Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 112 - 16. juni 2009 Hans Ø vorðin ferðamál Tann lítla, veðurbarda oyggin Hans Ø, sum er millum Norður­ grønland og Eysturkanada, og sum danskir og kanadiskir myndugleikar stríðast um, er nú vorðin ferðamál. Tað er danska ferðaskrivstovan Albatros Travel, sum marknaðarførir eina ferð við skipinum M/S Ocean Nova. Í einum sølublaði skrivar ferða­ skrivstovan millum annað, at farið verður úr Kangerlussuaq norður til Thule­leiðina tann 21. august, og eru líkindini til vildar, leggur skipið leiðina fram við Hans Ø. Men tað kostar at fara eina tílíka ferð. Skalt tú úr Danmark, er kostnaðurin 32.990 krónur fyri 14 dagar, sigur KNR. Danmark viknar Fyri nøkrum árum síðani setti danska stjórnin sær sum mál, at Danmark skal hava heimsins besta kappingarføri, men fíggjar­ kreppan og onnur viðurskifti eru nú við at forkoma ætlanini, skrivar danskam kringvarpið DR. Í morgin fer stjórnin at kunngera ta árligu frágreiðingina um landsins kappingarføri, og sum skilst liggur Danmark nú í miðjuni av OECD­londunum. Sum skilst eru framleiðsluevnini vaksin munandi skjótari í teimum flestu OECD­ londunum enn í Danmark tey seinastu 10 árini. Tað hevur havt við sær, at virðisøkingin fyri hvønn arbeiðstíma er minni í Danmark nú enn í teimum flestu OECD­londunum Á hesum yvirlitinum er Danmark dottið frá 9. niður á 14. pláss, sigur DR. Línuskip, útróðrar­ bátar við línu og snellu og lemmatrolarar við maskinorku undir 500 hestakreftir fáa bara helvtina av døgunum næsta fiskiár í mun til í ár, um tilmælið hjá Havstovuni verður fylgt Fiskidagar Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Havstovan mælir til, at skipabólkar 3,4 og 5, sum eru Línuskip, útróðrarbátar við línu og snello og lemma­ trolarar við maskinorku undir 500 hestakreftir fáa 50 prosent færri dagar næsta fiskiár í mun til í ár. Hetta verður millum ann­ að grundgivið við, at stovn­ arnir av toski á landgrunn­ inum og á Føroyabanka eru søguliga illa fyri, hýsu­ stovnurin í skjótari minking, og upsastovnurin tykist eisini í minking. Og tí sigur Havstovan, at støðan er hættislig. At dagarnir verða skerdir við eini helvt hjá hesum skipabólkum merkir ikki ein helvtarskerjing men nakað nógv minni, tí tað er lítil møguleiki fyri, at tað koma at mangla dagar, tá fiskiárið nærkast endanum í ár. Heldur eru tað ávís skip, ið fara at hava nýtt sínar dagar. Sambært Havstovuni er størsti einstaki trupulleikin í løtuni, at húkaflotin er alt ov stórur, og tí metir Hav­ stovan, at stig eiga at verða tikin til at minka um hann. Havstovan staðfestir tó, at tað ikki ber til at fylgja tilráðingunum frá ICES, sum eru, at ongin toska og hýsuveiða skulu verða, tí tað hevði havt katastrofalar fylgjur. Vinnan heldur lítið um hesar ætlanirnar. ­ ICES sigur, at vit onki skulu veiða og Havstovan sigur helvtina. Sjálvandi halda vit lítið um tað, tí fiskidagaskipanin riggar, sum hon skal. Tá lítil vinn­ ingur er, verða fáir dagar nýttir, og umvent, tá nógvur fiskur er, sigur Auðunn Konradsson, formaður í meginfelag útróðrarmanna. Hann leggur afturat, at tey skipini, sum klára seg rímiligt fara at mangla dagar, so hann dugir ikki at síggja ætlanina við hesum. Jóhannus M. Olsen, for­ maður í felagnum línuskip, vil bíða við at viðmerkja, til fiskidaganevndin er komin við sínum tilmæli. Havstovan metir somu­ leiðis, at dagarnir hjá par­ trolarum skulu skerjast við einum fimtingi. Havstovan mælir til at skerja fiskidagatalið við helvt ICES vil hava, at ongin toskur verður veiddur komandi fiskiár. Havstovan vil heldur skera dagarnar í helvt, men vinnan vil veiða tað sama Vit hava nýggjastu fiskivinnutíðindini úr Grønlandi frá Kára við Stein í Sisimiut 28. mai Regina C. var inni í Manitsoq og landaði. Har var vist alt um at vera fult hjá teimum. 1. juni Í dag + eru 7 stig og lot av suðri við sirmi. Lómur er á veg til Illulisat við gott 600 kørum av rækjum, um 140 tons. Aftur ein roktúrur, skipari fyri tíðina er Jákup Eli Bech úr Porkeri. Polar Natarnaq er komin aftur á fiskileið. Teir hava verið inni í Aasiat og landað sekkjarækjur. 2. juni Í dag er vindur av suðri við regni. Qaqqatsiaq kom inn at landa í morgun. Teir hava gott 460 tons inni. Polar Aassik er á veg til Nuuk at landa. Teir landa annars fast í Aasiat, men har er okkurt brek í virkinum, sum ger at allir bátar, sum landa har, eru sendir til Nuuk at landa. Teir hava fult skip og rokna við at vera í Nuuk aftaná middag í morgin. Teir hava annars bara nakrar fáar fjórðingar til Aasiat, so tað er skjótt hjá teimum at koma til og frá fiskileið. 3. juni Qaqqatsiaq loysti um middagstíð nýggjan túr. Natarnaq legði at, so skjótt sum hin loysti. Teir hava gott 400 tons inni. Teir hava bert roynt vid einum troli, tí onkur trupulleiki er við tí triðja spælinum. Polar Amaroq kom til Nuuk í morgun at landa. 5. juni Natarnaq loysti til nýggjan túr í gjár um middag. Skeljabáturin Sonja Kiil II kom inn í kvøld at leggja upp tey 7 tonsini, teir høvdu inni. Tað var galið við frystarínum hjá teimum. Meðan teir lossaðu kom fólk frá landi at hyggja eftir frystarínum. Her bleiv staðfest, at kompressarin var kaput, og nýggjur bleiv bestiltur beinanvegin. Tað er lovað, at hann skal koma fram mánadagin 8. juni. Annars er veiðan av rognkelsi við at enda. Teir flestu hava drigið gørnini inn. Sum eg skilji hevur fiskaríið verið tarnað av kulda. Sjógvurin hevur verið ov kaldur, so rognkelsini eru seinkað inn undir land at gýta. 7. juni Í dag er skýggjað, og hann lovar kuldastig aftur. Lómur kom til Illulisat i gjárkvøldið við gott 120 tonsum av ísaðum rækjum. Teir høvdu eitt maskinbrek, tá farast skuldi síðsta túr. Tað bleiv orðnað, men teir mistu nakað av tíð, so tað blivu tvey færri hál henda túrin. Polar Qaasiut kom inn í kvøld at landa í morgin. Har er alt fult hjá teimum, gott og væl 400 tons. 8. juni KNAPK, veiðumannafelagið, og Royal Greenland hava gjørt avtalu um toskaprís frá í morgin til 13 juli. Talan er um kruvdan fisk. Fyri botngarnsfisk er hann: Toskur omanfyri 55 cm,4,50 kr pr kg. Toskur undir 55 cm, 3,00 kr pr kg. Fiskur veiddur við snellu ella línu: Toskur omanfyri 55 cm 5,50 kr pr kg. Toskur undir 55 cm 4,00 kr pr kg. Tad skulla nógv kilo til at dríva ein plastbát fyri handa prís. Grønlandstíðindi Kári við Stein Grønlandstíðindi: Føroyska missiónsskipið komið til Grønlands Tvingsilssøla av skipi Týsdagin tann 30. juni 2009, kl. 9:30 verður á Dómaraskrivstovuni, undir Glaðsheyggi 14, 100 Tórshavn hildin tvingsilssøla yvir fiski­ skipið Randi, kallibók­ stavir XPZG, BRT 114,8 og NRT 34,4. Skipið er bygt í 1989 í Listka í Polen og er skrá­ sett sum heimahoyrandi á Toftum. Eigari av skipi­ num er Sp/f Randi Tvingsilssølan er umbiðin av Inga Højgaard, adv., Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn, tlf. 311260 (sak nr. 1670902), sum kann geva nærri upplýs­ ingar um skipið og sum nærri avtala kann gerast við, um ynski er at síggja skipið. Áhugað kunnu eisini síggja søluuppstilling og onnur skjøl í sambandi við tvingsilssøluna við at venda sær til Dómara­ skrivstovuna tlf. 311003 (sak nr. AS 2­17/2009). Føroya Fútarættur, tann 11. mai 2009