í býnum, aftaná Formel 1
koyringina. Hetta skrivar Politiken.dk.
3.000 jarðskjálvtar í mai
Íslendski jarðfrøðistovnurin skrásetti ikki færri enn 3.000 jarð
skjálvtar í síðsta mánaði, og av teimum vóru umleið 2.000 við
Fagradalsfjall, sum er á Reykjanesi. Tann harðasti jarðskjálvt
in, sum var 4,7 á Richterstiganum, var við Fagradalsfjall tann
29. mai. Fleiri eftirskjálvtar komu aftaná, og ein teirra var 4,3
á Richterstiganum. Tann harðasti jarðskjálvtin, sum var á
Suðurlandinum í mai, var 2,7 stig, og longri eysturi var tann
harðasti 2,5 á Richterstiganum. Jarðfrøðistovnurin sigur, at
meiri enn 100 jarðskjálvtar vóru nærhendis Vatnajøkli í mai.
Nakrir vóru eisini undir havbotninum, serliga norðan fyri
oynna Grímsey.
Hendan vikan verður avgerandi fyri, um vit finna semju nú, ella um vit
mugu bíða til eftir ólavsøku sigur Kaj Leo Johannesen. Hann sissar tey,
sum stúra og vissar tey um, at úrslitið hjá samgonguni fer ikki at senda
nakran skelk ígjøgnum samfelagið