Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 112 - 16. juni 2009 Almennur fundur um grafiskar útbúgvingar Mikukvøldið kl. 19.00 verður almennur kunnandi fundur um grafiskar útbúgvingar, á Skúlaheiminum á Marknagilsvegi 75. Tað eru fólk frá Keypmannahavnar tekniska skúla, sum í hesum døgum eru á vitjan í Føroyum, ið greiða frá grafisku útbúgvingunum. Grafisku útbúgvingarnar hava stóran áhuga millum ung fólk, og er tað kanska serstakliga miðlagrafikaraútbúgvingin, ið hevur stóran áhuga, men eisini nýggja útbúgvingin grafiskur tøkningur hevur áhuga. Á almenna fundinum verður greitt serstakliga frá um tær báðu útbúgvingarnar miðlagrafikarar og grafiskan tøkning, men annars er møguleiki fyri at fáa upplýsingar um aðrar útbúgvingar. Fundurin verður á Skúlaheiminum á Marknagilsvegi 75, kl. 19.00 mikukvøldið 17. juni. Gíslarnir myrdir Níggju útlendingar, sum vórðu burturfluttir í Jemen fríggjadagin, eru funnir myrdir. Myndugleikarnir í Jemen kunngjørdu í gjárkvøldið, at teir høvdu funnið líkini av øllum níggju einastaðni har norðuri í landinum. Talan var um eini týsk hjún við trimum børnum, ein bretskan mann og suðurkoreonsku konu hansara og tveir týskar menn. Tey arbeiddu á einum sjúkrahúsi har norðuri í Jemen, men hvurvu á útferð seinasta fríggjadag. Tað er rættiliga fátæksligt har norðuri í Jemen, og økið er kent sum tilhaldsstað hjá yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda. At grót og asfaltframleiðslan hjá Landsverk er minkað við 66 prosentum, avspeglar væl tað, sum gongur fyri seg í byggivinnuni. – Mann pínir allastaðni, har mann kann, men øll arbeiði verða undirbjóðað nú, og tað eru bara taparar í byggivinnuni, sigur Steinolvur Petersen, stjóri í J&K Petersen Byggivinnan Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo - Hetta avspeglar væl tað, sum gongur fyri seg í byggi- vinnuni. Tað sigur stjórin í entreprenørfyritøkuni J&K Petersen, Steinolvur Petersen. Í morgun fingu sjey fólk ætlanarskriv um uppsókn á framleiðsludeildini hjá Landsverk, tað er fram- leiðsla av grót og asfalt, sum avleiðing av at framleiðslan er minkað við tveimum triðingum upp á eitt ár. Framleiðslan er minkað sum avleiðing av manglandi eftirspurningi frá byggivinn- uni, sum er í einum verulig- um sjokki. - Støðan er einki serlig í byggivinnuni. Mann pínir allastaðni, har sum man kann. Virksemið er farið niður í entreprenørbransjuni eisini, og tað eru bara tapar- ar í byggivinnuni nú. Tey arbeiði, sum verða gjørd í løtuni, verða gjørd fyri undirprís, og eingin kann vera glaður. Tú kann bara hyggja eftir einum vegi sum tí í Leirvík, sum varð mettur til at kosta 45 milliónir, men sum nú verður gjørdur fyri knappar 30 milliónir, vísir Steinolvur Petersen á. Men hinvegin er støðan í byggivinnuni heldur ikki for góð frammanundan. - Byggivinnan hevur einki tjent hesi árini, meðan tað hevur verið ríkiligt av virksemi. Tað hevur ikki verið effektivt nokk, og fólk hava mangla, og tað hevur kostað nógv. Øll halda at byggivinnan hevur tjent nokk, men tað er ikki sann- leikin. Byggivinnan hevur millum lítið og einki avkast givið, og ikki nokk at endurnýggja seg við, greiðir Steinolvur Petersen frá. Landsverk má duga at seta krøv Sambært Steinolvi er ein trupulleiki hjá Landsverk at teir ikki seta krøv til tær verkætlanir sum verða bjóð- aðar út. - Mín erliga meining er at Landsverk kundu uppað seg eitt sindur sjálvir og kanska forlangaðu at mann brúkti grót frá teimum, tá verkætlanir hjá tí almenna skulu gerast. Sum er nú royna entreprenørfyritøkur- nar at knúsa nakað av gróti sjálvar, fyri at spara nøkur oyru, greiðir hann frá. Steinolvur Petersen er heldur ikki sørt bersøgin, tá tað kemur til útbjóðingarnar hjá Landsverki. - Landsverk setir eingi krøv í dag. Hvør Hanus og Janus kann bjóða upp á eitt arbeiði hjá Landsverk. Tak eitt nú brúnna um Streymin – Tað er eitt spesialiserað arbeiði, sum skal gerast, og Landsverk seta krøv um at tað skal vera spesialiserað ráðgeving- men tað er hvør vaskikona, sum kann bjóða uppá hetta arbeiðið, og har eru eingi krøv. Tað er eitt sindur hugstoytt, sigur Steinolvur Petersen. Byggi- vinnan í sjokki Eftirspurningurin í samfelagnum eftir byggitilfari og asfalti er minkaður so nógv, at Landsverk noyðist at siga sjey fólkum í framleiðsludeildini úr starvi. Virksemið er minkað við 66 prosentum í mun til undanfarna ár Uppsagnir Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Stígurin í samfelagsbúskap- inum og minkaða virksemið í byggivinnuni merkist nú av álvara í tí partinum av Lands- verki, sum framleiðir skerv og grót til byggivinnuna. Seinastu mánaðirnar er virksemið í grótbrotunum á Hústoft á Lambareiði og í Porkeri minkað so nógv, at Landsverk hevur einki annað val enn at siga sjey starvsfólkum úr starvi. Tvey av teimum arbeiða í grótbrotinum í Porkeri og hini fimm hava verið knýtt at grótbrotinum á Hústoft. Tey uppsøgdu fingu hand- að ætlanarskriv um upp- sagnirnar fyrrapartin. Aft- aná varð avgerðin kunngjørd fyri starvsfólkunum á Landsverki. Framleiðslan minkað 66 prosent Landsverk merkir av álvara afturgongdina í byggivinn- uni. Hagtølini yvir fram- leiðsluna av gróti og skervi vísa hvussu álvarsom støð- an er. Virksemið í grótbrotunum hjá Landsverki er minkað sera nógv. Til dømis fram- leiddu grótbrotini 49.000 tons av gróti og skervi til byggitilfar og asfaltfram- leiðslu í mai mánað í fjør. Til sammetingar var fram- leiðslan bert 16.600 tons í mai mánað í ár. Hetta svarar til eina minking á omanfyri 66 prosent. Suðuroy hart rakt Av tí at virksemið er minkað so nógv noyðist Landsverk at siga sjey starvsfólkum úr starvi. Uppsagnirnar koma bert fýra mánaðir eftir, at neyðugt var at siga fimm starvsfólkum í grótbrotinum í Suðri úr starv, tí at asfalt- framleiðslan var minkað so nógv. Nú eru so tvey starvsfólk afturat uppsøgd í Suðuroy, og er samlaða talið á føstum størvum hjá Landsverk, sum eru niðurløgd í Suð- uroy, sostatt komið upp á sjey fólk. At Suðuroy er so hart rakt, hongur helst saman við at kommunurnar í oynni eru hart sperdar fíggjarliga, og ikki hava nógvan pening til íløgur yvirhøvur. Nógv størri aftur- gongd enn væntað -Vit harmast um gongdina, men mugu bara ásanna, at virksemið í grótbrotunum er minkað nógv meira enn vit høvdu væntað fyrr í ár, sigur Torkil Olsen, deildar- leiðari á Framleiðsludeildini hjá Landsverki. - Í vetur var tað minkandi asfaltframleiðslan, sum var atvoldin. Hesaferð er tað eftirspurningurin í byggi- vinnuni eftir gróti og skervi, sum er fallin niður í botn og hevur tikið grundarlagið undir størvunum í teimum báðum grótbrotunum, sigur Torkil Olsen. Tað eru bæði kommunur- nar og teir privatu keypar- arnir, sum ikki longur keypa skerv og grót frá Landsverki í sama mun sum fyrr. Sjey uppsøgd hjá Landsverk Ógvusligar rembingar eru í byggivinnuni. Eingin eftirspurningur er eftir gróti og asfalti til byggivinnuna. Eingin eftirspurningur merkir eingin framleiðsla, og eingin framleiðsla merkir uppsagnir. Henda avleiðing gjørdist veruleiki í dag, tá sjey fólk hjá Landsverk fingu ætlanarskriv um uppsøgn (savnsmynd)