Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-06-16, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Sosialurin • Nr. 112 - 16. juni 2009 Runavíkar kommuna hevur seinastu árini gjørt nógv við at fríðka um og maðurin, sum í dag stendur á odda fyri tí kommunala partinum av hesum, er Bjarni Kjeld, sum hevur verið arbeiðsformaður hjá kommununi í seks ár. Undan honum var Andre Hentze arbeiðsformaður gjøgnum mong ár, og hann var líka sum lærumeistari hjá Bjarna, tá hann tók hesa uppgávu uppá seg. Á seinasta kommunuvali varð Bjarni eisini valdur í býráðið á fyrsta sinni og situr í dag sum formaður í mentanarnevndini. – Í Runavíkar-økinum er rættiliga nógv gjørt við at fríðka. Taka vit fyrst onnur øki í kommununi, hava tey í Rituvík og á Skála verið rættiliga ófør. Í Rituvík hava tey bygt vakurt spælipláss, har eisini er fríðkað á økinum. Tey hava fingið fótbólts- vøll, og á spæliplássinum hava tey eitt nú karusellir, reiggjur og skreiðibreytir, eins og tey hava plantur. Hetta arbeiði er gjørt yvir fleiri ár. Bjarni sigur, at á Skála hava tey eisini verið rættiliga ófør. – Tey hava gjørt eina lund við Prestá. Hetta er eitt stórt øki við fríðkingum, lagaðum gróti og ymiskum, sum tey hava plantað og sett niður. Kommunan hevur hjálpt til, men drívmegin er fólk í bygdini við áhuga fyri náttúru og umhvørvi, sum hava tikið seg saman og soleiðis eisini hava fingið nakað sosialt burtur úr hesum. Nógv í meginøkinum Arbeiðsformaðurin sigur, at nú summar er, fer ein stórur partur av orkuni til tey grønu økini í kommununi – ikki minst í Runavíkar-økinum, har nógvar fríðkingar eru gjørdar og nógv grøn øki eru løgd út seinastu árini. Fríðkingarnar, sum fólk kanska serliga hava lagt til merkis, eru fram við Løkinum vestanfyri rundkoyringina í Runavík, við Føroya Banka í Saltangará og við Missiónshúsið á Glyvrum. Blómur og trø verða plantað og sett niður alla tíðina, og hetta setir størri og størri krøv til røkt av hesum økjum, tá summartíð er. – Eg havi vanliga einar seks mans undir mær, men nú summar tíð er, fáa vit eisini hjálp frá ungum fólki til at halda tey grønu økini við líka. Sum arbeiðsformaður noyðist Bjarni eisini at koyra runt í øllum økinum, og hetta er ikki minst galdandi, nú tað ikki er so vanligt longur, at skúlar hava bedellar. Uppgávurnar eru nógvar og ymiskar, og tá vit tosaðu við arbeiðsformannin seinasta hóskvøld, skuldi hann út til onkrar av bygdunum norðanfyri, sum nú eisini eru partur av Runavíkar kommunu, at kortleggja kloakkir. Nógv ymisk tiltøk – Vit fáast við fríøki, kloakkir, vegir og tá ferðamannaskip koma og fara, eru vit eisini teimum á havnaskrivstovuni til hjálpar. Í kommununi eru javnan tiltøk av ymiskum slagi, og her eru vit eisini, tá brúk er fyri okkum. Nú Runavíkar kommuna er ein vakur býur - Tað frøir eyga at síggja, hvussu tað grønkast á sáddu økjunum við nýggja skúlan, her sera góðir karmar eru skaptir fyri skúla-og mentanarumhvørvi, sigur Bjarni Kjeld Nógv orka verður løgd í at fríðka og halda fríðkaðu økini við líka. Hetta krevur serliga nógv um summarið, og tá eru fleiri ungfólk sum hjálpa til - Vit fáast við fríøki, kloakkir, vegir og tá ferðamannaskip koma og fara, eru vit eisini til hjálpar. Í kommununi eru javnan tiltøk av ymiskum slagi, og her eru vit eisini, tá brúk er fyri okkum. Nú eystanstevna verður, verður ríkiligt at tríva í við ymiskum uppsetingum av eitt nú pallum, tjøldum, stólum og borðum, sigur arbeiðsformaðurin hjá Runavíkar kommunu, Bjarni Kjeld