týsdagur 16. juni 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 112 - 16. juni 2009
nstevnu
- Skráin fyri
eystanstevnu
er rættiliga
rúgvusmikil.
Hon er fjølbroytt
og áhugaverd,
og her er alt frá
ítrótti til mentan
og undirhald av
ymiskum slagi
– og fyri øll, sigur
Herbjørg H.
Jøkladal, leiðari á
Kunningarstovuni
í Saltangará
Ikki lætt at lækka lønir
Nú tann íslendski ríkiskassin skal spara sum mest, hava politikararnir millum annað
hugt at, um tað ber til at lækka lønirnar almennum starvsfólki. Í hesum viðfangi hevur
Altingið fingið eitt yvirlit, sum vísir, at í mars forvunnu 454 av teimum 18.000
almennu starvsfólkunum meiri enn eina millión íslendskar krónur. Tingmaðurin Skúli
Helgason, sum er við til at endurskoða tær almennu útreiðslurnar, sigur við
Morgunblaðið, at tað er lættari sagt enn gjørt at lækka lønirnar hjá teimum almennu
starvsfólkunum, tí at talan er um fleiri ymiskar sáttmálar. Hann leggur tó afturat, at í
verandi støðu er neyðugt, at teir breiðastu herðarnir bera tær tyngstu byrðarnar.
Krabbamein verri fyri menn
Nýggjar kanningar í Bretlandi vísa, at tað er vandameiri fyri menn enn kvinnur
at fáa krabbamein, og harafturat er vandin fyri, at menn fáa krabbamein, 16
prosent størri, enn hann er hjá kvinnum. Tað vísa kanningar, sum stovnarnir
National Cancer Intelligence Network og Cancer Research UK hava gjørt.
Svend Aage Madsen, sum er formaður í danska felagsskapinum Selskab for
Mænds Sundhed, sigur við DR, at tær bretsku kanningarnar eru enn ein
ávaring til menn um, hvussu umráðandi lívsstílurin er, um hvussu umráðandi
tað er at varnast týðandi tekin og at fara til læknan, tá okkurt er áfatt.
Skúvoyingar hava nú skipað eina
fyribilsnevnd, sum fer at kanna
møguleikarnar fyri einum bygdahúsi í
bygdini. Orsøkin til, at hetta arbeiði nú
er sett á kjøl, er, at ein pensjóneraður og
uppilagstur navigatørur í Skúvoy ynskir
at geva bygdini 200.000 krónur til hetta
endamál
Skúvoy
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinastu árini hava sæð, at glaðir gevarar eisini
finnast í Føroyum, og ikki minst hava vit verið
vitni til hetta í Sandoynni, har stórar gávur eru
givnar bæði til Sands og Skálavíkar.
Nú kann Sosialurin so eisini ”avdúka” ein annan
glaðan gevara, sum er uppilagsti navigatørurin í
Skúvoy, Jóannes Poulsen, sum er ógiftur.
Fyribilsnevnd
Tá tað skiltist, at skúvoyingurin vildi lata bygdini
hesa gávu til eitt hvørt tiltak, sum kundi hjálpa
bygdini frameftir, tóku skúvoyingar seg saman og
fóru á fund um at endurstovna bygdarfelagið.
Kjartan Hentze sigur, at hesin fundur varð hildin
í missiónshúsinum í Skúvoy fyri stuttum, og tá
valdi fundurin eina fyribilsnevnd til endurstovnan
av bygdarfelagnum.
Hetta er ein trímannanevnd, har Kjartan er
valdur til fyribils formann. Hinir báðir í nevndini
eru Dánjal Hentze og Jákup Poulsen, allir við
ættarbondum í Skúvoy.
Tá vit høvdu Kjartan í telefonini í morgun, segði
hann seg ikki vita heilt ítøkiliga, hvussu málið um
gávuna tók seg upp, men heldur, at tað var familjan
hjá gevaranum, sum bar ynski hjá honum fram.
- Gevarin vil lata hesar 200.000 krónurnar til
okkurt, sum kann hjálpa bygdini, sum Kjartan
tekur til
Sosialurin skilir á Kjartani, at hann ikki er so
glaður fyri, at vit siga fyri okkara lesarum, hvør
gevarin er, men í Skúvoy búgva bert 25-30 fólk,
og tí halda vit ikki, at nøkur meining er í ikki at
siga, hvør gávumildi skúvoyingurin er.
Góðar stundir
Í Skúvoy hevur eins og í flestu øðrum bygdum
verið bygdarfelag, men hetta felag hevur ikki verið
virkið í fleiri ár.
- Vit kunnu siga, at vit við fundinum í Skúvoy
herfyri endurstovnaðu hetta felag, og nú fara vit at
hyggja at, hvørjir møguleikar eru fyri at útvega
okkum tak yvir høvdið.
Kjartan sigur, at kommunan eigur onkur øki,
um bygging skuldi komið upp á tal, men í løtuni
dugir hann ikki at siga, um hetta fer at gerast
aktuelt.
- Vit fara at geva okkum góðar stundir og fara
ikki at leypa framav. Í bygdini eru nøkur tóm hús,
og kanska fara vit eisini at hyggja at, um onkur
hús kunnu útvegast og møguliga umbyggjast til
bygdarhús. Alt hetta er so nýtt enn, og fyrr enn vit
hava hugt upp á teir møguleikar, sum er, kann eg
einki siga um, hvussu peningurin, sum gevarin
ynskir at lata bygdini, verður brúktur, sigur Kjartan
Hentze.
Letur stóra gávu til
bygdarhús í Skúvoy
Skúvoyingar hava nú skipað eina fyribilsnevnd, sum fer at hyggja uppá, hvussu peningur, sum ein gevari í
Skúvoy vil lata bygdini, kann brúkast best