týsdagur 16. juni 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 112 - 16. juni 2009
Í gjár varð uppdagað,
at ein tailendsk
kvinna, sum sigldi við
ferðamannaskipinum
Braemar var blivin
burtur onkustaðni
millum Føroyar og
Ísland. Klokkan 18
steðgaði leitingar
arbeiðið hjá MRCC
BurturBlivin
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Tá ferðamannaskipið Bra
emar kom á Havnina úr
Íslandi í gjár, legði mann
ingin til merkis, at ein teirra
ikki var at finna. Talan var
um eina tailendska kvinnu,
sum ikki var sædd síðan
klokkan
hálvgum
tólv
kvøldið fyri.
Løgreglan
var
skjót
umborð á skipinum og kann
aði málið, samstundis sum
sjóbjargingarstøðin, MRCC,
setti leiting í gongd.
Tyrla, Brimil og Lív fóru
beinanvegin at leita, sam
stundis sum Halgafelli og
Líðraberg fylgdu við, um
teir nú sóu hana.
Leitiøkið var stórt. Av
havnarvág og 100 fjórðingar
ímóti Íslandi.
Brimil byrjaði vestanfyri
Mykines og leitaði vestur
eftir til har Braemer var tá
ið persónurin seinast var
sæddur. Tyrlan byrjaði í
Skopunarfirði og leitaði
vestur á sama stað, har per
sónurin seinast var sæddur
og Lív byrjaði í Nólsoyar
firði og síðani í Skopunar
firði, Hestfirði, Vágafirði
og vestanfyri Sandoynna.
Men av tí at kvinnan bara
var í vanligum klæðum –
einum ljósabláum uniformi
og einum myrkum dýnu
jakka – gjørdist møguleikin
at finna hana á lívi minni
og minni.
Leitingin helt fram til
klokkan 18, tá avgjørt var
at steðga leitingini. Tíggju
tímar vóru farnir síðan skip
ið var við bryggju í Tórs
havn og átjan tímar vóru
farnir síðan persónurin var
sæddur seinast.
Tá vóru ongar vónir fyri
at finna persónin á lívi. Av
tí at leitiøkið er hundrað
fjórðingar langt, er heldur
ikki vónir um at finna per
sónin, skrivar MRCC í tíð
indaskrivi.
Klokkan 16 fór Braemer
avstað aftur úr Tórshavn á
veg til Skotland.
Hóast WHO hevur
lýst krímsjúkuna
influensu A at vera
heimsfarsótt, verður
føroyska tilbúgvingin
í fyrstu syftu ikki
broytt
influensa a
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Tað boða landslæknin og
heilsumálaráðið frá. Før
oyskir og danskir heilsu
myndugleikar
fylgja
tó
gongdini neyvt í tráð við
tilmælini frá WHO.
Heimsheilsustovnurin
WHO broytti í gjár influensa
Astøðuna til stig 6. Henda
broyting fær í fyrstu syftu
ikki týdning fyri donsku
tilbúgvingina, og í Føroyum
hava vit tikið avgerð um at
hava somu støðu sum donsku
heilsumyndugleikarnir.
Stig 6 merkir, at influensa
A (H1N1) nú hevur ment seg
til eina veruliga heimsfarsótt.
Hetta merkir ein støða, har
smittan breiðir seg frá fólki
til fólk á fleiri kontinentum.
Broytingin sigur bert nakað
um útbreiðsluna av smittu og
ikki nakað um, at sjúkan er
vorðin meira álvarsom.
Hóast broytingina metir
WHO, at influensastøðan
ikki er meira enn moderat
álvarsom. Sjúkueyðkennini
og sjúkugongdin hjá teim
um smittaðu eru lutfalsliga
mild, og eru framvegis ikki
meira álvarsom enn við eini
vanligari vetrarinfluensu.
Føroyska
tilbúgvingin óbroytt
Heilsustýrið eins og aðrir
heilsumyndugleikar í Dan
mark taka støðuna í álvarsemi
og fylgja gongdini, eins og vit
gera
tað
í
Føroyum.
Broytingin, ið WHO hevur
gjørt, fær ikki danskar ella
føroyskar heilsumyndugleikar
at broyta tilbúgvingarstigið.
Tað er týdningarmikið
at leggja dent á, at hóast tað
er ein alheims influensa
heimsfarsótt við smittu í
nógvum londum, so merkir
tað ikki, at tað í løtuni er
ein farsótt við nógvum
smittaðum í Danmark ella í
Føroyum. Eingin smittaður
er fráboðaður enn í Føroy
um. Í Danmark er smittan
framvegis
avmarkað
til
fólk, ið hava verið uttan
lands og í heilt einstøkum
førum teirra nærmastu sam
bond, boða Heilsumálaráðið
og Landslæknin frá.
Í tráð við tilmælini frá
WHO fylgja danskir og før
oyskir myndugleikar fram
vegis gongdini og royna at
byrgja fyri smittu við at
avbyrgja tey, ið verða smitt
aði og geva fyribyrgjandi við
gerð til nærmastu sambond.
Ongar serligar
atgerðir
Heilsustýrið í Danmark og
Landslæknin meta ikki, at
fólk í Danmark og Føroyum
sum heild hava orsøk til
ótta. Kemur ein heim uttan
landa úr øðrum londum enn
Danmark og fær sjúkueyð
kenni sum við influensa
(knappliga íkomin sjúka við
fepuri yvir 38 hitastig C,
sjúkueyðkenni frá andaleið
og pínu í vøddum), skal ein
seta seg í samband við sín
egna lækna ella læknavakt.
Á heimsstigi vóru hin
11. juni skrásett 27.737
smittaðir tilburðir og 141
deyð elvt av smittu.
Tilbúgvinarstigið í
Føroyum óbroytt
Kvinna blivin burtur við Føroyar
Aftur fleiri føroyingar enn nakrantíð
1. mai vóru 48.869 føroyingar. Hetta eru 118 fleiri enn 31. desembur 2008. Fólkatalið 1. mai
2009 var 48.869, ið er stórsta talið av fólki í Føroyum nakrantíð. Gongdin í fólkatalinum í 2008
og fyrstu fýra mánaðirnar av 2009 vísir ein vøkstur ið byggir á burðaravlop og størri tilflyting
enn fráflyting, undantikið august mánaða ið altíð er tann stóri fráflytingar mánaðin, tá tey flestu
við útbúgvingarørindum flyta av landinum Fólkatalið hevur annars verið vaksandi síðan
kreppan í hálvfemsunum hasaði av, undantikið 2005 tá ein minking var í fólkatalinum. Nú
fíggjarkreppan ger um seg og arbeiðsloysið er vaksandi kann tað undra, at fólkatalið er
vaksandi. Higartil hevur fráflytingarmynstri frá kreppuni í hálvfemsunum ikki endurtikið seg
og hvat verður kann bert framtíðin vísa, skrivar Hagstovan á heimasíðuni.
Hóast fyrsti persónurin í Norðurlondum er deyður av nýkríminum, so er tilbúgvingarstigið óbroytt
Leitingin eftir kvinnuni,
sum var við Braemer er
steðgað, tí ongin vón er at
finna hana