Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 112 - 16. juni 2009 Kaðalin, ið bindur Føroyar við umheimin innan tele­ samskifti er slitnaður. Hetta váttar Páll Vesturbú, stjóri á FT­net. Eitt skip hevur helst rakt Shefa­2 kaðalin við Orkn­ oyggjar, hóast tað ikki kann sigast við vissu. Men stað­ festast kann, at kaðalin óvirkin Hetta skuldi sambært Før­ oya Tele ikki merkt brúkar­ an, tí Cantat­3 og Farice kaðalin kunnu nýtast, men Páll Vesturbú vil ikki pástanda, at tað als ikki kemur at merkja ferðina hjá internetbrúkarum í Føroyum. Greitt er, hvar kaðalin hevur fingið skaða, og sam­ bært Páll Vesturbú, kann hann vera gjørdur um umleið eina viku. Shefa-2 er slitnaður Hugskotskapping Eysturkommuna bjóðar hervið til hug­skotskapping­ viðv. navni til nýg­g­ja dag­stovnin í Leirvík. Ynskilig­t er at fáa eitt stutt navn, sum fellur væl og­ sum møg­ulig­a samljóðar við virksemi á stovninum. Vinarlig­ast sendið navnauppskotið saman við frág­reiðing­ um, hví tyg­um halda tyg­ara navn vera hóskilig­t, til Eysturkommunu, og­ merkið brævbjálvan “Navnakapping­”. Navnið á luttakaranum skal ikki skrivast á navnauppskotið ella frág­reiðing­ina, men leg­g­jast í ein annan afturlatnan brævbjálva, saman við uppskoti og­ frág­reiðing­. Freistin at senda inn er 26. juni 2009 kl. 13.00. Virðisløn uppá kr. 3.000,- verður latin fyri besta hug­skotið. Eysturkommuna tilskilar sær, um neyðug­t, rættin ikki at nýta vinnandi uppskotið. Postboks 30 · 510 Gøta · eystur@eystur.fo · www.eysturkommuna.fo K R E A Jassur hvørt týskvøld kl. 21 Shefa-2 kaðalin hevur fingið skaða, men Farice og Cantat-3 eru í lagi, so tað skuldi ikki seinkað netferðsluni munandi