týsdagur 16. juni 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 - 16. juni 2009 • Sosialurin
11
Aftur í ár, nú eystanstevna
verður, er høvi hjá bátum
at verða við á stevnuni.
Maðurin, sum skipar fyri,
er Bjarni Bjarnastein, sum
hevur havt stuttleikabát
í fleiri ár og eisini er
formaður í Bátafelagnum
á Bakka
Á eystanstevnu í fjør varð fyri
fyrstu ferð skipað fyri sonevnd
um bátatreffi í Runavík. Talið av
bátum, sum vóru við í siglingini
úr Saltnesi og inn í bátahylin, var
54. Veðrið var gott hin fyrra
dagin, men hin seinna fór at
regna, og nakað bleiv av vindi.
Líkt er til, at veðrið fer at roynast
betri hesaferð.
Bjarni Bjarnastein, ið eigur 30
fót stóra glastrevjabátin Claudiu,
er settur at skipa fyri siglingini
inn á Runavík, og hann verður
kontaktpersónurin hjá bátafólki á
bryggjuni. Hann er eisini
formaður í Bátafelagnum á
Bakka.
– Tað eru eisini vit, sum koma
at standa fyri matsøluni, sum
verður í tjaldinum á bryggjuni,
leggur hann aftrat.
Bátahylurin í Runavík verður
ruddaður fyri teir bátar, sum
vanliga liggja har, og hetta er í
sátt og semju við bátaeigararnar.
– Nú sigur hann gott veður til
fríggjadagin, tá bátarnir enn
einaferð savnast úti fyri Saltnesi
klokkan 17. Eg fari at halda
samband við bátsfólkið við eini
megafon, sum eg fari at rópa í,
og eisini fari eg at halda
samband um whf’in á kanal 8. Tí
hevði tað verið gott um fólk, sum
verða við til bátatreffið –
vónandi mong í tali kundu
lurtað á hesi kanal, sigur Bjarni.
Hann vísir á, at tá bátarnir
koma inn í hylin, taka fólk ímóti
og skipa fyri, hvussu bátarnir
skulu liggja.
– Allir fara at liggja við
hekkuni móti bryggjuni, so
sleppast kann undan, at gingið
verður úteftir øllum bátunum.
Bátarnir, sum verða við í
tiltakinum, fáa landstreym og
vatn. Bæði kvøldini verður
breyðsøla í bryggjutjaldinum.
Leygarkvøldið verður eisini
Syngið við á bryggjuni, og tá
verða Eyðun Nolsøe og Terji
Rasmussen gestatónleikarar.
– Eg havi skilt, at tað verður
eingin veruligur dansur á
bryggjuni, men um onkur hevur
harmoniku ella guitar við, eru
fólk sjálvsagt vælkomin at
undirhalda og annars skipa fyri
hugna. Vit skulu nokk syngja
við, sigur Bjarni brosandi.
Siglt nógv
Sigling í stuttleikabáti hevur
vundið alt meira uppá seg í
Føroyum, men tað eru sløk 21 ár
síðan, at Bjarni keypti sær
Claudiu, sum hann hevur siglt
víða um høv við. Mátarin sigur,
at hann hevur siglt út við 30.000
sjómíl hesi árini.
Hann hevur eitt nú siglt rundan
um Írland og niður við skotsku
og ensku strondini eystanfyri.
Hann hevur verið í Hálandi og
hevur siglt gjøgnum kanalirnar
har. Hann hevur siglt í Kieler
kanaluni, og hann hevur verið í
Danmark, Noregi og Svøríki –
bara fyri at nevna nøkur av
londunum, Bjarni hevur vitað við
Claudiu.
– Oftast eri eg einsamallur, og
tá eg eri farin langar túrar, havi
eg ofta verið burtur í einar tveir
mánaðir í senn.
Bjarni hevur annars landað
skip í næstan 30 ár, har hann
hevur verið maðurin, sum hevur
staðið við kranan. Í fleiri ár hevði
hann eisini sín egna kranabil.
Nú vit høvdu hann í telefonini
seint á kvøldi, skuldi hann
uppaftur at landa klokkan 06
morgunin eftir.
Bjarni gjørdist formaður í
Bátafelagnum á Bakka í januar/
februar í ár. Felagið hevur egin
hús á Glyvrum, sum partvís
eisini virka sum undirhús.
– Limirnir í felagnum hava
eina kotu, og soleiðis sleppa teir
inn í húsið, tá tað hóvar teimum.
Jú, húsið verður nógv brúkt, og
her er mangan lívligt prát um
bátar, veður, vind og alt, ið
hugsast kann, tá menn hittast,
sigur Bjarni Bjarnastein.
––––––––––––––––––––––––––
Orð & mynd: Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Bátatreff verður
á eystanstevnu
eystanstevna verður, verður
ríkiligt at tríva í við ymiskum
uppsetingum av eitt nú pallum,
tjøldum, stólum og borðum, sum
eisini skulu flytast til og frá.
Bjarni Kjeld sigur, at umframt
at vera bitin av náttúru og
umhvørvi og tí arbeiði, sum
kommunan ger á hesum øki,
hevur hann eisini stóran áhuga
fyri ítrótti, tó at hann ikki
luttekur aktivt sjálvur. Soleiðis
fer ein partur av tíðini – og eisini
frítíðini – við fótbóltsvøllin í
Runavík og í neystinum á
Glyvrum.
– Nú vit hava fingið nýggjan
og stásiligan skúla við nýggjum
og góðum mentanarhúsi, sum í
okkara verð næstan kann
samanberast við
Norðurlandahúsið, kemur hetta
eisini at taka burtur av okkara
tíð. At síggja, hvussu tað
grønkast á sáddu økjunum við
nýggja skúlan, frøir virkuliga
mítt eyga, sigur arbeiðsfor
maðurin, sum heldur, at her eru
sera góðir karmar skaptir fyri
skúlaog mentanarumhvørvi í
kommununi.
Ein stór succes
Bjarni heldur, at ein tann størsta
succe’in á náttúruøkinum, sum
hann rópar tað, er tað samstarv,
sum er millum Runavíkar
kommunu og Nes kommunu um
gøtuna, sum er løgd úr Runavík,
fram við Løkinum og yvir á tað
innara vatnið við Toftavatn.
– Gøtan er løgd teir 700800
metrarnar fram við ánni og yvir
móti vatninum, og longu nú
síggja vit, at hendan hevur stóran
áhuga millum fólk. Tú gongur
ikki gøtuna, uttan at tú møtir
fleiri fólkum á leiðini. Hetta sær
ógvuliga spennandi og áhugavert
út og er ein fínur møguleiki hjá
fólki, sum hava hug at spáka sær
ein túr í hesum vakra umhvørvi.
Bjarni sigur, at hetta arbeiði er
ein liður í sonevndu verkætlanini
Agenda 21, og báðar kommun
urnar eru saman um at rinda
kostnaðin av hesum.
– Ætlanin er, at gøtan skal
ganga rundan um innara vatnið,
og í løtuni er málið til ummælis
hjá myndugleikunum, sum skulu
hyggja at, um tað fer at hava
nøkur árin við sær, um verk
ætlanin heldur fram.
Hann sigur, at alt bendir á, at
loyvi verður givið til framhald, tí
tað eftir øllum at døma er betri
fyri umhvørvið og fuglalívið, at
fólk ferðast eftir einari gøtu, enn
um tey ganga um allan hagan.
Arbeiðsformaðurin veit eisini
at siga, at við í ætlaðu verkætl
anini eru elleiðingar, ið eru
lagdar við gøtuna, sum longu eru
bygd, og sum tíðin gongur er
ætlanin, at lyktir skulu lýsa eftir
gøtuni – við 10 metrum ímillum
hvørja lykt.
– Jú, hetta er ein sera spenn
andi verkætlan, sum mong koma
at fáa gleði av, sum tíðin gongur,
sigur Bjarni Kjeld.
––––––––––––––––––––––––––
Orð & myndir: Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Bjarni Bjarnastein er maðurin, sum kemur at skipa fyri bátatreffinum á eystanstevnu
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tað finnast nógvir vaktir blettir í Runavíkar
kommunu í dag – ikki minst her vestanfyri
rundkoyringina og fram við Løkinum