týsdagur 16. juni 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 112 - 16. juni 2009
- Vit fóru tíðliga í
holt við at fyrireika
eystanstevnu í ár,
og nú eru feløgini í
eystanstevnunevndini
saman við
Kunningarstovuni
komin undir land
við fyrireikingunum,
sigur Herbjørg H.
Jøkladal, leiðari á
Kunningarstovuni í
Saltangará
EystanstEvna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í nógv ár hava eystanstevna
í Runavík og varmakelda í
Fuglafirði skifts um at hava
havt FM-kappróður á sínum
stevnum. Hetta skifti er
framvegis galdandi, tó at
Skála, sum hevði FM-róður
seinasta vikuskifti, sum
partur
av
Fjarðastevnu,
eisini er partur av Runavíkar
kommunu.
Nú eystanstevna verður
hildin í Runavíkar-økinum,
verður
Sundalagsstevna
samstundis hildin í Kolla-
firði, og tá verður eisini
FM-róður, har eitt nú bátar-
nir hjá Kappróðrarfelagnum
NSÍ, Eysturoyingur, Søl-
mundur og Tjaldrið, verða
við. Aftrat hesum verða
eisini barnamanningar úr
sama felag.
Tó at eingin kappróður
verður
á
eystanstevnu,
verður kortini høvi at síggja
róðurin í Runavík. Hetta
høvi verður á stórskíggja í
tjaldinum, sum verður sett
upp á bryggjuni hjá Runa-
víkar havn.
Teir tríggir bátarnir, sum
rógva
fyri
Kappróðrar-
felagið NSÍ í ár, liggja allir
væl fyri í FM-kappingini,
harav
Eysturoyingur
og
Tjaldrið hava vunnið báðar
róðrarnar, sum verið hava
verið, meðan Sølmundur
eisini hevur ligið millum
teir fremstu.
Undir landi
Tað eru í fyrsta lagi fýra
feløg, sum standa aftanfyri
eystanstevnu, og hesi eru
NSÍ, fimleikarfelagið Støkk,
Kappróðrarfelagið NSÍ og
Bátafelagið á Bakka.
Kunningarstovan í Salt-
angará hevur havt samskip-
andi uppgávuna, og her er
Herbjørg H. Jøkladal dag-
ligur leiðari.
- Jú, eg haldi, at fyrireik-
ingarnar hava gingið væl.
Feløgini, sum standa aftan-
fyri ymisku tiltøkini, hava
verið tíðliga á sjóvarfalli-
num, og nú ein partur av
skránni longu er virkin og
vikuskiftið nærkast, har tey
flestu tiltøkini eru, haldi eg,
at vit so gott sum eru komin
undir land.
Herbjørg sigur, at ein slík
stevna krevur ein hóp av
fólki til ymisku uppgávurnar
sum eru.
- Vit kunnu næstan siga,
at alt økið onkusvegna er
merkt av, at vit nú fara at
halda eysanstevnu, leggur
hon aftrat.
Samstarv
Herbjørg H. Jøkladal fegn-
ast eisini um tað samstarv,
sum eystanstevnunevndin
saman við Kunningarstov-
uni í Saltangará hevur gjørt
við Sosialin um stevnublað,
sum er í Sosialinum í dag.
- Tað lættir um, at vit ikki
eisini skulu taka okkum av
at geva eitt stevnublað út,
sigur hon.
Kunningarleiðarin sigur,
at hóast eingin kappróður
verður á eystanstevnu á
hesum sinni, hevur nevndin
virkuliga sett sær fyri, at
stevnan kortini skal vera
líka áhugaverd at vitja, sum
hon hevur verið onnur ár.
- Skráin er rættiliga
rúgvusmikil. Hon er fjøl-
broytt og áhugaverd, og her
er alt frá ítrótti til mentan
og undirhald av ymiskum
slagi – og fyri øll, sigur
Herbjørg
H.
Jøkladal,
leiðari á Kunningarstovuni
í Saltangará.
Nú rættiliga nógv hevur
verið at gera í sambandi við
stevnuna, hevur kunning-
arleiðarin havt góð fólk til
hjálpar á skrivstovuni, sum
annars húsast í býráðs-
húsunum í Saltangará.
Herbjørg samskipar eysta
Exxon skal rinda risaendurgjald
Ein dómstólur í Pasadena í Kalifornia hevur gjørt av, at oljufelagið Exxon Mobil skal
rinda 507,5 milliónir dollarar umframt rentur í endurgjaldi fyri skaðan, sum hendi, tá
tangaskipið Exxon Valdez fór á land í Alaska fyri 20 árum síðani. Eftir dóminum skal
oljufelagið rinda 5,9 prosent í rentu við afturvirkandi gildi frá 1996, tá málið kom í
rættin av fyrstan tíð, og tað merkir sambært AP, at felagið skal rinda næstan eina
milliard dollarar. Upprunaliga kravdu myndugleikarnir, at Exxon Mobil skuldi rinda
fimm milliardir dollarar í endurgjaldi fyri vanlukkuna, sum fekk sera álvarssamar
avleiðingar fyri vinnulívið og náttúruna í tí dálkaða økinum.
Nógv vorðin arbeiðsleys
Altjóða fíggjarkreppan hevur rakt arbeiðsmarknaðin í ES-londunum meint, og
tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár mistu 1,9 millión fólk. Tað vísa hagtøl hjá
Eurostat, sum er hagstovan hjá ES. Hagstovan sigur, at virksemið í ES og í
evrulondunum er minkað 1,2 prosent samanborið við fyrsta ársfjórðing í fjør, og
at hetta er størsta fall í evrulondunum nakrantíð. Tað minsta fallið hevur verið í
Týsklandi, har virksemið er minkað 0,3 prosent. Tað størsta fallið hevur verið í
teimum baltisku londunum og í Spania, har arbeiðsloysið er farið at tátta í 20
prosent, skrivar Eurostat.